Teir, sum fara at fiska tunfisk undir Føroyum í summar, fara skjótt at fáa at vita, um teir eisini sleppa í altjóða sjógv.
Tað sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jørgen Niclasen.
Fiskivinnupolitiskt er eingin ivi um, at vit eiga at fiska tunfisk í altjóða sjógvi, sigur landsstýrismaðurin. Men fleiri altjóða fyrivarni eru at taka, so støðan má umhugsast eina løtu enn, áðrenn endaligt svar verður givið.
Jørgen Niclasen sigur, at tað leingi hevur verið eitt føroyskt prinsippmál, at vit skulu ikki geva loyvi til fiskiskap í altjóða sjógvi.
Í hesum málinum hevur hann toygt seg nógv, sigur Jørgen Niclasen, nú hann er farin at umhugsa málið.
Jørgen Niclasen sigur, at svar kann væntast stutt eftir ólavsøku. Hvat hann fer at svara monnunum, vil hann ikki siga beinleiðis.
Og av tí, at tað er skeivt at gita, hvat fólk hugsa, fara vit ikki her á blaðnum út frá eini samrøðu at gita, at hann sigur ja.
Hann vil sjálvur sleppa at siga monnunum tað.
Men hann lovar, at hann fer at svara skjótt.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sigur, at hann fyrst vil vita, hvussu tað gongur í heyst.
Landsstýrismaðurin sigur, at hann fylgir við, hvat íslendingar fara at gera.
Og teir fara at loyva sínum skipi - teir hava bara eitt - at fiska í altjóða sjógvi.
Tunfiskiskapurin verður viðgjørdur og umsitin av felagsskapinum ICATT. Hetta er í grundini ein sjálvbestaltaður felagsskapur av londum, sum fiska tunfisk.
Vit hava, eins og íslendingar, bara eygleiðarastøðu í felagsskapinum. Tað kemst av, at vit ikki fiskaðu tunfisk yvirhøvur, tá felagsskapurin varð stovnaður, og tí fyrst fyri stuttum komu uppí.
Japanarar eru líkasum ráðandi í hasum selskapinum. Og tann stóri marknaðurin er eisini í Japan.
Føroyski tunfiskiskapurin er enn bara á royndarstøði, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Trý føroysk skip fara í heyst at fiska tunfisk í føroyskum sjógvi saman við trimum japanskum skipum.
Tað fyrsta japanska skipið hevur boðað frá, at tað væntaði at vera her í gjár, sigur Jørgen Niclasen.
Í viðmerking til at trolararnir eru farnir at selja uttan um uppboðssølurnar, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, at hann fylgir málinum.
Og hann er ikki serliga fegin um gongdina, sum nú hevur tikið seg upp.
»Tað kann gerast neyðugt at tvinga partar av veiðuni um eina telefonuppboðssølu«, sigur hann.
Jørgen Niclasen sigur, at hann ræðist fyri, at vit skulu koma aftur í støðuna, sum var í áttatiárunum, tá skip og virki vóru samantengd.
Hendir tað aftur, fer marknaðarmekanisman úr gildi, og vit fáa bara fallandi prísir, er hann sannførdur um.
Jørgen Niclasen vísir á, at hóast vit fáa eina kunngerð, sum noyðir skipini á uppboðssølu, er eingin sum sigur, at tað skal vera nøkur ávís uppboðssøla.
Tann, sum bara keypir sær nóg nógvar telefonir, kann søkja um loyvi at stovna uppboðssølu.
Og so er kappingin aftur í gongd.
Eitt annað mál, sum er uppi og vendir í løtuni, er málið um stuðul til endurnýggjan av flotanum.
Jørgen Niclasen sigur, at eitt uppskot verður lagt fyri Tingið í september ella oktober.
Samgonguflokkarnir eru samdir um, at tað skal gerast, og pengar eru avsettir, sigur Jørgen Niclasen.
Tó er semja enn ikki fingin um, hvussu tað skal gerast. Men hon man fara at koma, væntar hann.
»Eg fái meg ikki at trúgva, at nakar av samgonguflokkunum fer at loypa frá.«