útbúgving, men tað inniber altso, at hann má standa fyri einum liði. - Og reint praktiskt er tað eisini trupult at sampakka útbúgvingina og hjálparvenjarasessin. Tað er nevnliga so, at allar samlingarnar hjá venjarunum [...] Og tað ber illa til at vera fleiri staðni í senn, sigur Jógvan Martin. Loysn er ávegis Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, váttar eisini, at oman fyri nevndu viðurskifti gera, at tað illa ber til hjá John [...] ár síðani, at Jógvan Martin Olsen longdi venjarasáttmálan við FSF, so er enn ikki greitt, hvussu verður við starvinum sum hjálparvenjari hjá Jógvan Martini. Slíkir spurningar plaga vanliga at verða greiddir
fleiri leikarar. Hetta fyri at styrkja enn meira um hópin hjá Hødd. Ikki timburmaður Rógvi Jacobsen sigur við blaðið, at hann er útlærdur timburmaður, men at hann fer ikki at arbeiða nakað við síðunar av [...] skrivar, at mong sjálvsagt vóru spent uppá at síggja »ta føroysku landsliðsstjørnuna« Rógva Jacobsen. Tað er ein íløgubólkur í nærøkinum kring Ulsteinvik, sum hava gjørt tað møguligt hjá Hødd IL at fáa ein [...] føroyskt, danskt, íslendskt og norskt. Men hann stríðist við at fáa sagt tey røttu orðini á tí rætta málinum. Rógvi sigur, at tað er villingarsamt, at hesi fýra málini hava hvør sítt orð fyri brúsu. Á íslendskum
ístaðin fyri fullveldi. At løgmaður er farin at geva Nato so stóran prioritet man tó neyvan hava nakað við sjálvstýrið at gera. Heldur er tað ein taktisk manøvra fyri at seta kíla í Tjóðveldisflokkin. Tað [...] Danielsen, segði herfyri: at hansara formaður og løgmaður lat seg manipulera av Høgna Hoydal. Einasta broyting, sum er hend síðani tá er tann, at Anfinn Kallsberg nú er farin at brúka orðið sjálvstýri ístaðin [...] verið banniorð millum tjóðveldisfólk bara somikið sum at taka Nato uppá tungu, er nú bráddliga vent í holuni og tykist nýggi formaður floksins at vera ein av heitastu talsmonnunum fyri Natolimaskapi. Tey
niðurstøðan: Mælt verður til at heita á fútan um at avtaka kunngerðina og um neyðugt at beina máli í býráðið. 1. februar í ár samtykti ferðslunevndin um at heita á býráðið um at taka av kunngerðina um pr [...] uttan at vita av tí. Men ferðslunevndin hjá býráðnum viðgjørdi hesa áheitan á fundi 5. mai 1981. Tá varð heitt á teknisku nevnd um at heita á Føroya landfúta um at taka av nevndu kunngerð, við tað at ein [...] Løgið men satt. Tað tók teknisku nevnd hjá Tórshavnar býráð 19 ár at finna út av at heita á fútan um at taka av eina kunngerð frá 1975, sum bannar prutlkoyring í miðbýnum í Havn frá klokkan 21 á kvøldi
Húsarhald rinda ikki fyri at sleppa av við ruski, men tað skulu virkir og fyritøkur. Hetta hevur verið óskipað, og sigur borgarstjórin, at framyvir fer tað at verða soleiðis, at virkir og fyritøkur skulu [...] verðið endurnýtt, sigur Steinbjørn, sum ikki ivast í, at hetta væl kann lata seg gera. Umframt alt hetta, so sigur Steinbjørn, at tað týdningarmiklasta er, at fáa betur skipað viðurskifti á bingjuplássinum. [...] trupulleikar, tí umstøðurnar loyva tí ikki, sum nú er. Men nú fer broyting at koma í. Kommunan hevur endiliga tikið endaligu avgerðina um, at hatta skal verða verandi bingjupláss, og hevur hon samtykt eina broyting
