(Valkeakoski-Sosialurin): Poul Michelsen er ein kontantur maður. Á ársaðalfundinum hjá smápartafelagnum Havnar Fótbóltur boðaði hann frá, at aftaná at HB hevði vunnið greipuna í fjør var málið í ár at vinna í fyrsta innleiðandi umfarinum í Europa Cup og harvið koma eitt stig hægri á altjóða stiganum.
Eftir skrædlið í Valkeakoski mikukvøldið ásannaði hann, at málið var fokið, og at HB so logandi var dumpað í Europa Cup:
? Vit hava FM heitið at spæla fyri, vit hava møguleika at endurvinna tað, og nú beinanvegin skulu vit vaska talvuna reina og arbeiða fyri tí søkini. Men eg skal ikki dylja, at eg eri vónbrotin av hesum her. Eg hevði eina kenslu av, at tað skuldi bera til, og so gekk tað av skriðuni.
Fær tað nakrar avleiðingar, at avrikið og úrslitið var so vánaligt?
? Tað er eingin meining í nú beinanvegin at rudda út og at geva fleiri av spælarunum sekkin. Hetta var ikki gott, men vit hava nóg gott fólk at endurvinna FM heitið við. Nú fara vit at endurskoða altjóða luttøkuna í ár, og so fara vit at umhugsa, hvat skal gerast fyri at betra um møguleikan at røkka málinum, sum vit høvdu sett okkum í ár, og tá er tað greitt, at vit fara at umhugsa at fáa nýggjar spælarar til felagið.
Hava tit nakrar ávísar í kikaranum?
? Soleiðis haldi eg ikki, at vit skulu hugsa. Mær dámar væl mátan, sum teir brúka í FC Haka. Har taka teir støði í á hvørjum plássum og hvat slag av spælara tað er, sum teir hava brúk fyri, og so royna teir at finna tann rætta. Teir ganga høgt uppí, at tað skal vera trygt og gott at koma í felagið, og soleiðis skal tað eisini vera hjá okkum. Í eftirmetingini skulu vit finna fram til á hvørjum plássum tað er upplagt at vit styrkja um liðið, og so fara vit at hyggja eftir spælarum, men í síðsta enda snýr tað mesta seg um pengar, og skulu vit keypa góðar spælarar, so skulu vit hava fleiri pengar.
HB er kent fyri at vera einasta felagið í 1. deild, sum bara hevur føroyingar á liðnum. Ætla tit at kaga út um landoddarnar?
? Vit hava sagt, at vit ynskja í so stóran mun, sum tað fer at bera til, at tilgongdin skal vera úr felagnum sjálvum. Tey síðstu árini eru nógvir spælarar komnir úr øðrum føroyskum feløgum, og tað hevur verið, tí so fá uppløgd evni eru komin úr okkara felag. Hetta vóna vit fer at vera øðrvísi heilt skjótt, men tað er væl hugsandi, at tað í framtíðini eisini fara at vera útlendskir spælarar í HB. Summi feløg hava verið heppin við útlendingum, og vit eiga ivaleyst at gera meiri við at kanna møguleikarnar uttanlands, enn vit higartil hava gjørt, men skulu vit fáa góðan styrk úr útlandinum, so verður tað við spælarum, sum vit við hjálp av útlendingum finna fram til og ikki sovorðnir, sum eru til sølu. Vit hava ikki fíggjarliga orku at kappast við útlendsk feløg, staðfestir Poul Mikkelsen.