samstarvi við, siga, at teir kundu tonkt sær, at tað vóru okkurt um tríggjar fríhavnir í Føroyum. Tað er einki at ivast í, at vit so høvdu fingið skip úr øllum møguligum londum hagar at avskipa, og tað hevði [...] síni skip inn hagar at avskipa fisk, bunkra olju og annað. Men vit hava øll møgulig avgjøld, ið merkja, at tað ikki loysir seg hjá fremmandu skipunum at koma hagar. Eg veit til dømis, at høvdu vit eina fríhavn [...] fyrst og fremst at veita tænastur til útlendsk skip, ið koma til Føroya. Árni Dam hevur í nógv ár fingist við slíkt virksemi, og hann sigur, at um føroysku myndugleikarnir taka stig til at seta á stovn eina
merkir eisini, at jarðfrøðingarnir hjá felagnum hava rættiliga stóra tiltrúgv uppá, at her er stórur møguleiki fyri at gera eitt fund. Vit hava spurt Wilhelm Petersen, hvussu tað so ber til, at eitt felag [...] runnur, og tí er ikki skeivt at siga, at Bedlington-brunnurin er fyrsti veruligi leitibrunnur, sum føroyska felagið er við í uttan fyri landoddarnar. Sosialurin skiljr, at fleiri mál eru í boringini. Borast [...] av við sín part av hesum loyvinum. Hann sigur, at hetta tykist at vera í tráð við politikkin hjá felagnum í Norðsjónum og Europa sum heild. Hess er við at taka seg út úr fleiri og fleiri londum í hesum
ferð á árinum at fáa øll trý stigini. Hóast línan er kløn, so ber tað framvegis til hjá B68 at liva í vónini um, at tað, sum leingi ikki hevur sæð út til at skula bera til, kortini fer at bera til. [...] Hann gjørdi sær dælt av, at tað varð drálað eitt vet í B68 verjuni. VB royndi at leggja trýst á síðstu tíggju minuttirnar fyri at fáa útjavnandi málið. Men gestirnir megnaðu at varðveita konsentratiónina [...] hevur ikki bent á, at VB hevur ætlað sær at vunnið heiðursmerkir. Hóast teir høvdu vindin ímóti, so vóru tað toftamenn, sum høvdu bóltin væl meiri enn mótstøðumenninir, og teir megnaðu at halda bóltin á jørðini
áhugavert er tó, at Regin er farin at hugsa um norðoyingar í hesum høpi. Tað hava vit ikki sæð áður, tá hugsað verður um samstarv millum kommunurnar her á fjørðinum. Hevur Regin hugsað um, at við at kroysta alt [...] Hann fjalir ikki, at hann vil hava tunnilin úr Suðurstreymi upp í Runavík, og at hann heldur vil hava ein tunnil undir Skálafjørðin, enn eina brúgv yvir fjørðin. Tí loyvi eg mær at koma við hesari vi [...] tykjast vansarnir at vera nógv fleiri enn fyrimunirnir. Millum annað sigur hann, at vatnútskiftið á fjørðinum verður nógv verri við einari brúgv, heldur enn einum tunnli, men tað tími eg ikki at gera viðmerkingar
javnleiki móti KÍ. ÍF hevði ikki nógv at bjóða uppá. At Símun Eliasen ikki er førur fyri at vera við og stýra verjuni er katastrofalt, og móti KÍ var tað steinur omaná byrðu, at Alexander Jovevic og Eyðun Ryggshamar [...] eftir at teir hava verið á Svangaskarði! Sunnukvøldið var hýrurin góður umborð á Dúgvuni. KÍ hevði fingið fulla úrtøku í Fuglafirði, og tað var týdningarmikið. At leikliga avrikið ikki var nakað at reypa [...] Ryggshamar ikki vóru førir fyri at spæla á miðvøllinum. ÍF hópurin er ikki óendaliga stórur. Tað kundi kanska roknast við, at við fýra klaksvíkingum á ÍF liðnum fór stríðsviljin at vera eyka stórur hjá fuglfirðingum
