Klaksvík:
Tað sær ikki gott út. Grótbrotið, sum er eitt bingjupláss hjá Klaksvíkar kommunu. Ruskið kemur inn hvønn dag í stórum nøgdum, og gevur stórar trupulleikar, tí umstøðurnar loyva tí ikki, sum nú er. Men nú fer broyting at koma í. Kommunan hevur endiliga tikið endaligu avgerðina um, at hatta skal verða verandi bingjupláss, og hevur hon samtykt eina broyting í almennu byggisamtyktini fyri Grótbrotið/bingjuplássið á Bumshamri.
Kommunan hevði eitt annað bingjupláss norðuri í Ánunum, men síðani í september ella oktober 1989, tá húsarhaldsruski byrjaði at verða ført yvir um Leirvíksfjørð til brennistøðina, hevur grótbrotið á Bumshamri virkað sum eitt bingjupláss.
? Eg havi longi verið sera harmur um bingjuplássið hjá okkum, sum satt at siga sær út sum ein køstur, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri.
Steinbjørn greiðir frá, at tað kemur ein rúgva av ruski inn frá húsarhaldunum ? umframt alt frá virkjunum. Hóast tað so er hatta bingjuplássið nóg stórt. Men kommunan rindar nógvar pengar fyri flutning av ruski, og tískil umhugsar hon nú at fara í holt við tyrving og endurnýtlsu á bingjuplássinum í Klaksvík.
? Vit hava tosað um møguleikan til at fáa eina kvørn inn á plássið, har avklipt trø og annað tílíkt kundi farið í og verðið endurnýtt, sigur Steinbjørn, sum ikki ivast í, at hetta væl kann lata seg gera.
Umframt alt hetta, so sigur Steinbjørn, at tað týdningarmiklasta er, at fáa betur skipað viðurskifti á bingjuplássinum.
? Har eru altíð fólk á staðnum, tá tað er opið, sigur Steinbjørn. Men tað er ikki tað, sum er trupulleikin. Húsarhald rinda ikki fyri at sleppa av við ruski, men tað skulu virkir og fyritøkur. Hetta hevur verið óskipað, og sigur borgarstjórin, at framyvir fer tað at verða soleiðis, at virkir og fyritøkur skulu venda sær beinleiðis til IRF, tá tey skulu av við rusk.
Steinbjørn Jacobsen greiðir frá, at sjálvt bingjuplássið verður hampað. Har skal stoypast og eisini verður tað upplýst.
? Vit hava tikið av einum tilboði uppá at gera arbeiðið, sigur borgarstjórin. Og arbeiðið tað fer helst í gongd, tá broytingin í byggisamtyktini er góðkend.
Arbeiðið upp á bingjuplássið kemur at kosta góða hálva aðru millión krónur.