Sum so er tað ikki nakað at fegnast um, at fólk verða drigin fyri rættin. Men tað er at fegnast um, at okkurt nú er, sum bendir á, at heimssamfelagið ikki góðtekur, at stjórnarleiðarar gartera sum teimum lystir.
Annað dømi høvdu vit, tá enska stjórnin helt fyrrverandi Kilska einaræðisharranum, Pinochet, aftur í nógvar mánaðir, tí hann møguliga eisini skuldi dragast fyri rættin. Men tíverri tordi bretska stjórnin ikki at standa móti trýstinum - m. a. frá somu Margareth Tacther, og teir lótu Pinochet sleppa heim - tí stjórnarleiðara í okkara tíð, ið hevur eina mest mannalív á samvitskuni. Tað er stórt spell, at tað skal bera til.
Men politikkur er politikkur. Enska stjórnin - hóast sosialistiska skjaldaramerkið - torir ikki at standa ímóti kapitalinum. Fáfongd eru tey, ið trúgva, at Tony Blair fer at lata ein fyrrverandi bretskan stjórnarleiðara - hóasta mótstøðufólk - útflýggja til rættarsókn.
Og vit kunnu halda fram, so sum vit so mangan hava gjørt á hesum stað og vísa á onnur stríð - t. d. stríðið á Balkan, har lond í Vesturheiminum hava gjørt sær dælt við vápnasølu o. ø, sum hevur havt størri týdning, enn at steðga tápuliga og meiningsleysa borgarakrígnum. Eingin skal billa okkum inn, at NATO saman við USA ikki fær steðga einum slíkum kríggi, um vilji er til tess.
Og so eru tað vit í Norðurlondum, sum altíð eru so fitt og pen. Vit halda okkum uttan fyri øll heimsins stríð - samstundis sum Svøríki og Noreg og onnur við eru stórir vápnaútflytarar. Onkustaðni lekur millum teori og praksis.
Men vit kunnu so staðfesta, at tann stjórnarleiðarin á okkara leiðum, sum hevur flestar mannalagnur á samvitskuni, eitur Margareth Tacther.
Spurningurin er so bara, um mannarættindadómstólurin og bretska stjórnin, halda tað vera í lagi?r, tí at hann hevur kunnað smittað. Á sjúkrahúsinum hevur hann fingið heilivág, og sambært læknunum er eingin smittuvandi eftir at tann sjúki hevur fingið heilivág í 14 dagar, sigur Linda Guttesen
Fyri einari viku síðan, tá fullkomulig vissa var fyri, at hann ikki kundi smitta longur, varð Xiaobin Zhang útskrivaður, og týsdagin stóð hann aftur í kinesiska køkinum á Nan-Tong.