Ferðaráðið ger seg út til næsta ár

Ferðaráð Føroya er longu farið undir at fyrireika seg til næsta ár og hevur tveir faldarar klárar. Eingi tøl eru at vísa á enn, men Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráðnum, heldur, at árið í ár hevur verið á góðari leið, hvat ferðafólki viðvíkur

 

Mikudagin 18. oktober skipar Ferðaráðið fyri tíðindafundi, har Bornholms Forskningscenter fer at leggja sítt kanningararbeiði fram. Bornholms Forskningscenter hevur gjørt eina umfatandi kanning av ferðavinnuni í Føroyum. Kanningin fer at vísa á, hvussu nógvan pening ferðafólk leggja eftir seg, og hvørji ferðafólk leggja leiðina hendavegin, t.v.s. hvat slag av fólki velur at vitja Føroyar. Eisini hava tey kannað, hvussu Føroyar eru runnar teimum til hugs sum ferðamál.

Tey tølini fara eisini at vísa, hvussu tað hevur hilnast við ferðafólki í Føroyum í ár. Heri Niclasen heldur seg hava eina hilling á støðuni, og hann væntar at tølini fara at vísa, at ferðafólkatalið er økt nakað.

Ferðaráðið hevur longu lagt nakrar ætlanir fyri komandi ár, har gjørt verður meira burturúr teimum møguleikum, sum vit kunnu bjóða á ella í havinum.

Ein kavarafaldari er nú klárur at fara til prentingar, men tað seinasta er enn ikki komið uppá pláss. Síðani verður ein havfiskifaldari eisini gjørdur, tí á Ferðaráðnum siga tey seg hava lagt til merkis, at fleiri ferðafólk hava gingið og leitað eftir hesum møguleikanum, men at sum er hava tey einki at bjóða ferðafólki, sum vilja fiska. Hetta verður alt klárt til næsta summar.

Ein stórur trupulleiki hjá ferðavinnuni í Føroyum er, at alt ov fá skelti eru hjá ferðafólki at miða seg eftir. Tí er Tórálvur Weihe, arkitektur, settur í starv at gera eina ætlan yvir, hvar skelti eiga at setast upp. Skeltini skulu vísa á nátt- og tvátthús, dvalarvikar, tjald- og kampingpláss. Tórálvur Weihe skal eisini vísa á, hvar slíkir hentleikar best kunnu leggjast.

Ferðaráðið hevur saman við Atlantsflogi og Smyril Line keypt eina lýsingarsíðu í einum ferðablaði hjá Danmarks Turistråd, sum verður prentað í 400.000 eintøkum og fer um alt Týskland. Hesum vænta tey sær nógv av, og tí ræður um at vera fyrireikaður.

Umframt alt hetta verður eisini arbeitt við einum nýggjum filmi um Føroyar, sum verður eini sjey minuttir til longdar.

Tað, sum Heri Niclasen, stjóri, sær sum eina av størstu uppgávunum hjá Ferðaráðnum, er, at spjaða ferðafólkið kring alt landið, so øll kunnu fáa ágóðan av ferðavinnuni.