Fróðskaparsetrið
Seinastu tíðina hevur stovnurin verið nógv frammi í almenna orðaskiftinum uppá gott og ilt. Tingmaður hevur reist ymsar spurningar um stovnin í tinginum og fer landsstýrismaðurin í næstum at svara teimum. Malan Marnersdóttir hevur verið rektari á Fróðskaparsetrinum seinastu trý árini. Hon heldur tað vera heilt náttúrligt, at Setrið fær umrøðu millum manna. -Vit eru ein týðandi stovnur. Viðhvørt fáa vit rós og aðrar tíðir rís. Men hon heldur eisini tað er gott, at fólk vita, hvat stovnurin tekst við og hvønn týdning hann hevur fyri Føroyar. Hvør er so hesin stovnurin, sum politikarar o.o. hava valt at seta ljóskastaran á!
Fróðskaparsetur Føroya varð sett á stovn við løgtingslóg í 1965 og er tann hægsti lærustovnurin í landinum. Endamálið við stovninum er:
?at inna gransking, geva frálæru á hægri stigi og breiða út kunnleika um vísindalig háttaløg og úrslit. Harumframt skal Fróðskaparsetrið fyrireika og halda tey prógv og tær royndir, sum eftir fyriskipan landsstýrisins eru løgd undir setrið.?
Undirvísa og granska
Uppgávan hjá fólkunum á stovninum er at undirvísa og granska um somu tíð. Tað byrjaði í smáum við Føroyamálsdeildini, og virksemið er síðani vaksið til tríggjar deildir við gott 150 studentum.
Á Føroyamálsdeildini er útbúgving upp til kandidatstig í norðurlendskum máli og bókmentum.
Síðani er tað Náttúruvísindadeildin við BS útbúgvingum í upp til seks evnum.
Aftrat teimum er Søgu- og samfelagsdeildin við útbúgving upp til kandidatstig í søgu og siðsøgu. Nú er so eisini byrjað ein bachelorútbúgving í stjórnmálafrøði.
Á Fróðskaparsetrinum starvast tilsamans 41 fólk, summi parttíð, av teimum eru 20 vísindastarvsfólk og 6 ph.d.studentar. Studentatalið er í løtuni millum 150 og 170. Stovnurin er enn ov lítil til at taka studentar inn á hvørjum ári.
Afturstig í kreppuni
Fróðskaparsetrið var fyri einum stórum afturstigi í kreppuárunum fyrst í 90-unum. Játtanin varð skerd við einum triðingi. Játtanin er tó vaksin aftur seinnu árini. Men stórur partur fer til lønarhækkingar, soleiðis at játtanin røkkur ikki til so nógvar nýggjar útbúgvingar og nýggj størv, sum bæði Setrið og politikararnir kundu ynskt sær.
- Vit kundu væl hugsað okkum fleiri pengar, tó at játtanin er vaksin, sigur Malan Marnersdóttir og vísir til, at í dag fær Setrið umleið 16 mill. kr. úr landskassanum.
Ætlanin er menna stovnin. Hvussu skjótt hetta gongur veldst nógv um fíggjarjáttanina.
Í mun til nógvar aðrar stovnar er Setrið ein sjálvstøðugur stovnur, sum ræður sær sjálvum eftir eini skipan við megin-deildarráðum og setursráði. Megindeildarráðini eru trý, eitt fyri hvørja deild: Føroyamálsdeildina, Náttúruvísinda-deild-ina og Søgu- og samfelagsdeildina. Hvør deild tekur sær av síni undirvísing og gransking. Hvørt av hesum ráðum er mannað við seks limum: 3 umboðandi vísinda-starvs-fólkini, 2 um-boðandi studentarnar og 1 umboðandi onnur starvsfólk á deildini.
Formenninir í megindeildarráðunum eru saman við rekt-aranum setursráðið, sum er ovasti myndugleiki á setrinum. Limirnir í øllum ráðunum og rektarin verða valdir triðja hvørt ár. Sambært løgtingslógini, sum ásetur hesa skipan, kann eingin leggja seg út í, hvat mann undirvísir og granskar í á setrinum. Hetta er út frá eini hugmynd um, at gransk-ingin skal vera frí. Hon skal ikki vera politiskt stýrd ella stýrd eftir løtuvinningi og profitti. Hon skal spríkja úr tí virksemi, sum er og teirri granskingar-stremban, sum heldur einum universiteti uppi.
Vísindastarvsfólkið skal helvtina av tíðini undirvísa og hina helvtina granska. Harumframt manna tey saman við studentum og starvsfólkum ráðini, sum stýra setrinum. Summi vísindastarvsfólk hava harafturt ávís søvn at taka sær av.
Malan Marnersdóttir vísir á, at tað er starvsskylda og býr í mentanini á setrinum, at mann granskar, skrivar og kunnger tað mann kemur til. Eitt er tað at granska og kanna, men fremst liggur, at tingini verða kunngjørd, fyri at onnur eisini kunnu fáa gagn av tí. Tá er tað at atfinningarnar koma, og tær eru sera ein týðandi partur av granskingini.
