Manglar ein landsplanur?

Menniskjan dámar best at taka avgerðir, ið ikki eru ov kollveltandi. Sostatt skoytir hon ofta uppí tað, sum finst. Politikarar eru bedrøvuligir í so máta.Nýggi Smyril er eitt dømi um eina slíka avgerð. Vit hava fingið eitt prýðuligt skip, longri enn tað gamla, gongur skjótari, breiðari, betri pláss og bíligt afturat, men í roynd og veru eru hesar útvið 400 milliónirnar, ið eru nýttar til alt projektið, illa nýttar, um ein hyggur eftir samferðslunyttuni. Tá ein íløga uppá útivið eina hálva milliard verður gjørd í okkara lítla samfelag, so má hon hava ein ávísan sjónarring og eitt ávíst perspektiv skrivar Thomas Arabo, fyrrverandi Strandfarastjóri og landsstýrismaður í Tinghellukronikkini

Thomas Arabo

Breiðar semjur
Breið semja er ein orðing vit ofta hoyra í tí politisku verðini. Í øðrum demokratium gera politiskir flokkar breiðar semjur um tey flestu stórmál, sum tað almenna hevur ábyrgdina av. Semjur verða gjørdar um skúlapolitik, samferðslupolitikk, verjupolitikk, almannapolitikk og so framvegis. Endamálið er sjálvandi at stinga út í kortið høvuðslinjur fyri hvat skal henda á teimun ymisku økjunum, uttan mun til hvussu skiftandi meirilutar skipa stjórn. Eftir mínum tykki ein góð skipan, ið tryggjar, at flokkar, sum sita í andstøðu eisini hava eina reella ávirkan á, hvat verður gjørt á teimun ymisku økjunum, tí hesar semjur altíð eru avtalaðar at vara longri enn eitt valskeið. Hugsi ikki at vit í nýggjari tíð hava sæð breiðar semjur í okkara politisku verð. Samgonguskjøl fyri 4 ár verða skrivað og tað avger tíverri sjónarringin.
Samskiftisøkið partvíst undantak
Teir gomlu politikararnir høvdu nokk eitt sindur meira logiska hugsan um tingini, enn vit síggja í dag. Soleiðis samtyktu teir longu fyrst í 50 unum, at vegir skuldu gerast til allar bygdir, har tað kundi lata seg gera, soleiðis at livilíkindini runt landið kundu verða so lagalig og eins sum gjørligt, og at hettar landið skuldi myndast av tí tali av bygdum, sum tá vóru. Ikki tóm orð tí stovnsettur var vegagrunnur, sum bleiv lagdur undir Landsverkfrøðingin at umsita. Í 1964 komu so landsvegirnir og so kom gongd á, og vit fingu byrjanina til tað vegakervi, sum vit kenna í dag. Stórt sæð eitt vegakervi vit kunnu vera ernir av og á hægri støði enn í nógvum av okkara grannalondum.
Eisini á teleøkinum var íløguvirksemið stórt - serliga frá 1970 og út eftir. Úrslitið siggja vit í dag, har vit hava eitt top modernað samfelag við teimum samskiftismøguleikum, sum eitt nútíðar samfelag má hava.
Tað tyktist sum politiska skipanin ikki blandaði seg so nógv uppí hesar íløgur. Okkurt var, men áhugin var meira uppdyrkingarvegir og bátahylar, ið vóru meira passalig øgn.
Samferðsluøkið - trupult og lokalpolitiskt
Tá ið tosið kom inn á samferðslu, ja so fekk pípan eitt annað ljóð. Øll høvdu eina meining um skip, ferjur, bussar og bilar. Harafturat so hevði Strandferðslan sigling til so nógv pláss, at har vóru stemmur at heinta bara við at krevja framhaldandi sigling. Tíbetur vóru tað politikarar,ið sóu at skuldu bygdasamfeløgini hava møguleika at mennast, so var neyðugt við umskipan og íløgum. Akfarsøldin var komin til okkara, vegirnir vóru góðir, so greitt var at nýmótans flutningsfør máttu fáast til vega fyri at nøkta ta nýggju tíðina, og tíðin har strandfaraskipini sigldu langa leið framvið góðum vegastrekkjum mátti fáa ein enda.
