Høkjulið gjørdi av við gøtumenn

Hóast fleiri av lyklaspælarunum vóru burtur frá, tí teir vóru skaddir, megnaði EB/Streymur at svara aftur og vinna øll stigini, sjálvt um GÍ hevði verið omaná í steðginum

Fótbóltur

GÍ er ikki tað, sum ábendingar vóru um í fyrstu umførunum, og EB/Streymur ætlar sær ikki uttan víðari at vera við í stríðnum, sum skal ganga fyri seg kring niðurflytingar strikuna.
Úrslitið í Sarpigerði talar fyri seg. EB/Streymur fór avstað við øllum stigunum. Eftir 1-0 GÍ leiðslu í steðginum, reistu gestirnir seg. Tað var merkisvert, at teir megnaðu at skora trý mál, meðan GÍ arnir vóru sørir.
Tað var eitt nú merkisvert, tí heimaliðið undan steðginum hevði havt rættuliga fitta lotið ímóti. EB/Streymur hevði einki fingið burturúr undan vindinum. Tað hevði GÍ. Popczynski sleit seg leysan og smekkaði til nakað uttanvert brotsteigin, og bólturin sat í meskunum aftanfyri Gunnar á Steig.
Í steðginum vóru tekin í sól og mánað um, at tað skuldi verða heimaliðið, sum undan vindinum skuldi sláa tónan ann, og at tað skuldu verða teir, sum fóru at seta blaðunga miðvøllin hjá gestunum undir trýst og skapa málmøguleikar og skjóta mál. Spurningurin tóktist heldur vera, hvussu sannførandi heimasigurin skuldi verða, heldur enn um gestirnir skuldu fáa nakað við sær til hús aftur. Men bólturin er rundur, og tað er so ofta, at tað ikki gongst soleiðis, sum tað verður roknað við.
At EB/Streymur eftir steðgin megnaði so trivaliga og sannførandi at koma afturíaftur og at skjóta trý mál, meðan teir hildu mótstøðumonnunum burtur frá málskjótingini, var eisini merkisvert, tí at EBStreymur saknaði fleiri av teimum, sum higartil hava verið fastir menn á liðnum. Talan var í hvussu so er partvís um høkjulið, um tað ber til at nevna tað soleiðis.
Liðformaðurin Jákup Martin Joensen og varaliðformaðurin Knút Vesturtún sótu báðir meiri ella minni hálvskaddir uttanfyri. Verjuspælarin Gert Hansen var við hondbóltslandsliðnum á venjingarlegu uttanlands, verjuspælarin Esmar Eiðisgarð er framvegis skaddur, og Nicu Dogaru var so mikið skaddur, at tað ikki bar honum til at spæla við.
Tað man hava verið sjáldan, um tað nakrantíð yvirhøvur er komið fyri, at eitt lið í bestu deildini hevur havt so unga manning á miðvøllinum, sum EB/Streymur hevði leygardagin. Bárður Olsen, Marni Djurhuus, Hans Pauli Samuelsen og Brian Olsen høvdu fingið ábyrgdina. Tríggir teirra eru átjan ára gamlir og unglingaspælarar, og hin fjórði er nítjan ár. Bara átta minuttir vóru farnir, tá ið Marni Djurhuus noyddist at taka seg aftur. Ógvuslig takling ella stempling var orsøk til, at tað var neyðugt við nýggjum verjukendum miðvallara. Jákup Martin Joensen spældi í meiri enn fimm korter, hóast hann var hálvskaddur!
Men tað var nóg mikið at vinna á GÍ. Eisini hóast EBStreymur síðstu løtuna, tá ið GÍ royndi at trýsta fyri at sleppa upp á javnleik, noyddist at spæla við tíggju monnum, tí Jóhann á Stongum hevði sær gula kortið tvær ferðir.

Sum dagur og nátt
GÍ hevði leikliga yvirvág í fyrra umfarinum. Heimaliðið royndi at spæla, og tað eydnaðist partvís. Teir í EB/Streymi tóktust sperdir. Teir tordu ikki at bjóða seg fram og at hava bóltin, og tað gekk striltið hjá teimum at royna við skotum úti frá og undan vindinum.
GÍ hevði havt takið, men eftir steðgin kollrendist tað, sum hevði verið, og einki spurdist burtur úr tí, sum tað kundi roknast við.
EB/Streymur fekk skjótt tvey mál. Í báðum førum var innskifti miðvallarin í vinstru málskjútti. Hallur Jacobsen hevði loyst Brian Olsen av. Bárður Olsen legði innfyri úr høgru, og innskifti maðurin var leysur við handara stólpan, tá ið hann umvegis stýrdi bóltinum í málið.
Talan var í hesum førinum um stórt mistak í GÍ miðverjuni. Luftin fór fullkomuliga úr heimaliðnum, sum ikki var at kenna aftur frá tí, sum teir høvdu víst undan steðginum og ímóti vindinum.
Hallur Jaobsen skoraði eisini til 2-1. Bárður Olsen og Hans Pauli Samuelsen spældu seg ígjøgnum í høgru, Hans Pauli legði innfyri, og Hallur Jacobsen setti høvdið undir bóltin, sum umvegis stólpan fór í málið aftanfyri Hall Hansen.
Gøtumenn vóru skelkaðir. Men tá ið EB/Streymur noyddist at spæla tíggju móti ellivu, tóktist tað sum um, at tað skuldi eydnast teimum at koma aftur. Hallur Jacobsen var uppi í, tá ið dreymarnir hjá GÍ vórðu gjørdir til einkis. Tá ið Jóhann á Stongum varð vístur av vøllinum, fór Hallur aftur í vinstra verjuborð. GÍ var á veg í álop, tá ið Hallur fangaði bóltin. Hann sneiddi framviðeinum, legði innfyri, og Sonni L. Petersen var fyrstur á og staðfesti útisigurin.