Sáttmálatræta
Nú er málið um Brimil endað í tinginum.
Tað hendi seinnapartin týsdagin, tá ið Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, legði uppskot fyri tingið um at fáa ein enda á trætuni um lønina hjá teimum, sum skulu sigla við Brimli.
Uppskotið, sum er lagt fram, fevnir um alla manningina, hóast tað bara eru maskinmenninir og yvirmenninir á brúnni, sum hava lagt arbeiðið niður.
Karsten Hansen sigur, at orsøkin til, at uppskotið eisini fevnir um teir av manningini, sum eru limir í Starvsmannafelagnum, er, at tað er rættast at lønarásetingar fyri manningina verða viðgjørdar í eini heild.
Tekur Løgtingið undir við uppskotinum hjá Karsten Hansen, kemur Brimil til landið fyrsta dagin.
Uppskotið sigur nevniliga, at beinanvegin, lógin er samtykt og komin í gildi, skal arbeiðið umborð á Brimli takast uppaftur.
Nevnd skal áseta lønina
Eftir uppskotinum skal Karsten Hansen skipa fyri, at ein nevnd verður sett at gera av, hvørja løn manningin á Brimli skal hava.
Nevndin verður mannað við seks limum. Av teimum velur Fíggjarmálastýrið tríggjar limir, og tey trý manningarfeløgini, Starvsmannafelagið, Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið, velja hvør sín lim.
Hevur onkur av pørtunum ikki útnevnt sínar limir í nevndina í seinasta lagið sjey dagar eftir, at landsstýrismaðurin hevur biðið hann um tað, verður sorinskrivarin biðin um at útnevnda nevndarlimin.
Til nevndin hevur tikið avgerð, verður Brimil bólkaður sum Tjaldrið. Tá nevndin er komin til eitt úrslit, hevur manningin krav upp á hesa løn frá tí degi, hon byrjar tænastuna umborð og lønin verður tískil dagførd eftir tí.
Nevndin fær freist til 1. mai at koma til eitt úrslit
Men eydnast tað ikki nevndini at semjast, skal hon útnevna ein ástøðumann, sum tekur endaligu avgerðina. Kann nevndin heldur ikki semjast um ein ástøðumann, verður hann tilnevndur av sorinskrivaranum.
Uppskotið kemur til viðgerðar fyrsta dagin.
Karsten Hansen sigur, at nú ein nevnd verður sett, fáa partarnir sostatt ein møguleika afturat at finna eina loysn sjálvir.
Men tað er ikki vist, at allar súðir eru syftar, fyra tað, um Løgtingið samtykkir uppskotið frá Karsten Hansen.Tí, sum tað sæst á grein aðrastaðni í blaðnum, sigur Starvsmannafelagið, at dregur løgtingið viðurskiftini hjá manningini, sum eru limir í Starvsmannafelagnum uppí eina møguliga samtykt um Brimil, noyðist felagið at seta tiltøk í verk