Misjavnar meiningar um Fish 2004

- Føroysku framsýnararnir á fiskivinnumessuni í Moskva, Fish 2004, vistu frammanundan, at hetta var ein lutfalsliga lítil framsýning. Men eftir hvat eg havi skilt, høvdu tey, sum fóru yvir at hyggja at messuni, væntað meira, enn tey sóu. Tí eru summi vónbrotin, sigur Kjartan Kristiansen á Menningarstovuni

Fish 2004

Í vikuskiftinum komu føroyingar aftur av fiskivinnuframsýningini, Fish 2004, sum í síðstu viku varð hildin í Moskva. Tað var Flogfelag Føroya, ið skipaði fyri flutninginum, og tað var flogfarið hjá Atlantsflogi, sum fleyg til Moskva og heimaftur við føroysku luttakarunum. Farið varð yvir týsdagin, sum stevnan læt upp mikudagin. Fish 2004 læt aftur leygardagin.
Føroysku fyritøkurnar, sum vóru við á stevnuni, vóru Faroe Ship, Farpack, Bergfrost, PM Group (Poul Michelsen), Tórshavnar Skipasmiðja, North Atlantic Fish Fair, Vónin, Landshandilin, Poul Hansen, PRG (Fiskavirkið í Gøtu), Vestpack, Farex, Faroe Seafood, Tórshavnar havn, Fuglafjarðar havn og Tvøroyrar havn.

Felags básur

Nú føroysku luttakararnir eru komnir aftur, hevur ljóðað, at Fish 2004 hevur verið eitt vónbrot, tí stevnan var ikki tað, sum roknað varð við.
Á framsýningini luttóku føroysku framsýnararnir á einum felags bási ? ella undir einum hatti, sum tikið verður til, og tað var Menningarstovan, sum enn einaferð skipaði fyri føroysku luttøkuni.
Kjartan Kristiansen, stjóri, sigur seg eisini hava skilt, at onkur av føroysku hyggjarunum á Fish 2004 var vónbrotin.
- Men eg haldi ikki, at tey, ið umboðaðu føroysku fyritøkurnar, sum bjóðaðu seg fram á stevnuni, vóru vónbrotin. Eg havi í hvussu er skilt, at summir halda, at væl kom burtur úr. Endamálið hjá okkum var eitt nú at koma í samband við tey reiðaríir, sum eiga skipini, ið liggja her í Nólsoyarfirði. Ætlanin við luttøkuni var eitt nú at bjóða viðskiftafólki, reiðaríum og fyritøkum annars í Ruslandi at vitja føroysku fyritøkurnar.
Kjartan vísir á, at Menningarstovan frammanundan hevði greitt føroysku framsýnarum frá, at Fish 2004 er ein lutfalsliga lítil framsýning.
- Nú veit eg ikki, hvat onnur, ið vóru við í Moskva sum hyggjarar, høvdu ímyndað sær, áðrenn tey fóru avstað, men framsýnararnir vistu í hvussu er, hvat tey fóru yvir til.

Onnur framsýning

Hann sigur, at nakrar dagar, áðrenn Fish 2004 varð sett í Moskva, var ein onnur framsýning har yviri. Hetta var ein framsýning við matvørum úr havinum.
- Vit vóru nógv í iva um, hvørt vit skuldu verða við á hesi stevnuni ella ikki. Ein orsøk til, at vit avgjørdu ikki at verða við, er, at vit hava ongan handilssáttmála við Rusland. Haraftrat høvdu lutfalsliga fáar fyritøkur boðað frá luttøku á matvørustevnuni. Fish 2004, sum føroysku fyritøkurnar vóru við á, var eitt nú stuðlað av russisku stjórnini, og tað talaði eisini fyri hesi luttøku.
Kjartan vísir á, at hóast marknaðarbúskapurin vinnur alt meira fram í Ruslandi, so tekur tað tíð, áðrenn landið er við á øllum økjum.
- Eingin eigur at ímynda sær, at nøkur framsýning í Ruslandi, sum fevnir um vinnuna, er stór, tí enn eru marknaðarkreftirnar ikki rættiliga farnar at virka. Í Ruslandi eru nakrar stórar fyritøkur, sum áður vóru kommunistiskar, men sum nú eru tað, sum vit rópa, privatiseraðar. Men virksemið, sum vit kenna aðrastaðni við at hava stórar framsýningar, er ikki rættiliga komið í gongd eystanfyri enn.
Trý fólk, sum starvast hjá Menningarstovuni, vóru við í Moskva, og haraftrat vóru tríggir tulkar við, sum duga russiskt. Hesir vóru føroysku fyritøkunum, sum luttóku á messuni, til hjálpar.

Møttu ikki

- Tann eina stevnudagin, nevniliga hósdagin, høvdu vit væntað vitjan av reiðaríum, sum vit høvdu gjørt avtalur við, men tá ið samanum kom, møttu hesi ikki upp. Kjartan heldur tískil ikki, at russar eru betur til at halda avtalur enn eitt nú føroyingar.
- Sjálvandi var tað harmiligt, at reiðaríini ikki møttu soleiðis, sum vit høvdu avtalað, men hetta er ein partur av tí heila. Hinvegin mugu vit hugsa um, at teinurin úr eitt nú Murmansk og Arkangelsk, har reiðaríini eru, sum vit hava áhuga í, er rættiliga stórur. Sum dømi kann nevnast, at Arkangelsk er líka stórt sum Frakland. So, vit tosa her um heilt aðrar "distansir" enn teir, vit kenna í Føroyum og um okkara leiðir.
Stjórin á Menningarstovuni heldur annars, at føroysku framsýnararnir sum heild vóru nøgdir við luttøkuna, og hann veit eisini, at tað vóru feløg, ið eitt nú fáast við sølu av fiski, sum fingu í lag góð sambond í Ruslandi.

At vera við

- Skulu vit skapa okkum nýggjar møguleikar og avtalur, mugu vit vera við, har nakað kann vera at heinta. Vit røkka ikki øllum, men vit avgjørdu so at verða við á Fish 2004 í Moskva, hóast hendan framsýningin ikki er so stór sum aðrar, vit kenna, sigur Kjartan Kristiansen, stjóri á Menningarstovuni.