ikki ein samtykt« ENDURGEVINGAR: Høgni Hoydal: »Ein orsøk til at danska stjórnin fer fram, sum hon ger í løtuni, er, at hon veit, at ósemja er í Føroyum« »Føroyingar eru ikki biddarar og nassarar. Danir [...] rðini seinast« »Flokkarnir, sum fara at hava tað truplast í framtíðini, eru teir, sum hava livað av at býta út danskar pengar í Føroyum« »Tað er eingin ivi um, at bæði eg og meginparturin av Tjóðveldi [...] tíðindaskrivinum, at eftir sjálvt hátíðarhaldið norðuri við minnisvarðan standa hurðarnar á Syðradali opnar. Boðið verður ábit við smurdum breyði, te, kaffi og køkum. Fyrireikararnir vóna at nógv fólk kemur
Havnar at vitja okkum, og vit gleddu okkum til at vera saman í nakrar dagar. Hon hevði glett seg fyri fyrstu ferð at koma at gista hjá okkum í okkara nýggja heimi. Tað vardi ongan av okkum, at hennara [...] verki sínum at bera seg at, so sum Guds orð fyriskipar. Tað harmaði hana mangan tey seinnu árini, at so langt var millum hana og hennara ommubørn, og hon gjørdi mangan túrin norður eftir at vitja síni børn [...] dagar vóru við at vera taldir, og at henda vitjanin hjá okkum í Havn skuldi fáa ein so bráðan enda. Gudrid var í mangar mátar ein serstøk kvinna. Tá hon giftist og fekk børn, gavst hon at arbeiða úti, men
Sum so er tað ikki nakað at fegnast um, at fólk verða drigin fyri rættin. Men tað er at fegnast um, at okkurt nú er, sum bendir á, at heimssamfelagið ikki góðtekur, at stjórnarleiðarar gartera sum teimum [...] stórt spell, at tað skal bera til. Men politikkur er politikkur. Enska stjórnin - hóast sosialistiska skjaldaramerkið - torir ikki at standa ímóti kapitalinum. Fáfongd eru tey, ið trúgva, at Tony Blair fer [...] dælt við vápnasølu o. ø, sum hevur havt størri týdning, enn at steðga tápuliga og meiningsleysa borgarakrígnum. Eingin skal billa okkum inn, at NATO saman við USA ikki fær steðga einum slíkum kríggi, um
arbeiðið niður. Karsten Hansen sigur, at orsøkin til, at uppskotið eisini fevnir um teir av manningini, sum eru limir í Starvsmannafelagnum, er, at tað er rættast at lønarásetingar fyri manningina verða [...] viðgerðar fyrsta dagin. Karsten Hansen sigur, at nú ein nevnd verður sett, fáa partarnir sostatt ein møguleika afturat at finna eina loysn sjálvir. Men tað er ikki vist, at allar súðir eru syftar, fyra tað, um [...] sigur nevniliga, at beinanvegin, lógin er samtykt og komin í gildi, skal arbeiðið umborð á Brimli takast uppaftur. Nevnd skal áseta lønina Eftir uppskotinum skal Karsten Hansen skipa fyri, at ein nevnd verður
ferðafólki í Føroyum í ár. Heri Niclasen heldur seg hava eina hilling á støðuni, og hann væntar at tølini fara at vísa, at ferðafólkatalið er økt nakað. Ferðaráðið hevur longu lagt nakrar ætlanir fyri komandi ár [...] hesum møguleikanum, men at sum er hava tey einki at bjóða ferðafólki, sum vilja fiska. Hetta verður alt klárt til næsta summar. Ein stórur trupulleiki hjá ferðavinnuni í Føroyum er, at alt ov fá skelti eru [...] eru hjá ferðafólki at miða seg eftir. Tí er Tórálvur Weihe, arkitektur, settur í starv at gera eina ætlan yvir, hvar skelti eiga at setast upp. Skeltini skulu vísa á nátt- og tvátthús, dvalarvikar, tjald-