vorðið í nógvum støðum í Føroyum í dag? Jú, nógv av jørðini er vorðin uttanbýggjajørð, sum kapitalurin, sum jú mest er í miðstaðarøkinum, hevur keypt. Útróðurin, sum fyrr var ein frí vinna, er lagdur í leinkjur [...] er torført at síggja, hví í Guðs garði fólk búleikast í útjaðaranum? Heðin Brú segði, at føroyingar búgva ikki í Føroyum av praktiskum grundum, men man býr væl saktans ikki í útjaðarum, tí útsyktin er [...] d. bergholunum í Kalsoynni? Ikki tí, lítið er at ivast í, hvat »cost-benefit« kanningar høvdu víst og enn minni er at ivast í, hvat tjúkku lærubøkurnar um búskap siga um hesa útbygging í samferðslunetið
vinnarin meir pengar. Tað fær hann fyri at luttaka í seinna innleiðandi umfarinum. GÍ og HB fingu í síðsta mánaði 80 túsund sveisiskar frankar í part ella 368 túsund krónur, og so kunnu teir í HB iðra seg [...] rennur niður í kassan hjá feløgunum, ið megna at spæla seg í bólkakappingina í meistarakappingini og ikki at tala um tey, sum spæla seg víðari úr bólkaspælinum. Tey 24 liðini, sum í heyst vóru í bólkaspælinum [...] og har verður í greiðum yvirlitum sagt frá, hvussu pengarnir eru lutaðir millum feløgini, sum hava tikið lut í kappingunum og til fótbóltssambondini í teimum londunum, ið vóru umboðað í kappingunum. Sambært
Í gjár fór gentuliðið hjá B71 til Íslands at luttaka í eini fótbóltskapping. Kappingin verður í Laugerdali í Reykjavík, og eitt líð kemur úr Amerika at luttaka. Liðið sum eitur Holy Name skal spæla í [...] besti spælarin kosin í teimum ymsu bólkunum. Harafturat verður Fair play steyp latið, og besta liðið millum gestirnar fær eisini heiðurstekin. Ferðin til Íslands kostar nógvar pengar, og gentuliðið hevur [...] ymsastaðni frá. Tey ynskja at takka: Áhugafelagnum hjá B71, MJ-saltsølu, Atlantic Airways, P/F Eimskip í Føroyum, Tryggingarsambandi Føroya, Føroya Sparikassa, Føroya Banka, L/F Meginfelag Búnaðarmanna, P/F
felags fyri tey øll er, at tey eru framúr vøkur. Í stovuni í teimum elligomlu húsunum úti á Válinum hongur eitt teppi við mynd av Risanum og Kellingini, og í ytru stovuni hongur eitt - fyri hana - meira heimligt [...] er til staðar, tá er tað torført at lata vera. Men hevur tú so fingist hetta slagi av seyming í loyndum í nógv ár? ? Nei. Tá eg byrjaði var tað mest til egna nýtslu, og til vinkonur. Eg havi seymað grýluklæði [...] sindur til hondbólt, men tað er nú heldur ikki so løgið, tá hugsað verður um, at hon býr í Vestmanna! ? Tá tú fert í holt við nakað sum hetta, so er »vandin«, at tú verður bitin av tí, og tað eri eg eisini
Heimavirkisfelagnum. Byrjaði í Íslandi Hugskotið til framsýningina fingu fyrireikararnir tá tey vóru í Íslandi í 1996. ? Vit vóru har yviri í sambandi við líknandi framsýning á Akureyri í 1996, og niðurstøðan [...] handaverki skulu læra at selja tað tey gera fyri pengar, sigur Randi Vang. ? Nógv av teimum, sum eru við hava í fleiri ár arbeitt við handaverkinum, og hava í nógvum førum latið lutirnar frá sær uttan at taka [...] alvi at bera so í bandi, at framsýningin verður so fjølbroytt sum yvirhøvur gjørligt. Framsýnararnir sjálvir hjálpa væl til í so máta, tí tað er rættiliga ymiskt hvat verður sýnt fram í teimum ymsu básunum
