Næsta Orfeus konsertin veturin 2001-2001 verður í næstum.
Hesaferð verða tað teir báðir Rúni Bæk, fiól og Jóhannes Andreasen, klaver, sum fara at at spæla.
Fyrra konsertin í hesi røðini verður sunnukvøldið 7. oktober 2001 kl. 19.30 í Býráðshøllini í Runavík, og seinna konsertin verður í Norðurlandahúsnum mikukvøldið 10. oktober 2001 kl. 19.30.
Hetta verður fyrstu ferð, at Rúni Bæk fer at hava sjálvstøðuga konsert í Føroyum.
Rúni byrjaði at læra fiólspæl longu 4 ára gamal. Hann hevur lisið á konservatoriinum í Odense, og fekk solistprógv 1996.
Sama ár fekk hann fulltíðarstarv sum fyrsti fiól-leikari í Det kongelige Kapel í Keypmannahavn.
Rúni hevur eisini fingið víðari útbúgving í New York, og í hesum býi hevur hann hann havt framførslur m.a. í Lincoln Center. Rúni hevur eisini spælt á ST-høvuðsborgini við fiól sínari ? millum áhoyrarnar til ta konsertina var aðalskrivarin í ST Khofi Annan.
Síðsta vetur vann Rúni Bæk ?Annual Young Artist Violin Award?, og partur av hesi virðisløn var ein debutkonsert í Carnegie Hall, sum var 4. mars 2001. Á hesi konsert spældi hann m.a. eitt stykki saman við bróðuri sínum Øssuri Bæk.
Jóhannes Andreasen tók prógv í klaverspæli og tónleikanáksfrøði á ?Hochschule fur Musik und darstellende Kunst? í Wien, har hann hevði Walter Fleischmann sum lærara. Seinni las hann eina tíð á ?International Menuhin Music Adademy? í Schweiz og eitt ár hjá Peter Feuchtwanger í London.
Umframt at starvast sum lærari í musikkskúlaskipanini hevur Jóhannes virkað sum tónleikari. Hann hevur tikið lut í fløguútgávum hjá Ectgraplatte, Kontrapunkt og Tutl, og hann er medstovnari av bólkunum Aldubáran og Musica Viva.
Á konsertskránni hjá Rúna og Jóhannesi eru m.a. Carmenfantasiin eftir Pablo de Sarasate. Hetta er eitt av teimum verkum, Rúni framførdi á Carnegie Hall fyrr í ár. Haraftrat spæla teir verk eftir Mozart, Bartók og Brahms.