Úr Barentshavinum í Irmingarhavið til onga nyttu

Togan er millum føroyskar og grønlendskar myndugleikar um kongafiskakvotuna í Irmingarhavinum.
<DPTAB>    - Eg haldi, at landsstýrið átti at skorið ígjøgnum og latið okkum fiskað kvotuna, sum eftir er, í altjóða sjógvi, sigur reiðarin á Akrabergi, Anfinn Olsen.

Fiskivinna

Akraberg liggur í løtuni á Reykjavík, og ivasamt er, hvat skipið nú fer at gera. Teir loystu úr Føroyum, 8. august og fóru í Irmingarhavið at royna eftir kongafiski. Men bert fáir dagar gingu, so fekk reiðaríið at vita frá Fiskimálastýrinum, at teir skuldu gevast at fiska, tí kvotan er uppi. Tískil varð fiskiloyvið hjá Akrabergi í Irmingarhavinum sett úr gildi.
Reiðarin á trolaranum, Anfinn Olsen, sigur seg ikki skilja, hví hetta er so, tí sambært fiskiveiðiavtaluni við Grønland um kongafiskiskapin í Irmingarhavinum skuldu 500 tons verið eftir at fiska.
- Men vit noyðast fyribils at ásanna, at Akraberg kom heim úr Barentshavinum til at fara í Irmingarhavið at royna, men at hetta var til onga nyttu, sigur hann.


Togan millum
Føroyar og Grønland

Reiðarin vísir á, at samlaða DFG-kvotan (Danmark, Føroyar og Grønland), sum hon verður rópt, er uppá góð 24.000 tons, og av hesum eiga føroyingar 3.400 tons.
-Hetta er ein kvota, sum hoyrir undir kongaríkið, men sum vit bara fáa ein lutfalsliga lítlan part av. Grønland, sum strandaland til henda kongafiskin, fer avstað við stívliga 20.000 tonsum, sum teir í størstan mun lata ES. Henda kvotan skiftir eftir TAC?num á kongafiski í Irmingarhavinum, men prosentbýtið liggur nøkulunda fast.
Anfinn vísir á, at sambært avtaluni, hava føroyingar møguleikar fyri øktari kvotu í tveimum umførum.
- Fyrr ferð, heimild er at økja kvotuna, er 15. juli, men treytin er, at tá skulu ikki vera fiskað meira enn 5.000 tons av føroyskum og grønlendskum skipum tilsamans. Hendan dagin vóru meira enn tey 5.000 tonsini veidd, og tí fingu vit onga eykakvotu. Seinnu ferð, heimild er at hækka kvotuna, er 10. august, og tá er treytin, at veiðan ikki skal vera farin um tey 8.000 tonsini.
Reiðarin sigur, at tá ið farin var um hendan dagin, vóru minni enn 8.000 tons fiskað, og tí skuldu føroyingar sambært sáttmálanum fingið 500 tons aftrat.
- Hetta var orsøkin til, at Akraberg kom heim úr Barentshavinum og síðan fór á kongafiskaveiði í Irmingarhavið.
Men her noyddust teir at gevast, tí Fiskimálastýrið boðaði frá, at kvotan kortini var uppi.


Ikki sambært
sáttmálanum

- Eg haldi ikki, at tað, sum er hent, er sambært sáttmálanum við Grønland, sigur Anfinn Olsen, sum heldur, at fiskivinnumyndugleikarnir í Føroyum áttu at trýst meira á til tess at varðveita hesi rættindi.
Anfinn heldur, at landsstýrið t.d. kundi gingið við til, at tað, ið sambært sáttmálanum er eftir av kvotuni, varð fiskað í altjóða sjógvi.
- Men hetta er ivaleyst ein samlaða meting, sum landsstýrið ger mótvegis teimum
avtalum, vit hava við Grønland, sigur hann.
Hví landsstýrið sigur, at kvotan er uppi, veit Anfinn ikki rættiliga at siga okkum, men
hann hevur fingið at vita frá myndugleikunum, at málið um hesi seinastu 500 tonsini er ikki slept.
Reiðarin vísir á, at fyribils liggur Akraberg í Reykjavík, tí teir vilja vera so nær leiðunum í Irmingarhavinum sum tilber, um málið verður loyst komandi dagarnar.
- Vón er í hangandi snøri, plaga vit at siga, og soleingi, sum málið ikki er slept,
vóna vit, at tað verður loyst, soleiðis at vit sleppa aftur í Irmingarhavið at fiska av tí, ið eftir er.
Annars er at siga um DFG-kvotuna, at meðan Grønland letur ES fara avstað við meginpartinum av teirra kvotu, býta Føroyar ikki sína kvotu við aðrar, men fiska hana sjálvir.


Bert eitt grøn-
lendskt skip

Sum skilst, hava grønlendingar bara eitt skip á kongafiskaveiði í Irmingarhavinum, og hetta skipið hevur ógvuliga góðar veiðimøguleikar.
- Meðan føroyingar bara kunnu fiska í altjóða sjógvi í Irmingarhavinum og í grønlendskum sjógvi, kann grønlendski trolarin eisini fiska í íslendskum sjógvi, har veiðan oftast er best í byrjanini av sesongini.
Anfinn sigur, at Grønland og Ísland eru einastu strandalondini til kongafiskin í Irmingarhavinum, og londini hava eina avtalu um, at tey kunnu fiska hvør hjá hvørjum øðrum.
Føroyskir og grønlendskir myndugleikar tosa saman í hesum døgum. Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri, er í Grønlandi, og í Føroyum hittir Anfinn Kallsberg, løgmaður, grønlendska landsstýrisformannin og danska forsætisráðharran á ríkisfundi.
- Vit hava eingi lyfti fingið um, at hetta málið kemur til umrøðu, men vit kunnu bara vóna, at so verður, sigur Anfinn Olsen, reiðari, at enda.