Minnisvarði á Syðradali

Á Syðradali á Kalsoy verður minnisvarði yvir bygdarfólk, sum farin eru av vanlukku á sjógvi og landi, avdúkaður í næstum

Nú fær eisini Syðradalur á Kalsoynni ein minnisvarða yvir bygdarfólk, sum farin er av vanlukku av ymsum slag.

Arbeitt hevur verið við minnisvarðanum eina tíð, og nú stendur hann klárur beint norðan fyri bygdina.

Tað er minnisgrunnur Andreas Eliasen, sum fíggjar minnisvarðan.

Minnisvarðin verður avdúkaður leygardagin 8. juli klokkan 13.

Skipað verður fyri hátíðarhaldi á Syðradali, tá minnisvarðin verður avdúkaður, siga Poulina og Erik Eliasen, sum hava staðið fyri arbeiðinum at fáa minnisvarðan reistan. Skrá er løgd við røðum, sangi, tónleiki og so framvegis, siga tey í tíðindaskrivinum, sum sent er út.

Eisini verður skipað fyri ferðing til og úr Kalsoynni í hesum sambandi. Lýst verður við hesum seinni, siga fyrireikararnir.

Sagt verður í tíðindaskrivinum, at eftir sjálvt hátíðarhaldið norðuri við minnisvarðan standa hurðarnar á Syðradali opnar. Boðið verður ábit við smurdum breyði, te, kaffi og køkum.

Fyrireikararnir vóna at nógv fólk kemur til bygdar hendan dagin og ynskja øllum at vera hjartaliga vælkomin, siga tey bæði Poulina og Erik Eliasen á Syðradali á Kalsoy í tíðindaskrivinum.es Eidesgaard:


»Tað er ein skaðiligur dámur komin yvir samráðingarnar ? hetta, at mann bara krevur og krevur«


»Vit kunnu ikki satsa so nógv uppá tað politiska frælsið, at tað

persónliga frælsið fer fyri bakka«


»Ríkisfelagsskapurin er nakað, sum allir føroyingar hava eitt forhold til. Uppá gott og ilt«


»Trupulleikin hjá Høgna Hoydal er ikki so nógv, at Javnaðarflokkurin ikki er við honum, men at hann ikki hevur fólkið aftanfyri seg«


»Munurin millum uppskotið hjá samgonguni og uppskotið hjá

Javnaðarflokkinum er, at vit siga: Sjálvsstýrið er ein prosess ? ikki ein

samtykt«



ENDURGEVINGAR:


Høgni Hoydal:


»Ein orsøk til at danska stjórnin fer fram, sum hon ger í løtuni, er, at hon veit, at ósemja er í Føroyum«


»Føroyingar eru ikki biddarar og nassarar. Danir hava fingið minst líka nógv burturúr sambandinum, tá ið alt verður talt við«


»Andstøðan brendi av 2 milliardir uppá 20 minuttir undir

fíggjarlógarviðgerðini seinast«


»Flokkarnir, sum fara at hava tað truplast í framtíðini, eru teir, sum hava livað av at býta út danskar pengar í Føroyum«


»Tað er eingin ivi um, at bæði eg og meginparturin av Tjóðveldisflokkinum høvdu tikið undir við tí (at halda fólkaatkvøðu beinanvegin, bl.m.)«


»Vit kunnu ikki fara og bakka bara tí at tað kemur eitt lot av

Christiansborg«