Hugburðurin er ímóti spjaðing

Røðan, sum Edmund Joensen helt á fólkafundi á Kirkju, leygardagin 17. juli 1999

Gott fundarfólk!


Søgn er, at Fugloyggin eina ferð var ein sokallað »flotoyggj«, sum rak við streyminum og lá huld í mjørka. Men hóast stóra mótstøðu frá forniskum verum, so eydnaðist at festa oynna, so at hon ikki fylgdi við rákinum, og mjørkin lætti.

Í dag eru nógvar oyggjar í Føroyum, sum merkja eitt annað rák, sum ikki altíð er so hugaligt. Eg hugsi her um, at fólkatalið minkar í stórum. Men kanska tað aftur hesa ferð fer at eydnast at halda støðufesti, og at ganga ímóti tí skeiva rákinum. Og hvør veit ? kanska mjørkin lættir, og sólin aftur fer at skína á hesum oyggjum.

Hóast fólk hava búð í Føroyum í meir enn 1.000 ár, so hevur sera lítið samskifti verið millum ta einastøku bygdina og umheimin, fyrr enn hesa seinastu øldina. Øll árini frammanundan, varð gingið og róð, og telefonsamband var einki.

Vit útfluttu lítið av vørum til onnur lond, og vit innfluttu lítið. Fólkið livdi frá hondini í múnnin, og ikki kann sigast, at Føroyar vóru partur av tí nú so vælkenda »heimssamfelagnum«.


Nýggjar tíðir

Men tíðin stendur ikki í stað, og broytingarnar henda skjótari og skjótari.

Vit hava fingið vegir, berghol, havnir, flogsamband, telefon, internet o.s.fr. Vit eru bundin av at útflyta føroyskt framleiddar vørur, og at innflyta vørur.

Nútíðarsamfelagið hevur tryggjað okkum ein hægri livifót, og hevur opnað nýggjar møguleikar hjá føroyingum. Men tað slepst ikki undan, at tann nýggja tíðin eisini setir nøkur óheppin spor.

Allastaðni í heiminum síggja vit, at nútíðarsamfelagið broytir landafrøðiligu samansetingina. Fólkið flytir úr útjaðaranum til býirnar.

Tað er løgi at hugsa sær, at bygdirnar Hvalba og Sandur, vóru størstu bygdir í Føroyum í farnu øld. Men orsøkin til hetta er tó einføld:

Føroyar vóru bóndasamfelag, og tí var íbúgvaratalið í bygdunum tengd at jørðini. Lá nógv jørð til bygdina, var nógv arbeiði, og harvið góðar liviumstøður. Eisini hevði tað stóran týdning. At bygdirnar lógu soleiðis fyri, at stuttur vegur varð út til fiskimiðini.

Seinni kom slupptíðin, og tá vóru tað bygdirnar, har handilsmenn og reiðarar hildu til, ið vuksu seg stórar, meðan bóndabygdirnar minkaðu.

Síðani hava eisini aðrar broytingar verið í samfelagnum, sum aftur hava broytt landafrøðiligu samansetingina.

Hetta vísir okkum, at fólk skulu seta búgv, hyggja tey fyrst og fremst eftir liviumstøðunum.

Fólk á okkara døgum vilja hava eina fasta inntøku, rímilig samferðsluviðurskifti, skúla til børnini, frítíðarítriv, og ikki má verða ov langur vegur til handils. Eru hesi viðuskiftir ikki í lagi, so flyta tey heldur í annað pláss at búgva.


Fólkið miðsavnast

Tá vit tosa um Havnina sum høvuðsstað, kunnu vit siga, at í altjóða høpi er talan um ein lítlan høvuðsstað, men eftir okkara viðurskiftum er talan um ein stórbý, har umleið 1/3 av føroya fólki býr.

Tað er eisini har, ið politiska-, umsitingarliga- og dømandi valdið halda til. Flestu stovnar, hægri skúlar og fjølmiðlar húsast í Havn, og soleiðis kundi eg hildið fram við at nevnt dømir.

