- Tað einasta rætta er at gera hassj lógligt at keypa.
Tað heldur Carl August Arge.
Hetta er eitt umstrítt sjónarmið, sum gongur beint ímóti vanligari mannahugsan.
Men Carl August Arge er rúsevnaviðgerðari og tað gera hansara sjónarmið enn meiri umstrítt og merkisvert.
Hinvegin er hann ikki bangin fyri at ganga beint ímóti streyminum og hann heldur seg hava nógvar góðar grundgevingar í skjáttuni, sum tala fyri fríum hassji.
- Eg ivist ikki í, at rákið er fram ímóti fríum hassji, tí hassj er ein veruleiki, vit ikki sleppa undan.
- Veruleikin er, at tað er so lætt at fáa fatur á hassji, at í roynd og veru er longu talan um fría sølu, sigur hann.
- Tey, sum vilja hava fatur á hassji fáa sum einki fatur á tí, tað, leggur hann afturat.
Rúsevnaviðgerðarin heldur, at sostatt mugu vit staðfesta, at forboðið hevur ikki virkað.
- Men tað er einki nýtt, at forboð ikki virkar. Vit hava havt rúsdrekkabann í Føroyum, men tað fekk okkum ikki at leggja av. Og avleiðingarnar av forboðstíðini í USA, eru vælkendar.
Øgiligar útreiðslur
Carl August Arge staðfestir, at sum støðan er nú, hevur samfelagið als onki tamarhald ella eftirlit við rúsevnanýtsluni, staðfestir rúsevnaviðgerðarin
Tvørtur ímóti er tað ein veruleiki, at rúsevnasøla er fíggjarliga grndarlagið undir at kalla øllum brotsmannavirksemi her um okkara leiðir.
- Verður hassj gjørt lógligt, hevði tað í stóran mun trekt fíggjarligu tenninar úr Hells Angels og øðrum harkaliðum av brotsmonnum.
- Samstundis fær samfelagið als onki yvirhøvur, burtur úr handlinum við rúsevni, uttan trupulleikarnar og øgiligar útreiðslur til heilsuverk, almannaverk, tollvald og løgreglu.
- Samstundis sita nógv fólk í fongsli fyri lógarbrot, tey hava framt fyri at útvega pening til rúsevni.
- Harafturat siga vit, at tað er ein sjúka at vera bundin at rúsevnum og niðurstøðan er sostatt í hesum føri, at vit seta fólk í fongsul, tí tey eru sjúk og spurningurin er, hvussu rætt tað er, heldur Carl August Arge.
- Men hetta eru alt útreiðslur, sum harafturat eru nyttuleysar, tí tað gongur sjón fyri søgn, at forboðið og eftirlitið riggar ikki.
Eftirlit og skipað søla
Carl August Arge tekur heldur undir við, at vit skulu meta hassj á sama hátt, sum rúsdrekka.
- Rúsdrekka hevur nógvar keðiligar avleiðingar. Men hinvegin hava vit eina skipaða rúsdrekkaølu, sum er undir strongum eftirliti.
- Eftir mínum tykki eiga vit at at skipa søluna av hassji á sama hátt, sum vit selja rúsdrekka. Við øðrum orðum skulu vit selja hassj í nøkrum fáum úrvaldum handlum.
- Mátin, vit hava skipað okkara rúsdrekkasølu uppá, eigur at verða ein góð fyrimynd fyri, hvussu vit kunnu skipa eina lógliga sølu av hassji upp á, tí í nógvar mátar er tað ein góð skipan.
- Samstundis hevði tað gjørt tað møguligt at tryggja dygdina á tí hassji, sum verður selt.
- Tað er ongin vørulýsing á tí hassji, sum verður selt á svarta marknaðinum, men varð tað selt í úrvaldum handlum, hevði borið til at sett góðskukrøv til vøruna.
- Samstundis kundi landskassin fingið inntøkurnar av mvg øðrum avgjaldi av eini skipaðari hassjsølu.
- Hesar inntøkurnar kundu so heilt, ella partvís, verði brúktar til at rinda fyri tey skaðiligu árini, nýtslan av hassji og øðrum rúsevnum, hava.
Rúsevnaviðgerðarin sigur, at lyklaorðið er eftirlit og skipað søla.
Hann staðfestir eisini, at tey brotsmannalið og einstaklingar, sum selja hassj, selja eisini onnur rúsevni, sum eru nógvar ferðir sterkari og hættisligari.
- Tískil er tað so skjótt, at tey, sum koma í klørnar á hesum harkaliðum, eisini verða freistað av øðrum rúsevnum.
- Verður hassj selt lógligt í ávísum handlum, høvdu høvdu fólk sostatt í stóran mun sloppið undan at verða freistað av øðrum rúsevnum.
Samstundis er Carl August Arge sannførdur um, at verður hassj lógligt, hevði tað ikki ført til meiri nýtslu.
Kortini leggur hann dent á, at sjálvandi snýr tað seg um at geva teimum ungu so mikið gott í beinið, at tey ikki fáa hug at royna rúsevni.
Mugu liva við tí
Carl August Arge heldur, at vit mugu læra okkum at liva við, at hassj er ein partur í samfelagnum og at tað verður brúkt.
Tað hevði gagnað okkum betri, heldur enn bara at taka ta løttu støðuna og krevja, at tað skal vera bannað, tí tað førir ikki til nakað.
Nú sigur tú, at tú væntar ikki, at nýtslan hevði vaksið, hevði hassj verið frítt. Annars verður ofta sagt, at tess lættari rúsdrekka, sigarettir, ella onnur evni, eru at fáa fatur á, tess meiri verður brúkt. Hvussu hongur tað saman?
- Ja, men støðan er nettupp tann í dag, at tað er so lætt at fáa fatur á hassji, at í roynd og veru er talan um fría sølu. Avleiðingarnar av at hava ein svartan marknað eru bara so syndarligar aftur ímóti, hvussu støðan hevði verið, høvdu vit havt eina lógliga, men skipaða sølu.
Hann sipar til, at ikki bara eru tað professionell brotsmannaharkalið, sum ríkað seg upp av rúsevnum og sostatt eisini fáa fíggjað annan kriminalitet. Men misbrúkarar enda eisini sjálvir í kriminaliteti og skøkjulevnaði fyri at fíggja sítt egna misbrúk.
- Sjálvandi eru tað nøkur, sum verða misbrúkarar, men øll eru samd um, at viðvíkjandi rúsdrekka, er støðan blivin frægari, síðani vit fingu Rúsuna. Og eg haldi, at gjørdu vit hassj lógligt, hevði gongdin verðið tann sama.
Carl August Arge staðfestir, at úti í verðini er rákið fram ímóti, at hassj verður lógligt.
Tað er longu lógligt fleiri staðni og aðrastaðni er tað loyvt sum heilivágur.
Hinvegin heldur hann eisini, at tað er lítið sannlíkt, at føroyingar kunnu gera tað einsamallir, tí tað kann føra til hassj-ferðavinnu og tað kunnu vit heldur ikki áhugað í.
Heldur sær hann hetta sum eitt altjóða átak, ella í minsta lagi eitt felags, evropiskt átak.