Vit hava hoyrt nógv til tónleikabólkin Moirae í seinastuni. Í samband við at bólkurin júst hevur givið eina nýggja fløgu út høvdu teir eina sera væleydnaða konsert í Norðurlandahúsinum seinasta fríggjakvøld
Útselt var til konsertina var útseld og tónleikararnir kláraðu at liva upp til tað teir høvdu lova undan konsertini
Eitt satt »brak« søgdu áhoyrararnir og ummælararnir eftir konsertina
. Nú verður farið at ferðast kring landið og leygarkvøldið hevur Moirae konsert og dans í TB-húsinum. Tiltakið byrjar kl 23.30 og endar kl 04.00.
Moirae fer at spæla løgini, sum eru á tí júst útkomnu fløguni, men teir fara eisini at spæla løg frá tí fyrru fløguni.
Bólkurin Moirae er so heppin at hava tveir sangarar, Terja Rasmusen og so tann vælkenda Kim Hansen, sum hevur verið við í nógvum útgávum í seinastuni. Hann fer eisini at syngja nakrar sangir. Bæði á føroyskum og útlendskum - og mann hann ikki eisini taka okkurt lag hjá Elton John.
Hinir limirnir í Moirae eru Kaj Johannesen, sum spælir trummir og syngur kór. Runavíkingurin Hjalti Joensen spælir guitar og Mikkjal Joensen, sum spælir bass.
Ljóð og ljósútgerðin verður frá ADJ-sound og har verður tað Dávur, sum fer at standa á odda fyri tí.
Tað er TB, sum skipar fyri tiltakinum, og teir vanta at síggja nógv fólk leygarkvøldið, tí TB-húsið hevur verið rættuliga væl vitja í seinastuni. Harafturat er tað ikki hvønn dag at ein so stórur bólkur sum Moirae spælir í TB- húsinum.