Tað verður ofta sagt, at vit her hava við eitt serføroyskt fyribrygdi at gera, og at tað er tann danski blokkstuðulin ? sum ein avleiðing av ríkisfelagsskapurin er ein orsøk til, at Føroyar eru vælferðarsamfelag, og blokkstuðulin er helvtin av okkara búskapi. Men um vit hyggja eftir Íslandi, so síggja vit sama mynstur har- tó bara í nógv størri mun, enn hjá okkum. Ísland fær ongan beinleiðis blokkstuðul, og á Reykjavíks-leiðini býr meira enn helvtin av íslendska fólkinum. Tá vit í Føroyum tosa um miðstaðarøkið og útjaðaran, er tað ymiskt, hvat fólk skilja við hesi baði hugtøkini. Tá ein maður í Mykinesi tosar um miðstaðarøkið, kann hann bæði meina við Havnina og Vágoynna. Men tá ein vágamaður tosar um miðstaðarøkið, meinar hann bara við Havnina. Í altjóða høpi, eru allar Føroyar eitt útjaðarøki, og vit eiga sjálvsagt at stremba eftir, at førka okkum nærri umheiminum, og ikki longur burtur frá honum.


Smáplássini

standa aftast

Tá føroyskir politikarar tosa um at leggja stovnar út um landið, verða tað av góðum grundum tey størru plássini uttanfyri Havnina, sum standa ovast á listanum. Smáplássini standa aftast í bíðirøðini, og tað skal nógv til, áðrenn tey koma uppí part.

Vegurin úr høvusstaðnum og til smáplássini, liggur gjøgnum tær stóru bygdirnar, og ofta vísir tað seg, sum at vegurin úr Havnini, er munandi longuri, enn vegurin til Havnar. Men júst nú er ein spennandi broyting við at henda á hesum øki. Á tí ný-tøkniliga økinum, eru vegirnir ikki so krókutir, og tað hevur ikki longur so nógv at siga, hvar á jørðini tú ert staddur, tá tú gert eitt ávíst arbeiði á tí tøkniliga økinum.

Ein blaðmaður, sum fyrst ger samrøður gjøgnum telefon og síðani skrivar greinina inn á teldu, kann eins væl vera í útjaðaraøkinum, sum í høvusstaðarøkinum. Munurin er bara tann, at um hann er í høvuðsstaðarøkinum, so kann hann fara í biograf, í svimjihøllina, ella til ein fótbóltsdyst aftaná arbeiði. Tað kann hann ikki á eini útoyggj, og júst tí er útoyggin ikki so lokkandi fyri øll.

Men útoyggin hevur nógv at bjóða, sum høvuðsstaðurin ikki hevur. Náttúruupplivilsini, friðurin og samfelagið, har fólk ikki renna kapp við tíðina, er sjálvsagt nakað, sum kann tiltala fólk.


Hugburðurin er

ímóti spjaðing

Fyri nøkrun árum síðani, var tankin frammi um at flyta Sjónvarpsstovnin inn í Eysturoynna. Hetta skuldi ikki verið nakar trupuleiki, tí ferðasambandið millum Eysturoynna og Havnina er gott, og tekniskt kann eitt sjónvarpshús eins væl vera í Eysturoy, sum í Streymoy.

Men uppskotið fekk harða mótstøðu, og bleiv ikki gjørt til veruleika.

Tað er ikki bara ein spurningur um, hvat letur seg gera tekniskt. ? Tað er eisini ein spurningur um hugburð.

Telefonverkið hevur eina tænastu, sum kallast »Nummarkall«. Har kanst tú spyrja um telefonnummarið hjá onkrum, sum tú skalt ringja til. Men fyri tann sum ringir, kann tað gera tað sama, hvar í landinum, tann sum svarar, situr.- Men hann situr í Havn!- Eingin veit hví, men tað er sum um hann eigur at sita har.

Hóast tann nýggja tøknin gevur útjaðarøkjunum nýggjar møguleikar, so skal útjaðarin ikki rokna við, at fáa nakra gávu á hesum øki. Tað nyttar ikki at sita og bíða eftir, at okkurt skal koma. Tað kemur ikki, fyrr enn fólk úr útjaðaranum krevur tað - og kanska heldur ikki tá.

