verið og vitja í Føroyum tvær ferðir og henni dámar sera væl. - Mær dámar eisini væl í USA, har er gott at vera, men ikki líka gott sum heima, greiðir Pauli frá. Pauli er í summarferiu í seks vikur, hann [...] havhesti í Vágsbotni. Pauli Nolsøe úr Kaldbak selir nátar, sum hann tók saman við beiggjum sínum leygardagin. Nógv fólk steðgar á, og keypir sær eitt kók og prátar í sólskininum. Pauli er heima í Føroyum í [...] summarferiu, hann býr í Connecticut í USA. Har hevur hann búð í trý ár, tí kona hansara er haðani. - Eg møtti henni umborð á læknaskipinum Anastasis í Afrika, har vit bæði sigldu við. Eg var dekkari og
sum flestu aðrir prestar í Føroyum, eina bakgrund í fólkakirkjuni. Hon er vaksin upp í Evangeliuhúsinum í Havn, sum nú hevur fingið navnið City Church. Har hevur hon gingið í sunnudagsskúla, og sum ung [...] Vestmanna at búgva, sigur Maria Summers við Skipá. Í løtuni verða nakrar umvælingar gjørdar í prestagarðinum í Vestmanna, men væntandi flyta tey inn í desember. Nú í fyrstuni koyra tey ímillum. Vor Frue Kirke [...] var Maria Summers við Skipá virkin í náttarkirkjuni í Vor Frue kirke í Keypmannahavn, sum vanliga var fríggjakvøld. Undir lestrinum kom hon eisini í Hillsong samkomuna í Keypmannahavn, sum er ein altjóða
inum í Odense, og fekk solistprógv 1996. Sama ár fekk hann fulltíðarstarv sum fyrsti fiól-leikari í Det kongelige Kapel í Keypmannahavn. Rúni hevur eisini fingið víðari útbúgving í New York, og í hesum [...] Býráðshøllini í Runavík, og seinna konsertin verður í Norðurlandahúsnum mikukvøldið 10. oktober 2001 kl. 19.30. Hetta verður fyrstu ferð, at Rúni Bæk fer at hava sjálvstøðuga konsert í Føroyum. Rúni byrjaði at [...] verður í næstum. Hesaferð verða tað teir báðir Rúni Bæk, fiól og Jóhannes Andreasen, klaver, sum fara at at spæla. Fyrra konsertin í hesi røðini verður sunnukvøldið 7. oktober 2001 kl. 19.30 í Býráðshøllini
Miðvikan í Sosialinum um um Kenneth og Esther. Esther og William giftust í Føroyum í 1944 og fingu her fyrra barnið Hervør, sum doyði fyri nøkrum árum síðani. Tey fluttu til Bretlands og fingu Robin í 1955 [...] Í dag, 20. juli, verður Esther Williamson, fødd Rein, ættað úr Havn, 90 ár. Esther hevur tey seinastu meira enn 60 árini búð í Bretlandi, men í gjár kom hon saman við soni og verdóttir til Føroya at kunna [...] henda stóra føðingardag saman við familjuni í Føroyum. Esther er ein av teimum mongu føroysku gentunum, sum giftist við bretskum hermanni, og sum búsettist í Bretlandi eftir kríggið. Tær eru ikki nógvar
konsertirnar hjá Paul McCartney og tann hjá Elton John skuldu ikki fara framvið í ár. Teir kannaðu hvar hesir báðir skuldu spæla í Evropa, og »Bingo« - Føroyar, sum teir áður høvdu hoyrt um, fekk vitjan av [...] Onglandi, Íslandi og Danmark koma til konsertina. At tað er ein solokonsert, ið Elton John fer at hava í Føroyum, er eisini nakað, ið fólk ferðast eftir. - Vit hava fingið at vita frá fólkinum rundanum Elton John [...] kilometrar fyri at koma til Føroya at hoyra Elton John. Teir búgva á eini oyggj, Santa Catarina Island, í Suðurbrasilia. Báðir eru stórir tónleikafjepparar, og tá møguleikin, at bæði uppliva Paul McCartney
