Úr Avstraliu til Føroya eftir videobandi

Fýri átta árum síðani bílegði avstraliumaðurin Roger Cundell eitt videoband úr Vestmanna. Bandið kom ongantíð fram, og nú er hann sjálvur komin allan vegin úr Avstraliu til Føroya eftir videobandinum

- Eg ferðaðist í Føroyum í 1997 saman við konuni. Vit fóru ein túr til Vestmanna fyri at síggja bjørgini og fuglarnar. Tað var Palli Lamhauge, ið silgdi okkum út til bjørgini. Tað var ein góður túrur, sigur 87 ára gamli Roger Cundell.
- Eftir túrin spurdu vit, um vit ikki kundu fáa videobandið, sum var gjørt um Vestmannabjørgini. Palli segði, at hann hevði onki videoband júst í teirri løtu, men at hann kundi senda tað til okkum í Avstraliu, um vit góvu honum pengarnar beint nú. Tað helt eg vera eitt gott hugskot, og eg gav honum 20 dollarar, og vit fóru avstað "down under"
- Eftir ein mánað ella so var onki videoband komið fram í Avstraliu. Eg skrivi tískil eitt lítið bræv til Hr. Palla Lamhauge, men eg fái onki svar. Eg hugsi, at hetta er ikki gott. Síðani skrivi eg til ferðaskrivstovuna í Tórshavn og fregnist, "Hvar er mítt videoband? Kanst tú fáa hasi fólkini til at lætta sær á og senda mær videobandið?" Men frá teimum fái eg heldur onki svar.
- Nú havi eg so ferðast 12.000 míl til Føroya, og tað hevur kostað mær 67.500 krónur at fáa konu mína og meg sjálvan hendavegin eftir videobandinum og taka tað heim. Eitt heldur dýrt videoband, sigur Roger Cundell, sum er farin aftur til Avstraliu við videobandinum.

--

Myndatekstur: Hann kom, hann sá, og hann tók videobandið, sum hann hevði bílagt og goldið fyri átta árum síðani, men sum ongantíð var komið fram

Mynd: Jens Kr. Vang