Pengar aðrastaðni frá eisini
Fróðskaparsetrið er sum sagt á fíggjarlógini. Men tað fær eisini pengar aðrastaðni frá. Granskingarráðið og granskingargrunnar aðrastaðni lata pengar til uppgávur á setrinum, og nú koma eisini oljupengar til setrið.
Serstakliga Náttúruvísindadeildin hevur verið virkin og hevur m.a. havt samstarv við AMG, Atlantic Margin Group, sum hevur verið við í oljutilgongdini í Føroyum frá byrjan. Har varð fyr nøkrum fáum árum síðani byrjað við einum stuðuli uppá 1,7 mill. kr. Hildið varð fram við øðrum projekti uppá 600.000 til m.a. at seta kolvetnisútbúgving í gongd og til at stovna eina serliga starvstovu í tí sambandi. Og í fjør kom so ein stór verkætlan fram, sum gongur yvir fleiri ár og er uppá 5,3 mill. kr., og sum eisini er til gransking í kolvetnisfrøði. Har eru fleiri ph.d.-verkætlanir og í tilknýti til tað eisini gjald fyri ein professara-2, tvs. til ein professara, sum kemur uttanífrá til Føroya at leiðbeina í ph.d.-verkætlanunum.
Ein stór verkætlan hevur verið í gongd á Søgu- og samfelags-deildini um traditión og modernitet, ið fevnir um nógv øki eitt nú fólkalívsfrøði, heilsu-, fornminna-, sam-felags- og søgufrøði. Hon verður fíggjað við donskum granskingarpengum.
Teir seks ph.d.-studentarnir, sum útbúgva seg til at vera granskarar, fáa lesturin fíggjaðan av Granskingarráðnum og øðrum uttanseturs stuðlum.
Minni játtan enn aðrastaðni
Tað skilst, at hevði Fróðskaparsetrið meira fígging, so vóru har helst eisini fleiri vísindastarvsfólk. Í dag eru um 20 og verður samanborið við Norðurjútland og Norðurlandið í Íslandi átti Fróðskapar-setrið at havt eini 100 vísinda-starvsfólk.
Men rektarin ásannar, at tað er ein spurningur um játtanar-møguleikar og politiskar raðfestingar, hvussu nógv skal fara til Setrið.
- Okkara ynski er at sleppa at virka og mennast. Í 1998 varð skrivað ein menningarætlan eftir áheitan frá Menta-málastýrinum. Men tað fekst ikki nógv stór játtan til hesa ætlan. Tí er menningarætlanin endurskoðað, har tað, sum var eftir í teirri gomlu, er tikið við saman við nýggjum tiltøkum.
Nýggju uppgávurnar
Hvørjar eru so tær nýggju uppgávurnar, sum setrið helst vil fara undir? Til tað sigur rektarin, at á nýskapanarøkinum liggur kunningartøkni frammarlaga. Arbeitt hevur verið í fleiri ár við at skipa eitt ?opið setur?, opið universitet, har fólk lesa hálva tíð samstundis sum tey arbeiða. Tey vilja eisini fegin hava gongd á fjølmiðlafrøði. Arbeitt verður við kanska at fáa eitt BA prógv í norðurlendskum. Síðani verður arbeitt við løgfrøðiútbúgving. Eisini koma lívtøkni og arvagransking, sum tey fegin vilja menna á Setrinum. Men í øllum hesum veldst tað um fígging.
Her--fyri varð Jarðfrøðissavnið skilt frá Náttúrugripa-savninum. Setrið fekk í tí sambandi pengar til jarðfrøði, og í fjør varð ein professari settur í jarðalisfrøði á Náttúruvísindadeildini, har kolvetnis-útbúgvingin fer fram.
Malan Marnersdóttir heldur, at tað sjálvandi skal verða fokus-erað upp á tað nýggja, men tað er eins týðandi at halda fast um teir førleikar, sum eru vunnir. -Teir mugu vit halda fast um og menna uppaftur meira heldur hon avgjørd fyri.
Neyðugt við gransking
- Hvønn týdning hevur so Fróðskaparsetrið fyri Føroyar ? onkur sigur, at vit eru so fá, at vit hava ikki ráð til eitt veruligt universitet?
- Jú vit hava brúk fyri at hava eitt fróðskaparsetur í Føroyum, tí her granska vit í viðurskiftum, sum eingin annar granskar í. Hvar í verðini eru tey áhugað í at granska føroyskt mál og bókmentir burturav ella føroyska søgu ella náttúru. Viðurskiftini her eru serstøk. Sjálvandi eru tað nógv viðurskifti, sum líkjast, men okkara samfelagsskipan t.d. hevur sín serstaka form, og tí er avgjørt neyðugt við einum gransingarumhvørvi her.
Malan Marnersdóttir heldur tað eisini hevur nakað við sam-leika at gera, hjá okkum øllum, sum búgva í hesum landinum. -Skulu vit støðast her, mugu vit føla eitt tilknýti og hava eina meining við at vera her. Og tað er ta meiningina, sum vit eru við til at skapa her á setrinum við at granska og leggja fram úrslit og siga frá, hvussu tingini síggja út osfr.