Byrgadóttir byrjar í Kina í 2002 og endar í USA í 2003. Føroyski parturin av framsýningini er málaður millum ferðirnar. Kina sæst serliga aftur í sniðum og dekorativum teknum. Og í USA var býurin Boston [...] grafikki. Hon hevur fyrr sýnt verk fram í Smiðjuni í Lítluvík og á ólavssøkuframsýning. Framsýningin "Ú r Bejing til Boston" kann síggjast hesar tíðir í Smiðjuni í Lítluvík í Havn. Opið verður soleiðis: Fríggjadagin [...] higani úr Føroyum, har hav, landslag og kenslur fylla mest. Anna Byrgadóttir er 34 ára gomul. Hon hevur nomið sær kunnleika á Listaháskúla á Langeland og í Holbæk. Harumframt hevur hon tikið skeið í modelltekning
eitt skip á kongafiskaveiði í Irmingarhavinum, og hetta skipið hevur ógvuliga góðar veiðimøguleikar. - Meðan føroyingar bara kunnu fiska í altjóða sjógvi í Irmingarhavinum og í grønlendskum sjógvi, kann [...] hvørjum øðrum. Føroyskir og grønlendskir myndugleikar tosa saman í hesum døgum. Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri, er í Grønlandi, og í Føroyum hittir Anfinn Kallsberg, løgmaður, grønlendska landsstýrisformannin [...] Fiskivinna Akraberg liggur í løtuni á Reykjavík, og ivasamt er, hvat skipið nú fer at gera. Teir loystu úr Føroyum, 8. august og fóru í Irmingarhavið at royna eftir kongafiski. Men bert fáir dagar gingu
- Eg ferðaðist í Føroyum í 1997 saman við konuni. Vit fóru ein túr til Vestmanna fyri at síggja bjørgini og fuglarnar. Tað var Palli Lamhauge, ið silgdi okkum út til bjørgini. Tað var ein góður túrur, [...] gjørt um Vestmannabjørgini. Palli segði, at hann hevði onki videoband júst í teirri løtu, men at hann kundi senda tað til okkum í Avstraliu, um vit góvu honum pengarnar beint nú. Tað helt eg vera eitt gott [...] videoband komið fram í Avstraliu. Eg skrivi tískil eitt lítið bræv til Hr. Palla Lamhauge, men eg fái onki svar. Eg hugsi, at hetta er ikki gott. Síðani skrivi eg til ferðaskrivstovuna í Tórshavn og fregnist
kring um landið hevur neyvan í nýggjari tíð verið størri, enn tað er í dag. Ikki tí; at síggja hvítan svan í Føroyum hevur gjøgnum nógv ár ikki verið nøkur óvanlig sjón. Í dag síggjast svanar javnan næstan [...] vøtnini eru mong í tali. Minni vanligt er at síggja svartan svan. Fyri eini tíð síðan - ella í fyrru hálvu av mars í ár - hevði in.fo ein greinastubba um ein svartan svan, sum var á Vatninum í Vági. - Talan [...] honum ella henni. Spurningurin er, um svørtu svanarnir í Føroyum eru fleiri í tali - ella, um hesin nú er vorðin stakur. Cygnus Atratus Naturstyrelsen í Danmark veit um svarta svanin - á latínskum "cygnus
Í góðveðrinum í gjár vóru nógv fólk úti og gingu í Klaksvíka við bátabrúgvarnar, Úti í Grøv og har um vegir. Á veg heimeftir bakkanum - niðan fyri Gravarbø, sat Erik Nielsen og hugnaði sær saman við konuni [...] av grønum urtum, sum verður drukkið alla staðir í Argentina – í bussinum, eftir gøtuni ella á útferðum sum nú. Krússið gekk so runt við eini súgvurøri í, sum líknaði eini silvurspón. Væl smakkaði og mamman [...] Erik tosar ræðið føroyskt og greiddi frá, at mammuni dámar serliga væl at vera í Føroyum, og er hon her rættiliga ofta í mun til tað longu leið úr Argentina, har hon arbeiðir sum fysioterapeutur. Saknar