Anne Linnet skal nú til arbeiðis

Meðan Anne Linnet nú skal til arbeiðis, skulu Thomas Blachman og Ida Corr á feriu. Tað helt Linnet fyri í kvøld, tá ið X-Factor var á skránni.

 

Næstu vikurnar skal Anne Linnet arbeiða við bólkunum í X-Factor. Tað er júst tann kategoriin, sum dómararnir hava stúrt fyri.

 

Thomas Blachman og Ida Corr hava sambært Anne Linnet eina rúgvu av evnaríkum tónleikarum í sínum kategorium, meðan Anne Linnet sjálv skal til at menna og betra um teir bólkar, sum hon nú skal standa á odda fyri næstu tíðina.

 

Tað er eingin loyna, at støðið hjá bólkunum í ár hevur verið nakað minni enn tað hjá teimum ungu og teimum yvir 24 ár.

 

Men hóast hon hevur nógv stríð frammanfyri sær, so er Linnet glað fyri hesa avbjóðing.

 

- Tað er spennandi við hesari kategoriini, tí felagsskapurin í hesum bólkunum er kjarnan í teirra styrki. Ein solistur hevur bara seg sjálvan at hugsa um, men bólkarnir skulu veksa og menna seg saman, bæði tónlistarliga og mentalt, sigur Anne Linnet við heimasíðuna hjá Dr.

 

Hon sigur eisini, at bólkarnir fyrst og fremst skulu læra hvussu tey kunnu supplera hvønn annan, og tey skulu merkja, at felagsskapurin hevur eina styrki, sum ein einstaklingur hevur trupult við at uppnáa einsamallur.

 

Orsaka av, at so nógv ung evnarík fólk eru við í X-Factor í ár, hava dómararnir tikið tað avgerð, at aldursmarkið skal flytast niður á 24 ár, so øll sum eru 24 ella eldri eru í tí eldri kategoriini.