Tekniskt ber tað til, men hugburðurin er ímóti tí.


Cost-benefit

kanningar

Vit kunnu skjótt verða samd um, at hóast tað, samart cost-benefitkanningum ikki sær út til at vera lønandi at halda lív í útjaðaranum, so er tað kortini mentanarliga skeivt at lata smáu bygdasamfeløgini doyggja út. Tað vil vera ein stórur missur fyri Føroyar.

Pengar eru ikki alt, og hóast tað hevur verið bíligari, um allir føroyingar búðu á einum stað, so munnu tó tey fægstu halda ta loysnina vera ta røttu.

Tá tosað verður um framtíðar vinnumøguleikar fyri útjaðarøkið, verða ofta tveir møguleikar nevndir. Annar er landbúnaður og hin er ferðavinna. Báðir hesir møguleikarnir eru áhugaverdir, men eru samstundis eisini avmarkaðir.

Men hóast tað, at seta nýggjar vinnur í gongd á einum fjarskotnum plássi, kann vera bæði tungt og trupult, so er tað ikki ómøguligt, og tað er rætt at royna tað - ella sum sagt verður í sanginum:

Spyr aldri um, hvat tey flestu halda! Mót rætt og sanning má einki valda. Tað ræður lítið um tungt og lætt, Tað ræður meira um rangt og rætt.


Føroyskar myndir

Fyri stuttari tíð síðani frættist, at Postverk Føroyar, enn eina ferð hevur fingið eina viðurkenning fyri føroysk fríðmerki. - Hví tað? Kunnu vit spyrja. - Eru frímerki ikki bert smáir, sjálvklistrandi pappírslepar? ? Eru tey ikki eitt amboð, tú nýtir at gjalda postsendingar við? - Jú, tað eru tey. Men tað sum ger tey so kend, og serlig, eru myndirnar.

Og hetta kann leiða tankarnar til eitt ítøkiligt uppskot, um framtíðarmøguleikar í útjaðarøkinum:

Eg varð eina ferð spurdur av einum útlendskum politikara, hvat vit í Føroyum, gjørdu við føroysku ullina? Eg svaraði honum, at ullin varð lítið brúkt, og at partur av henni bleiv brendur. Hetta fekk hann at spyrja, um tað ikki hevði verið eitt hugskot, at veva veggjateppir úr føroyskari ull, til útflutning? Myndaaevnini helt hann kundi hóskandi vera listaverk eftir okkara mongu listafólkum.

Soleiðis kundu fólk í Mykinesi, gjørt veggjateppir, sum ímyndaðu ein málning av heimskenda listamanninum Mykines, og aðrastaðni (til dømis á Fugloynni) kundi tað so verði onkur onnur myndaevni, ið hava samband við plássið her.

Um útlendski keyparin fær at vita, at vøran, sum hann heldur í hondini, er framleidd á eini føroyskari oyggj, burtur úr ull av seyði, sum hevur gingið á somu oyggj, og at listamaðurin hevur samband við oynna, so er talan veruliga um eina »eksotiska« vøru. - Eina vøru, har prísurin ikki er altavgerandi. - Tað kann vera, at politikarin hevur rætt.


Gullheyggur

Omanfyri Hattarvík er ein heyggur, sum sambært søgnini skal goyma gull. Men eitt ódjór skal verja gullið, so ikki er lætt at koma til tað.

Kanska eru fólk og náttúra ein størri gripur enn gullið í Gullheyggi. Men ódjórini, sum skulu basast á vegnum eru mong. Tey kunnu vera torfør at vinna á, men tey vera bara yvirvunnin av teimum, sum tora at herja á tey.

Eg skal enda við at siga:

Sagt verður, at hann ið siktar høgt, skjútur eisini høgt. Tí er umráðandi, at tað siktaða málið hjá útjaðaranum ikki einans er at yvirliva, men at blóma.