Fløvin kom ov seint

Føroyska landsliðið varð niðurspælt í litaviska heystarkuldanum fyrstu trý korterini, og hetta kostaði teimum dystin. Men treystið, sum leikararnir sýndu í seinna hálvleiki, var tó fløvandi, og gevur kanska vón fyri einum líkinda avrikið í Hannover

KAUNAS: »Kalt í Kaunas« var ein av yvirskriftum okkara í fríggjadagsblaðnum, og kalt er kanska mest beinrakna orðið at lýsa fyrstu trý korterini av dystinum leygardagin.
Veðrið var í øllum førum kalt, og móttøkan frá litavisku áskoðarunum var eisini kaldlig, tá liðini komu á vøllin. Og mest av øllum, so sýndu litavisku landsliðsleikararnir als ikki nakað sum helst gestablídni.
Snøgt sagt, so var føroyska liðið undir einum øgiligum trýsti frá fyrsta bríksli. Skjóti og kroppssterku mótstøðumenninir løgdu ferðina í eina legu, har okkara als ikki fingu fylgt við, og tað var skjótt greitt, at tað allar helst bert var ein spurningur um tíð, fyrr enn føroyska ballónin skrædnaði.
Og tað gjørdi hon tá einir 25 minuttir vóru farnir av dystinum. Beint undan høvdu litavarnir gramt seg um, at teir ikki fingu brotsspark, tá lítli og fótfimi Saulius Mikaljunas skræddi føroysku verjuna við einum rykki, og mest sum hevði kós móti málinum, tá Óli kantaði hann. Dómarin valdi tó at tiga ta ferðina, soleiðis at talan ístaín gjørdist um hornaspark, men hetta var bert ein stokkut gleði hjá okkara. Í trunkanum inni undir málinum, tá hornasparkið varð sent inn, helt dómarin eftir øllum at døma, at John Petersen hevði forbrotið seg, og uttan at nakar reiðiliga visti hví, peikaði dómarin ellivu metrar úr málinum á hvíta blettin.
Føroysku mótmælini um brotssparksdómin hjálptu eitt stað millum lítið og einki, og tá so Tomas Rasanauskas slapp framat, var hann eirindaleysur, og sendi lágt til vinstru, meðan Jákup Mikkelsen gitti øvugt.

Arbeiddu ov lítið
Tað tóktist allan fyrra hálvleik, sum um okkurt bilti føroyska spælinum. Eitt var at mótstøðumenninir vóru sera ágandandi, men tað er sjáldan, at eitt føroyskt lið hevur verið somikið passivt á vøllinum, sum leikararnir vóru fyrstu trý korterini.
Kanska var broddurin um at fara av litaviska spælinum seinasta partin av hálvleikinum, men hetta merkti á ongan hátt, at okkara menn fingu sítt at hanga saman.
Størsti trupulleikin tóktist eisini at vera, at leikararnir hesi trý korterini als ikki vóru gearaðir til at spæla í 4-4-2 spælskipanini. Ikki soleiðis at skilja, at tað er nakað galið við skipanini, men við djúpdini, sum ein 3-5-2 skipan gevur, er ofta lættari at standa væl á vøllinum.
Í 4-4-2 eru leikararnir noyddir at hugsa nakað meira. Skjótingar skulu vera millum keturnar, soleiðis at djúpd eisini kemur, men hendan var als ikki til staðar. At kalla hvør tann einasti returbóltur í bæði miðju og verju endaði hjá einum gulum leikara, og tá litavar í fleiri førum skiftu spælið úr borð í borð var verjan oftani um ein háls. Ikki minst tí teir báðir litavisku framherjarnir vóru somikið kropsliga sterkir.
Fleiri ferðir vóru eisini av álvara boð eftir føroysku verjuni, og var tað ikki fyri Jón Róa Jacobsen hevði talan helst eisini verið um fleiri enn tað eina málið, sum kom afturat, tá ein bóltur heldur tilvildarliga endaði fyri føturnar á Robertas Poskus, sum ikki gav Jákupi Mikkelsen nakran livandi kjans, tá hann úr stuttari fjarstøðu høgdi bóltin móti nærmasta málhorni.
Frameftir vøllinum skaptu føroyingar at kalla einki. Kantarnir komu ongan tíð ígongd, og fyri tað mesta vóru álopsspælararnir púrasta einsamallir ímóti einum fýra verjuleikarum, og tað førdi so ongan tíð til nakað.

Reistust
Sum fyrri hálvleikur gekk, so lúrdi ein veruligur vandi fyri einum skrædli í steðginum. Tankarnir sveimaðu aftur til Estland, har so nógv varð væntað av føroyska liðinum, men har talan gjørdist um stórtap, og fyrstu løtuna av seinna hálvleiki var eisini líkt til, at litavarnir bara ætlaðu sær at halda fram í sama lag.
Nú mutaði føroyska liðið tó nakað ímóti, men Mikaljunas gav tó enn eina ábending um, hvat hann kann við einum bólti, tá hann fór slalom ígjøgnum verjuna, men skotið sjálvt var óneyvt, og tí spurdist ikki meira burturúr.
Føroyska spælið fram eftir vøllinum var nú batnað nakað, og spakuliga fingu vit otað okkum longur niðan á vøllin. Serstakliga var tað týdningarmikið at kantarnir komu niðan, og brádliga vórðu nøkur líkinda innlegg send niðan í brotsteigin.
Og tað var nokk eisini so, at litavar ikki høvdu orku til at dríva á við somu ferð, sum teir høvdu gjørt í fyrra hálvleiki. Møðin gjørdist meira sjónlig, og ístaðin fyri at leggja trýst á, royndu teir seg nú fyri tað mesta við longum bóltum niðan, sum føroyska verjan sjáldan hevði trupulleikar av.

Skotbardagi
Seinastu tjúgu minuttirnir av dystinum í Kaunas fara helst at standa í minninum sum løtan, har bara svartasta óhepni forðaði føroyingunum í at skora bæði eina og tvær ferðir.
Startskotið var kanska í hinum endanum, tá Jákup hevði eina ótrúliga refleks-bjarging eftir ein heilfluktara frá Poskus, men annars stóðu føroyar fyri tað mesta á øllum.
Litvaviski brotsteigurin var í longum løtum kringsettur av føroyingum, og innlegg oman á innlegg skolaðu oman í brotsteigin. Ofta við tilvildarligum kjansum sum úrslitið, tá menn høvdu ilt við at hava tamarhald í vælmannað brotsteiginum.
Størsta kjansin fekk Rógvi Jacobsen uttan iva, tá hann á fimm-metra markinum stóð púrastas leysur, men onkursvegna rakti hann beint í krovið á málverjanum, og eina aðru ferðina var tað bert ein eymur likamspartur hjá málverjanum, sum forðaði John Petersen í at skora.
Um hesa seinastu løtuna er annars at siga, at tað var fløvandi í heystarkuldanum, og føroyska liðið hóast alt reisti seg somikið væl. Leikararnir sýndu snøgt sagt karakter við at nokta at geva seg. At tað ikki eydnaðist okkara at skora, skulu litavar bara prísa frúnni Fortunu fyri, men sálarligi týdningurin av hesari løtuni kann neyvan undirmetast. Í øllum førum vildi tað verið alt annað enn hugaligt at fari til Týsklands, um liðið var farið niður við nakkanum í Kaunas, men tað gjørdu leikararnir ikki, og tað var nokk tann týdningarmesta staðfestingin, sum Henrik Larsen fekk hetta kvøldið.