Úr Bretlandi til Føroya halda 90 ára føðingardag

Havnarkonan, Esther Williamsen, hevur búð í Bretlandi í yvir 60 ár, men nú her hon komin heim at hátíðarhalda sín 90 ára føðingardag

Í dag, 20. juli, verður Esther Williamson, fødd Rein, ættað úr Havn, 90 ár. 

 

Esther hevur tey seinastu  meira enn 60 árini búð í Bretlandi, men í gjár kom hon saman við soni og verdóttir til Føroya at kunna halda henda stóra føðingardag saman við familjuni í Føroyum.

 

Esther er ein av teimum mongu føroysku gentunum, sum giftist við bretskum hermanni, og sum búsettist í Bretlandi  eftir kríggið. Tær eru ikki nógvar eftir á lívi. Tí er Esther ófør at koma henda vegin at halda henda serliga dagin.

 

Hóast Esther hevur verið so leingi úr Føroyum, so hoyrist tað ikki á henni. Hon tosar føroyskt sum eitt rættiligt havnarfólk.

 

Esther  er dóttir Hansinu og Niels Rein.  Hennara abbar, Pedda við Stein og Luddi í Dali, vóru kendir havnarmenn.

 

Hennara lív var upprunaliga sum hjá øðrum havnargentum. Hon arbeiddi hjá tannlæknanum Kaaber, sum hevði tannlæknastovu í Tinganesi, men hann ferðaðist eisini runt landið at gera tenn. Tá hann eisini útgerðina við sær. Tá plagdi Esther at vera við honum, so hetta hevur verið strævið. Esther letur væl at Kaaber og donsku konu hansara, Sigrid, fyri at hava verið fitt fólk.

 

Men so er, at kríggið kemur við øllum teimum bretsku hermonnunum. Niels var blíður og bjóðaði einum hermanni heim, og tað rann saman millum hann og Esther. 

 

Hesin var ein av teimum hermonnunum, sum gjørdist kendur, nevniliga Kenneth Williamson føddur í 1914. Hann gjørdist so hugtikin av Føroyum, at hann skrivaði eina bók um Føroyar, The Atlantic Islands, sum gjørdist so væl umtókt, at hon er endurprentað. 

 

Kenneth var kendur fuglafrøðingur og hevur skrivað  til samans fimm bøkur, eisini eina um St. Kilda vestanfyri Skotland.  Eisini var hann  ritstjóri á blaðnum Bird Migration.
Kenneth er ein so mikið áhugaverdur persónur, at um tvær vikur verður Miðvikan í Sosialinum um um  Kenneth og Esther.

 

Esther og William giftust í Føroyum í 1944 og fingu her fyrra barnið Hervør, sum doyði fyri nøkrum árum síðani. 

 

Tey fluttu til Bretlands og fingu Robin í 1955. Kenneth doyði í  1977.

 

Esther býr nú sunnanfyri London, nærindis Robin og konuni.  Esther var millum annað ein góður klaverspælari.  Hon er hugalig at práta við og minnist nógv frá teirri gomlu havnini.

 

Hennara ynski at koma til Føroya at halda sín føðindardag sýnir tann alsk, sum hon hevur til sín føðiland og til sín gamla heimbý.

 

Hiðani skal verða ynskt henni hjartaliga tillukku.