Hon heldur eisini, at tann sannroynd, at vit hava havt eitt fróðskaparsetur síðani 1965, hevur givið okkum nógvar fyrimunir, eitt nú at vit samstarva við fólk aðrastaðni í verðini á sama stigi. - Vit hava alla tíðina samstarvað við aðrar lærdar háskúlar. Vit eru partur av altjóða vísinda-samfelagnum. Á tann hátt eru vit við í heims-sam-skiftinum innan vísindi. Fyrr í tíðini vóru tað vísindamenn aðrastaðni frá, sum komu higar og granskaðu Føroyar sum nakað eksotiskt. Tað skal eisini vera við, tí gløgt er gestsins eygað. Men vit hava eisini brúk fyri, at vit innanífrá vísa okkum sjálv og gera okkum nakrar tankar, niðurstøður og sjónarmið um tað, sum fer fram.
Granskingin týdning fyri samleikan
- Tað verður nógv tosað um sjálvstýri og at vera sjálv-bjargin og at fáa fullveldi. Hevur Fróðskaparsetrið nógv at siga fyri tær tilgongdirnar?
- Fróðskaparsetrið varð stovnað í 1965 sum ein liður í teirri tjóðarbygging, sum fór fram eftir seinna heimsbardaga. Beint áðrenn kríggið varð studentaskúlin bygdur, og tá varð komið so langt, at tað varð loyvt at undirvísa á føroyskum. Eftir kríggið varð hildið fram, og mann fær teir ymsu granskingarstovnarnar sum Náttúru-gripa-savnið, Fiskirannsóknarstovuna og Fróðskaparsetrið. Tann tjóðbyggingin, sum fór fram í 20. øld, varð gjøgnumførd í nøkrum tíðarskeiðum, fasum.
Malan heldur, undirvísing á hægri stigi kann skapa henda samleika. Uttan mun til hvønn flokk mann hoyrir til, so er tað ein sannroynd, at vit búgva her, og tí hevur tað týdning, at mann kennir til sítt land.
-Fróðskaparsetrið hevur ein týðandi leiklut í at varðveita og menna landið. Vit skulu ikki bara vera eitt museum, eitt forngripasavn, har vit bara umrøða tað, sum farið er. Men vit mugu gera okkum greitt, at vitan um tað, sum er farið, er partur av støðinum undir at kunna mennast frameftir.
Tað er ein almenn uppgáva at reka Fróðskaparsetrið. Tað er á fíggjarlógini. Men haraftrat fær tað eisini játtanir frá vinnu-lívinum eitt nú oljufeløgum til verkætlanir.
Granskingin er í prinsippinum frí og sprettir úr tí, sum vísindastarvsfólkini vilja gera. Tað eru fólk á Setrinum, sum leggja til rættis, hvat skal granskast og arbeiðast við.
Oljufígging
Vit spurdu rektaran, um tað er í lagi at eitt oljufelag spyr um at fáa eina kanning gjørda og vil fíggja hana. Til hetta sigur hon, at tað er vanligt bæði her heima og aðrastaðni. -So leingi vit kunnu siga ja og nei er tað í lagi. Soleingi tað er ein verkætlan, sum er definerað og løgd til rættis og er sprottin burtur úr tí, sum er farið fram á setrinum. Tað er eisini so, at verkætlanirnar, sum fara fram á setrinum, eru allar orðaðar eitt nú á Náttúruvísindadeildini. Síðani fer eitt ávíst samskifti fram millum partarnar, eitt nú upplýsingar um hvussu tað gongst fara til tey, sum hava latið pengar til verkætlanirnar t.d. Statoilbólkin.
Um nógv umrøddu Menaskanningina sigur Malan Marnersdóttur, at ætlanin var góð frá byrjan. Okkurt kom so skeivt fyri, og sum altíð kann henda.
- Vit fingu eina áheitan frá BP, har spurt varð, um vit høvdu nøkur evni, sum áhugi var fyri at granska í.Tað høvdu vit, og so bleiv tað hatta evnið, sum BP eisini helt vera áhugavert.
Malan sigur, at okkurt kundi verið gjørt øðrvísi. Men hetta skal so ikki endurtaka seg.
Í løtuni eru megindeildarráðsformenninir og
Setursráðslimirnir: Hans Pauli Joensen, lektari á Náttúrvísindadeildini,vararektari
Eivind Weyhe, lektari á Føroyamálsdeildini (fyri Turið Sigurðardóttur)
og Jóan Pauli Joensen, professari á Søgu- og samfelags-deildini.
Ráðini taka avgerð í málum, sum liggja til teirra. M.a. setur setursráðið vísindastarvsfólk í fast starv, loysir tey úr føstum starvi og játtar teimum farloyvi eftir tilmæli frá megindeildarráðunum. Megindeildarráðini stíla fyri undir-vísing og gransking, seta og loysa onnur starvsfólk úr
starvi o.a.
(Lesið eisini í morgin um, hvussu rektarin á Fróðskaparsetrinum heldur hølistrupulleikarnir best verða loystir, blaðm.)