Gravgangur eftir kømrum á ólavsøku

Hotel Tórshavn hevur bara trý kømur tøk eitt ár undan næstu ólavsøku


– Vit hava 43 kømur tilsamans, og 40 teirra eru longu bókað, sigur Jenny A. í Heiðunum, stjóri á Hotel Tórshavn.

Sostatt er longu greitt, at Hotel Tórshavn verður mestsum fult á ólavsøku 2020.

Hóast Hotel Tórshavn fær fyrispurningar um kømur alt árið, er tað sermerkta við ólavsøkuni, at tá eru tað føroyingar, og ikki útlendingar, sum vilja tryggja sær gisting í miðbýnum.

Eftir øllum at døma eru tað teir somu føroyingarnir, sum venda aftur hvørt ár, greiðir Jenny A. í Heiðunum greiðir frá. 

– Vanligt er, at fólk senda hotellinum teldupost við ynski um at halda fast í bílegging síni eisini komandi ár.

Jenny A. í Heiðunum gleðist um, at áhugin er so stórur, serliga tí so nógv gongur fyri seg í vinnuni í hesum tíðum. Fleiri nýggj hotel verða nú bygd, og vónin er tí, at góða gongdin heldur fram.

Men á ólavsøku hevur Hotel Tórshavn ein fyrimun, sigur hon.

– Staðsetingin hjá okkum í Vágsbotni gerst ikki nógv betri. Fólki dámar væl at búgva mitt í býnum á ólavsøku, greiðir hon frá.

Kømrini hjá Hotel Tórshavn hava ymsa stødd. Men fær onkur eitt av smærri kømrunum, gerst hetta eingin trupulleiki fyri ólavsøkugestirnar, sigur Jenny A. í Heiðunum.

 – Fáa tey eina góða song, og er kamarið reint, so eru tey glað. Tey búgva jú mitt í miðbýnum á tjóðarhátíð føroyinga. Vit gleða okkum at bjóða gestum okkara vælkomnum aftur í næsta ár, sigur Jenny A. í Heiðunum, hotellstjóri.