út av lagi, ja so sigur tað seg sjálvt, at prísurin fyri ta tænastuna var ov høgur. Keypið av Mortan Mols var sostatt eitt veruligt frambrot. Títtleikin í ferðasambandinum øktist einki serligt av teirri [...] runt landið kundu verða so lagalig og eins sum gjørligt, og at hettar landið skuldi myndast av tí tali av bygdum, sum tá vóru. Ikki tóm orð tí stovnsettur var vegagrunnur, sum bleiv lagdur undir Land [...] tað vegakervi, sum vit kenna í dag. Stórt sæð eitt vegakervi vit kunnu vera ernir av og á hægri støði enn í nógvum av okkara grannalondum. Eisini á teleøkinum var íløguvirksemið stórt - serliga frá 1970
KAUNAS: »Kalt í Kaunas« var ein av yvirskriftum okkara í fríggjadagsblaðnum, og kalt er kanska mest beinrakna orðið at lýsa fyrstu trý korterini av dystinum leygardagin. Veðrið var í øllum førum kalt, [...] vøllinum, sum leikararnir vóru fyrstu trý korterini. Kanska var broddurin um at fara av litaviska spælinum seinasta partin av hálvleikinum, men hetta merkti á ongan hátt, at okkara menn fingu sítt at hanga [...] Tankarnir sveimaðu aftur til Estland, har so nógv varð væntað av føroyska liðinum, men har talan gjørdist um stórtap, og fyrstu løtuna av seinna hálvleiki var eisini líkt til, at litavarnir bara ætlaðu
Veljarakanningar undan valinum í dag geva SNP niðan fyri 30% av atkvøðunum. Tvs. at ein stórur meiriluti av skotska fólkinum ynskir at vera partur av Stórabretlandi. Nú føroyingar hava roynt heimastýrið í meira [...] skotar bygt út sína egnu skipan, meðan tann føroyska í stóran mun er kopi av tí donsku. Eisini á mentanarøkinum kenna skotar seg sum eitt fólk. -Eg má tó siga, at eg eri hugtikin av landi tykkara, og eisini [...] higartil hava ligið í London. Eitt nú verða skotar sjálvir at gera av, hvat skattapeningurin skal brúkast til. Teir fáa fulla ábyrgd av flest øllum økjum so sum útbúgving, rættarskipan osfr. Men uttanríkis-
orkuna, vit hava, til fulnar. Men úrslitið av tí hevði verið, at nógvir bíðilistar á Landssjúkrahúsinum vórðu munandi styttir. Nú hava vit so eina skipan, har læknar av Landssjúkrahúsinum koma regluliga suður [...] 70%-75% til lønir og 25%-30% til rakstur. - Eg sá av tilvild ein 80 ára gamlan roknskap fyri Landssjúkrahúsið og har var býtið akkurát øvugt við tað, at 20% av útreiðslunum vóru til lønir og 80% vóru til rakstur [...] á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tað søkti eg, og fekk tað og byrjaði í læru tann 1. mars. Ein stórur partur av læruni var á Landssjúkrahúsinum, men í 1976 kom eg suður aftur sum skrivstovumaður á sjúkrahúsinum
, Náttúruvísinda-deild-ina og Søgu- og samfelagsdeildina. Hvør deild tekur sær av síni undirvísing og gransking. Hvørt av hesum ráðum er mannað við seks limum: 3 umboðandi vísinda-starvs-fólkini, 2 um-boðandi [...] helvtina av tíðini undirvísa og hina helvtina granska. Harumframt manna tey saman við studentum og starvsfólkum ráðini, sum stýra setrinum. Summi vísindastarvsfólk hava harafturt ávís søvn at taka sær av. Malan [...] tingini verða kunngjørd, fyri at onnur eisini kunnu fáa gagn av tí. Tá er tað at atfinningarnar koma, og tær eru sera ein týðandi partur av granskingini. Pengar aðrastaðni frá eisini Fróðskaparsetrið er
