Giovani de Matos og 13-ára gamli sonur hansara Daniel, ferðast yvir 12.000 kilometrar fyri at koma til Føroya at hoyra Elton John. Teir búgva á eini oyggj, Santa Catarina Island, í Suðurbrasilia.
Báðir eru stórir tónleikafjepparar, og tá møguleikin, at bæði uppliva Paul McCartney og Elton John var til staðar, bílagdu teir ferðaseðilin til Evropa.
- Vit ferðast úr Sao Paolo til London og Cardiff, har Paul McCartney hevur konsertir 26. og 27. juni. Frá London fara vit til Keypmannahavn, og síðan víðari til Føroya at uppliva Elton John, greiður Giovani de Matos frá.
Hann er fyrrverandi bankastjóri í Sao Paolo, sum nú starvast sum ráðgevi. Bæði hann og sonurin Daniel dáma væl at ferðast, og teir hoyrdu fyrstu ferð um Føroyar frá einum granna, ið hevði sagt at Føroyar var eitt av vakrastu støðum hann nakrantíð hevði vitjað.
Dreymur gerst veruleiki
Fjepparar, sum teir báðir eru, avgjørdu teir, at konsertirnar hjá Paul McCartney og tann hjá Elton John skuldu ikki fara framvið í ár. Teir kannaðu hvar hesir báðir skuldu spæla í Evropa, og »Bingo« - Føroyar, sum teir áður høvdu hoyrt um, fekk vitjan av Elton John.
- Tað hendir ikki oftani, men tað var also kærleiki við fyrsta eygnabráð, tá vit sóu myndir úr Føroyum, sigur Daniel de Matos.
At sleppa at síggja Føroyar og hoyra Elton John er ein dreymur, sum gerst veruleiki hjá teimum.
Dennis Holm hjá Fivestar sigur, at nógv fólk úr Onglandi, Íslandi og Danmark koma til konsertina.
At tað er ein solokonsert, ið Elton John fer at hava í Føroyum, er eisini nakað, ið fólk ferðast eftir.
- Vit hava fingið at vita frá fólkinum rundanum Elton John, at ein solokonsert er ógvuliga eksklusiv. Tað er onki, ið hann ger serliga ofta, sigur Dennis Holm.
Solokonsert inniber, at tað verða Elton og klaverið á pallinum, og onki annað.