Í vikuni hava húsasmiðirnir Martin Mørk og Anngrím Árting lagt flag á aldagomlu Fútastovu í Gongini í Havn. Teir báðir hava drúgvar royndir í at umvæla gomul føroysk hús – og eru at kalla serfrøðingar í gomlum føroyskum byggisiði, finskari tjøru og flagtekjum.
Fútastova er av elstu húsum í býnum, og hon er tey seinstu árini høvuðsumvæld. Húsini eru friðað sum fornminni, og tí er arbeiðið gjørt í samráð við Fornminnissavnið, sum hevur eftirlit við øllum friðaðum bygningum í Føroyum.
Tað er felagið Farec hjá Óla Samró, sum eigur húsini.
Nógv ymiskt virksemi hevur verið í Fútastovu gjøgnum árini. Sum navnið sigur vóru húsini fútahús, men tað eru nú nógv ár síðani, at fólk hava búð í Fútastovu – helst ikki síðani fútin einaferð tíðliga í næst síðstu øld flutt úr húsunum. Fara vit eini 200 ár aftur í tíðina, so lógu embætishúsini har grannalagnum, sum er elsta búpláss í Havn – fyrr nevnt ”heima í Havn”. Har búðu eisini sorinskrivarin og handilsforvaltarin.
Sum so mong onnur flagtakt hús, misti Fútastova flagið einaferð í tíðini – og zink varð lag á ís taðin. Á gomlum myndum síggja vit, at húsini í 1911 hava flag, og at tey í 1920 hava zink á takinum, so vit kunnu staðfesta, at húsini ikki hava havt flag seinastu áleið 90 árini. Flagið, sum nú er lagt á húsini vigar áleið 25 tons.










