Leygardagin kom John Petersen av Skála, sum seinastu tvey árini hevur spælt við B36, til Schweiz, har hann hesa vikuna skal royndarvenja hjá felagnum Yverdon, sum spælir í næstbestu rekkjuni í Schweiz.
Tá vit høvdu John í telefonini seinnapartin í gjár, hevði hann júst verið og hugt at býnum, sum kanska skal vera hansara heim komandi tíðina.
Tá hevði hann enn ikki vant við liðnum og visti sum so ikki so nógv meira enn tað, hann segði í útvarpinum í síðstu viku.
? Fyrsta venjingin verður í kvøld, og síðani verður tað tvær ferðir um dagin fram til fríggjadagin, sigur John Petersen.
Hann hevði tá prátað við venjaran hjá Yverdon, sum var blíður, men hann visti ikki so nógv meira um liðið, hann skal venja við.
? Eg veit ikki enn, hvussu støðið er, men eg rokni við, at tað er hægri enn í Føroyum, segði John Petersen.
Yverdon liggur ovarlaga í schweizisku 2. deildini, sum er í vetrarsteðgi í løtuni og byrjar aftur miðskeiðis í februar. Nakrir av spælarunum hjá felagnum eru yrkisspælarar, men ikki allir.
Tað búgva umleið 25.000 fólk í býnum, sum liggur nærhendis Geneve.
Um teir í Yverdon eru nøgdir við John Petersen, fer hann beinleiðis á venjingarlegu við liðnum. Um teir ikki eru áhugaðir í at fáa hann við á hesa leguna og á liðið, kemur hann heimaftur leygardagin.
Vit fara helst at frætta meira úr Schweiz seinni í vikuni.