Oljuleiting
Tað eru nú gingnir umleið 25 dagar, síðani ein av heimsins størstu og mest framkomnu boripallum, Erik Raude (Eirikur Reyði) fór undir at bora ein leitibrunn í bretskum øki og skamt frá føroyska markinum, fyri m.a. føroyska oljufelagið Atlants Kolvetni.
Hóast luturin hjá føroyska felagnum er sera avmarkaður, 1%, so er tað kortini lutfalsliga nógv fyri eitt lítið felags sum Atlants Kolvetni, sum hevur møguleika at hækka sín part til 2,5%. Tað er stóra og kenda bretska oljufelagið BG ella British Gas, sum stendur fyri hesi spennandi og eisini kostnaðarmiklu boringini í Bedlingtonprospektinum, umleið 30 kilometrar sunnan fyri verandi oljufelt Foinaven og Schiehallion og umleið sama tein frá markinum.
BG eigur heili 82% í loyvinum, meðan danska DONG eigur tey restandi 17%. Ætlanin er at bora í 41 dagar, so boringin er komin gott og væl í helvt. Wilhelm Petersen, stjóri í Atlants Kolvetni er sera spentur, nú felagið fyri fyrstu ferð luttekur í eini leitiboring í útlendskum øki. Felagið var eisini við í brunninum, sum varð boraður í bretskum øki nøkur ár herfyri í sambandi við Marjunfundið, men tað var ein sokallaður avmarkingarbrunnur, og tí er ikki skeivt at siga, at Bedlington-brunnurin er fyrsti veruligi leitibrunnur, sum føroyska felagið er við í uttan fyri landoddarnar.
Sosialurin skiljr, at fleiri mál eru í boringini. Borast skulu umleið 4000 metrar og er hetta rættiliga djúpt sammeta vit við aðrar brunnar, sum eru boraðir vestan fyri Hetland. Marjunboringin gekk niður á umleið 4200 metrar.
Sum skilst eru vónirnar til brunnin stórar. Tað mugu tær í hvussu er vera hjá BG, sum upprunaliga átti 40% av loyvinum men keypti 42% aftrat frá Amerada Hess. Við øðrum orðum hevur BG heili 82% av øllum váðanum, og tað er sera nógv í hesi vinnuni. Tað merkir eisini, at jarðfrøðingarnir hjá felagnum hava rættiliga stóra tiltrúgv uppá, at her er stórur møguleiki fyri at gera eitt fund.
Vit hava spurt Wilhelm Petersen, hvussu tað so ber til, at eitt felag sum Amerada Hess sleppur sær av við sín part av hesum loyvinum. Hann sigur, at hetta tykist at vera í tráð við politikkin hjá felagnum í Norðsjónum og Europa sum heild. Hess er við at taka seg út úr fleiri og fleiri londum í hesum partinum av heiminum og raðfestir harafturímóti leiting í øðrum pørtum av heiminum størri. Eitt nú seldi Hess sín part í krúnjuvelinum hjá sær, Scott-feltið, herfyri. Tað var fyristøðufelag.
Wilhelm Petersen sigur annars, at Atlants Kolvetni er komið rættiliga langt við ætlan síni at tekna nýggjan partapening. Eitt prospekt er gjørt og verður tað alment um mánaðaskiftið oktober-november. Tá hevur felagið so heimild at tekna upp til 30 mill. kr. í nýggjum partapeningi. Hetta er so eisini fyrstu ferð, at møguleiki eisini verður hjá útlendingum, at seta pengar í Atlants Kolvetni. Peningurin skal m.a. brúkast til luttøkuni í trimum feltum á bretskum øki, sum føroyska felagið hevur keypt partar í. Við hækkandi oljuprísum kann hetta gerast ein góð forrætning skilst.
Spenningur
Tríggir aðrir áhugaverdir brunnar eru boraðir á Atlantsmótinum í summar. Allir á bretskum øki. Enn er einki komið út alment um úrslitið av hesum boringum, men tað hevur kortini ljóðað í oljuverðini, at talan kann vera um fund, og at møguleiki er fyri, at tað verða útbyggingar til bæði gass og olju. Leitibruinnarnir, sum talan er um, eru tveir beint við føroyska markið, Cambo(Lindisfarne) og Lochnagar (Rosebank) og so eisini ein avmarkingarbrunnur í Lagganfeltinum, har talan er um gass.
Um vit nú ímynda okkum, at í hvussu er ein ella tveir av hesum íalt fýra brunnum vestan fyri Hetland, eru lønandi fund og kunnu útbyggjast, so kemur tað at seta heilt nýtt fokus á Atlantsmótið og fer tað so eisini at kunna ávirka áhugan fyri leiting í føroyaøkinum, eitt nú eini komandi 2. rundu. Allar umrøddu boringar eru "tight hole" tvs. at eingir upplýsingar fara út um úrslitið, í hvussu er ikki enn.
Um nakað áhugavert spyrst burtur úr hjá Atlants Kolvetni sunnan fyri markið fer tað at knýta Føroyar uppaftur tættari at altjóða oljuvinnu.
Tað er eisini áhugavert at merkja sær, at eitt av teimum mest áhugaðu oljufeløgunum á føroyska landgrunninum, danska DONG, er við í øllum teimum fýra brunnunum, sum vit hava umrøtt omanfyri og sum eu og verða boraðir vestan fyri Hetland.