Oddagrein: Alt vent á høvdið

TAÐ eru løgin signal, sum í hesum døgum verða meldað út úr Tinganesi.

Meðan tað áður hevur verið banniorð millum tjóðveldisfólk bara somikið sum at taka Nato uppá tungu, er nú bráddliga vent í holuni og tykist nýggi formaður floksins at vera ein av heitastu talsmonnunum fyri Natolimaskapi. Tey mongu tjóðveldisfólk, sum hava verið við í mongu mótmælisgongunum móti Nato og milliterinum sum heild gretta ikki orð, nú løgmaður og varaløgmaður í sátt og semju eru farnir at bróta upp úr nýggjum. Harvið ganga teir eisini ímóti øllum teimum løgtingssamtyktum, sum teir og teirra hava verið við til at taka undir við mongu seinastu árini. Samtyktir, sum greitt søgdu, at Føroyar skulu standa uttan fyri alt herðnarligt vald.


NÚ verða so allar hesar samtyktir og øll tey fólk, ið stóðu aftanfyri tær, ofrað á fullveldisins altari. Øðrvísi kann tað ikki skiljast. Hvussu kann ein flokkur, hvørs røtur og høvuðsstuðlar hava havt sum hjartamál at ganga ímóti Natolimaskapi, nú bráddliga kúvenda! Og hvussu ber tað til, at allir teir tjóðveldismenn, sum í skrift og talu nettupp leikaðu harðast í móti eitt nú fólkaflokkinum í hesum máli, nú hava mist málið!


Í leirinum hjá løgmanni er støðan ikki øðrvísi. Har tykist eisini nógv vent á høvdið. Tí meðan løgmaður fyrr hevur tosað um eina breiða loysn í sjálvstýrismálinum, so hevur hann nú flaggað út sum kanska tann mest víðgongdi fullveldismaðurin av øllum. Hetta vita vit er ikki í samsvar við meiningina hjá einum stórum parti av fólkaflokkinum, sum ynskir at taka sjálvstýri stig fyri stig - nøkunlunda eftir sama leisti, sum Javnaðarflokkurin í dag gongur inn fyri.


VIT minnast øll, hvat ein av mest framstandandi fólkafloksmonnunum, Birgir Danielsen, segði herfyri: at hansara formaður og løgmaður lat seg manipulera av Høgna Hoydal. Einasta broyting, sum er hend síðani tá er tann, at Anfinn Kallsberg nú er farin at brúka orðið sjálvstýri ístaðin fyri fullveldi. At løgmaður er farin at geva Nato so stóran prioritet man tó neyvan hava nakað við sjálvstýrið at gera. Heldur er tað ein taktisk manøvra fyri at seta kíla í Tjóðveldisflokkin. Tað signalið hevur partamaðurin Bjarni Djurholm eisini fangað. Teir nýtast tó ikki at gera sær tann stóra ómakin, tí røturnar í Tjoðveldisflokkinum, antinatorøturnar, lata seg blint leiða av formanni floksins, sum eftir øllum at døma hevur slept mong av gomlu tjóðveldisidealunum.