Atli Dam sáli, ið var landsstýrismaður í samferðslumálum fekk so gjørt eina samferðslufrágreiðing, ið setti út í kortið, hvussu tær føroysku samferðsluæðrarnar í høvuðsheitinum skuldu ganga. Merkiligt nokk so er tann ætlanin fylgd so at siga til " punkt og prik " uttan at vera samtykt sum ein heildarætlan í løgtinginum. Undirsjóratunnlar eru av givnum orsøkum ikki við í ætlanini frá 74.
Suðuroyggin í serstøðu  eisini tá
Samferðslustøðan til og frá Suðuroynni var bedrøvulig. Kapaciteturin bæði hvat viðvíkti stødd og slag var ov vánaligur, ferðingatíðin ov long, títtleikin ov vánaligur, komforturin út av lagi, ja so sigur tað seg sjálvt, at prísurin fyri ta tænastuna var ov høgur. Keypið av Mortan Mols var sostatt eitt veruligt frambrot. Títtleikin í ferðasambandinum øktist einki serligt av teirri einfaldu orsøk, at politikararnir ikki vildu gjalda.
Frágreiðingin frá 74 viðgjørdi eisini onnur ting í Suðuroynni. Millum annað var kannað, um tað kundi lata seg gera at byggja eina nýtuliga samferðsluhavn í Nesi í Hvalba.Tað kundi tað, men trupulleikin var, at tunnilin til Tvøroyri var ov lágur. So tann tankin bleiv sleptur tá. Frágreiðingin vísti eisini á, at tað rættasta og mest rationella var at hava sigling til eitt stað í Suðuroy, og tá Hvalba bleiv slept, so bleiv víst á Hvítanes innanfyri Tvørábakka sum felags samferðsluhavn fyri Suðuroy.
Skaðilig togan
Togaríið ímillum Vág og Tvøroyri var eisini tá, og sigling til báðar bygdirnar helt fram, og forðaði eini rationellari útbygging av hesum parti av samferðslukervinum í Suðuroy. Serliga má sigast, at tað ongantíð frá lokalpolitiskari síðu veruliga hevur verið roynt at fingið eina samferðsluloysn um Sandoynna. Strandferðslan var framvið nakrar ferðirnar men tað bleiv feiðað av borðinum.
Suðringar vita líka væl sum øll onnur at skulu vit hava eitt ferðasamband, ið lukar nútíðar krøv til framkomna samferðslu og her hugsi eg serliga um frekvens so má tað vera ímillum Hvalba og Sand.
Nýggjur Smyril  eitt lætt men skeivt val?
Menniskjan er soleiðis, at hon dámar best at taka avgerðir, ið ikki eru ov kollveltandi. Sostatt skoytir hon ofta uppí tað, sum finst frammanundan. Politikarar eru bedrøvuligir í so máta.
Nýggi Smyril er eitt dømi um eina slíka avgerð. Vit hava fingið eitt prýðuligt skip, longri enn tað gamla, gongur skjótari, breiðari, betri pláss og bíligt afturat, men í roynd og veru eru hesar útvið 400 milliónirnar, ið eru nýttar til alt projektið, illa nýttar, um ein hyggur eftir samferðslunyttuni. Tá ein íløga uppá útivið eina hálva milliard verður gjørd í okkara lítla samfelag, so má hon hava ein ávísan sjónarring og eitt ávíst perspektiv.
Langtíðarætlanir ikki galdandi í Suðri?
Í dag kemur 90% av okkara flutningi innanoygja til høvuðsstaðin eftir okkara útmerkaða veganeti. Bara Nólsoy og Suðuroy eru uttanfyri. Fyrr var tað øvugt - tá var beinleiðis sigling til Klaksvíkar, Miðvágs og Skopun. Nú verður siglt so stutt sum møguligt fyri at fáa ein høgan frekvens og er hettar lættasti mátin at gera hettar uppá. Nútíðin krevur høgan frekvens í samferðslukervinum.
At enda skal eg minna á, at í 1988 bleiv ein skúlapakki samtyktur í eini rættuliga breiðari semju og hesin hevur verið nøkunlunda fylgdur norðanfjørðs meðan í Suðri er framhaldandi rok um evnið.