partar av henni, har vit eru kappingarførir. Men umframt at blanda verju av felagsognum saman við nýtslu av møguligum eykavirði, ið ikki tilkemur okkum, hava vit latið oljumálaráðharranum ábyrgdina av verju [...] marknaðarbúskaparligar treytir, verða teir verjar av tí parti av felagsognini, sum teir sjálvir eiga7, meðan tað almenna fær tikið sær av tí yvirskipaðu verjuni av felagsognini. (At tað ikki hevur gingið heilt [...] ikki hevur givið nakran vøkstur í grasnøgd. Ullina av seyðinum og skinnini tekur tað almenna sær av at brenna á báli fyri lítið og lætt, og meginparturin av avroðunum fara eftir ánni ella verða brend á sama
fingið inntøkurnar av mvg øðrum avgjaldi av eini skipaðari hassjsølu. - Hesar inntøkurnar kundu so heilt, ella partvís, verði brúktar til at rinda fyri tey skaðiligu árini, nýtslan av hassji og øðrum rúsevnum [...] forboð ikki virkar. Vit hava havt rúsdrekkabann í Føroyum, men tað fekk okkum ikki at leggja av. Og avleiðingarnar av forboðstíðini í USA, eru vælkendar. Øgiligar útreiðslur Carl August Arge staðfestir, at [...] at verða ein góð fyrimynd fyri, hvussu vit kunnu skipa eina lógliga sølu av hassji upp á, tí í nógvar mátar er tað ein góð skipan. - Samstundis hevði tað gjørt tað møguligt at tryggja dygdina á tí hassji
siga grá hár í høvdið. Nevniliga tí, at vit vóru leikfólk, úr øllum pørtunum av landinum, ið gevur fjølbroytni og eina mynd av samfelagshópinum,– hetta er týdningarmikið eftir mínum tykki. Tó er eitt men [...] leiðsluna bíða eftir sær – nevndin sat jú yvir av serkunnleikanum. Sum hálv Sundalagskona havi eg so mangan verið har norðuri og ikki minst verið hugtikin av Fossá. Men Víkavatn, har hevði eg ongantíð verið [...] n prís, og haraftrat hevur SEV eisini m.a. eina aðra skyldu: - tað er at arbeiða fyri, at sum mest av el-framleiðsluni er úr varandi orkukeldum. SEV er ein non-profit fyritøka, t.v.s., at hon hevur ikki
megna kappingingina og yvirliva – við partvíst undantak av fiskaaling. Handfaringin av ætlaða Skúladeplinum minnir alt meira um eina gíslatøku av okkara ungdómi. Tí er tað væl skiljandi, at tey og onnur [...] umleið 35 mió.kr. av teimum 70 mió.kr., sum talan kanna verða um at játta eyka til íløguna. Altso tíðarspill og drál kostar nógvar skattapengar. Harafturat kemur leypandi mist nyttuvirðið av teimum longu brúktu [...] neyvari um rætt verður atborið. Avleiðingarnar av, at prosjektið ikki kemur víðari Mentamálaráðið hevur lagt fyri Løgtingið eitt lógaruppskot um endurskoðan av gymnasialu útbútgvingum, herundir at gera eina
náttúruøki, sum er fevnt av eini serstakari byggisamtykt, við strongum ásetingum um hvat og hvussu byggjast kann í økinum. Partur av økinum er eisini skógarfriðaður. - Tað stutta av ti langa er, at tað ber [...] illa lýdda grótkastið í Hoydølum varð gjørt av Landsverk. Kommunan steðgaði hesum arbeiði. Økið hoyrir alt sum tað er undir Búnaðarstovuna og verður umsitið av Skógrøktini og skúlanum sjálvum hesi saman [...] at hava nøktandi tal av parkeringsplássum til tað virksemi, sum er í bygningunum. Landsstýrið gjørdi tó ongantíð nakað við hetta. - Fýra ár seinni á heysti í 2006 fór Landsverk av sínum eintingum undir