aftur í, at teir vildu hava ferðina at vera lága, og tað eydnaðist teimum fyri tað mesta í 1. hálvleiki. At tað eydnaðist komst eisini av, at TB vildi og megnaði at spæla í staðin fyri bara at medda so [...] viðhaldsfólkini, sum støðugt fjølgast og ivaleyst fara at verða uppaftur fleiri, nú tað gongur so væl, sóla sær í, at tað enn eina ferð eydnaðist at vinna tepurt. Og tað var vorðið sum mál, ið bar trý stig [...] aftastu røð dugdu væl at spæla, og teir fluttu seg longri fram, enn tað undanfarnu ferðirnar hevur verið sagt, at teir hava gjørt. Í framrættaða partinum knípti tað hjá TB, sum líður undir, at Alexander Jovevic
rundur, og tað er so ofta, at tað ikki gongst soleiðis, sum tað verður roknað við. At EB/Streymur eftir steðgin megnaði so trivaliga og sannførandi at koma afturíaftur og at skjóta trý mál, meðan teir [...] var hálvskaddur! Men tað var nóg mikið at vinna á GÍ. Eisini hóast EBStreymur síðstu løtuna, tá ið GÍ royndi at trýsta fyri at sleppa upp á javnleik, noyddist at spæla við tíggju monnum, tí Jóhann á Stongum [...] umfarinum. Heimaliðið royndi at spæla, og tað eydnaðist partvís. Teir í EB/Streymi tóktust sperdir. Teir tordu ikki at bjóða seg fram og at hava bóltin, og tað gekk striltið hjá teimum at royna við skotum úti
skilt, at summir halda, at væl kom burtur úr. Endamálið hjá okkum var eitt nú at koma í samband við tey reiðaríir, sum eiga skipini, ið liggja her í Nólsoyarfirði. Ætlanin við luttøkuni var eitt nú at bjóða [...] reiðaríum og fyritøkum annars í Ruslandi at vitja føroysku fyritøkurnar. Kjartan vísir á, at Menningarstovan frammanundan hevði greitt føroysku framsýnarum frá, at Fish 2004 er ein lutfalsliga lítil framsýning [...] í iva um, hvørt vit skuldu verða við á hesi stevnuni ella ikki. Ein orsøk til, at vit avgjørdu ikki at verða við, er, at vit hava ongan handilssáttmála við Rusland. Haraftrat høvdu lutfalsliga fáar fyritøkur
Hjúnini síggja tað sum eina stóra avbjóðing at flyta til Danmarkar, men tey gleða seg avbera nógv. Frode ásannar, at tað verður løgið at koma aftur til Danmarkar at búgva. Hann hevur systkin niðri, sum hann [...] var eisini tað, sum gjørdi, at hann vildi royna at arbeiða í Føroyum í eina tíð. ? Eg var so ungur, og eg bleiv biðin at verða sersjantur. Tað kann man ikki nokta, so eg helt, at eg kundi tað sama uppliva [...] onkuntíð tosað um at flyta til Danmarkar, men tað er ikki blivið til nakað fyrr enn nú. Og púra tilvildarliga vildi tað soleiðis til, at tey flúgva úr Føroyum 3. mai. Júst 40 ár eftir, at Frode kom til landið
Sum altíð vil minna okkum á, at vit eiga at handla eftir samvitsku okkara, soleiðis at vit eisini eru klár at taka dystin við tær mótstøður, sum altíð vilja koma. Og at tú var til reiðar, nú seinasti [...] fyri framman, mundi eingin ivi vera um. Tú visti av, at tín tíð var komin, og tú visti eisini av, at tú einki hevði at óttast, nú Harrin stóð til reiðar at taka teg til sín. Sjálv hevði tú eisini gjørt av [...] nógva mundi binda teg at heiminum, men sum tó ikki forðaði fyri, at tú kundi fáa nógv á skaftið. Sjómansheimið, Missiónshúsið og Ellisheimið munnu vera sjónligastu prógvini um hetta, og at tú var avhildin av