greinina inn á teldu, kann eins væl vera í útjaðaraøkinum, sum í høvusstaðarøkinum. Munurin er bara tann, at um hann er í høvuðsstaðarøkinum, so kann hann fara í biograf, í svimjihøllina, ella til ein fótbóltsdyst [...] streyminum og lá huld í mjørka. Men hóast stóra mótstøðu frá forniskum verum, so eydnaðist at festa oynna, so at hon ikki fylgdi við rákinum, og mjørkin lætti. Í dag eru nógvar oyggjar í Føroyum, sum merkja [...] bygdirnar Hvalba og Sandur, vóru størstu bygdir í Føroyum í farnu øld. Men orsøkin til hetta er tó einføld: Føroyar vóru bóndasamfelag, og tí var íbúgvaratalið í bygdunum tengd at jørðini. Lá nógv jørð til
aftaná at HB hevði vunnið greipuna í fjør var málið í ár at vinna í fyrsta innleiðandi umfarinum í Europa Cup og harvið koma eitt stig hægri á altjóða stiganum. Eftir skrædlið í Valkeakoski mikukvøldið ásannaði [...] hyggja eftir spælarum, men í síðsta enda snýr tað mesta seg um pengar, og skulu vit keypa góðar spælarar, so skulu vit hava fleiri pengar. HB er kent fyri at vera einasta felagið í 1. deild, sum bara hevur [...] meining í nú beinanvegin at rudda út og at geva fleiri av spælarunum sekkin. Hetta var ikki gott, men vit hava nóg gott fólk at endurvinna FM heitið við. Nú fara vit at endurskoða altjóða luttøkuna í ár, og
skip fara í heyst at fiska tunfisk í føroyskum sjógvi saman við trimum japanskum skipum. Tað fyrsta japanska skipið hevur boðað frá, at tað væntaði at vera her í gjár, sigur Jørgen Niclasen. Í viðmerking [...] Teir, sum fara at fiska tunfisk undir Føroyum í summar, fara skjótt at fáa at vita, um teir eisini sleppa í altjóða sjógv. Tað sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jørgen Niclasen. Fiskivinnupolitiskt [...] eru líkasum ráðandi í hasum selskapinum. Og tann stóri marknaðurin er eisini í Japan. Føroyski tunfiskiskapurin er enn bara á royndarstøði, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Trý
teir, sum ikki makkaðu rætt. Eisini í okkara egna kongaríki hevur kongur megnað at avrætta mestsum alt, sum eitt sindur av viti og skili var í. Tað stóra blóðbaðið í Stockholm var eitt dømi. Men heldur [...] landsstýrismaðurin. Hann veit væl, at hann í seinasta enda hevur ábyrgdina, men kann turka hana av niður eftir rygginum á sjónvarpsstjóranum. Hann man tó hava onnur mál í huganum. Sami landsstýrismaður varðar [...] rættiliga opinskáraður í Degi og Viku sama kvøld, sum málið kom alment fram. Síðan hevur hann tagt. Og fyri landsstýrismannin man tað helst fara at roynast frægast, at hann roynir í semju at finna eina loysn
at fara út í verðina, so sær ein teldupostur hjá einum granskara eins út í Boston og í Føroyum. Hann helt telduna vera hentari og lættari at brúka enn t.d. telefonina. Pál væntaði, at fólk í framtíðini [...] Studenta fyri lestrarstevnu í Norðurlandahúsinum. Yvirskriftin á stevnuni var »Lykilin til ár 2000«, og ætlanin var í fýra tímar at viðgera útbúgvingar og týdningin av útbúnum fólki í samfelagnum. Skipað varð [...] aftaná. Forkvinnan í MFS, Maria C. Petersen, bjóðaði vælkomin og segði, at vit liva í rembingartíðum, og tí vildi felagsskapur teirra lesandi fáa eitt orðaskifti um, hvat føroyingar hava í væntu á útbúgvi