Dagsins mál bar fulla úrtøku við sær

TB avrikið boðaði avgjørt ikki frá botnliði, sum bara sparkar burtur og annars goymir seg í egnum brotsteigi

ÍF-TB

Tað var summar í Fuglafirði sunnudagin. Stilli, sól og heiður himin, og harafturat kundu teir á heimaliðnum og viðhaldsfólkini, sum støðugt fjølgast og ivaleyst fara at verða uppaftur fleiri, nú tað gongur so væl, sóla sær í, at tað enn eina ferð eydnaðist at vinna tepurt.
Og tað var vorðið sum mál, ið bar trý stig við sær. Tveir minuttir undan steðginum hevði ÍF horna í høgru. Lagt varð høgt og væl innfyri. Bæði reyðir og stríputir royndu at vinna bóltin, sum dalaði niður einar tveir metrar uttanvert brotsteigin og eitt lítil vet til vinstru. Miðvallarin í vinstru, Rúni Elttør, legði seg 90 stig, høgdi til við vinstra beini, og bólturin fór sum ein eldkúla upp í nettakið aftanfyri sakleysa og annars stinna TB málverjan, Predrag Markovic.
ÍF málið broytti fyritreytirnar hjá báðum pørtum fullkomuliga, men tað bar ikki serligar broytingar í spælbýti og ferð við sær.
Undan málinum var tað TB, sum úrslitaliga var omaná. Gestirnir vóru heilt týðuliga nøgdir við málleysan javnleik. Tað sást eitt nú aftur í, at teir vildu hava ferðina at vera lága, og tað eydnaðist teimum fyri tað mesta í 1. hálvleiki. At tað eydnaðist komst eisini av, at TB vildi og megnaði at spæla í staðin fyri bara at medda so høgt og langt, sum tað bar til. Málverjin og teir fýra í aftastu røð dugdu væl at spæla, og teir fluttu seg longri fram, enn tað undanfarnu ferðirnar hevur verið sagt, at teir hava gjørt.
Í framrættaða partinum knípti tað hjá TB, sum líður undir, at Alexander Jovevic og Daniel Nyarko ikki kundu vera við, tí teir vóru skaddir. Men hóast tyngdin og dýpdin ikki var so stór, so hildu tvørámenninir alla tíðina høvdið kalt, og Allan Poulsen, Olivur Abrahamsen og onkrir aðrir vístu, at fótbóltsevnunum bilar einki.

Ikki nóg gott tak
Fuglfirðingarnir vildu fegnir í 1. hálvleiki hava, at ferðin í spælinum vaks, men teir megnaðu tað ikki nóg væl til, at talan kundi gerast um vandamiklar gjøgnumbrotsstøður. Hóast teir høvdu bóltin nógv tann størsta partin av tíðini, so endaði tað ov ofta við, at teir mistu út av vøllinum ella til mótstøðumenn.
TB sá sínar møguleikar í deyðbóltsstøðum. Tá fluttu teir allar teir stóru menninar í verjuni fram í brotsteigin hjá mótstøðumonnunum. Tað bar vandamiklar støður við sær. Bæði í ÍF brotsteiginum, men so sanniliga eisini í hinum endanum, har tað fleiri ferðir eftir TB deyðbóltar knípti við uppbakkingini, tá ið ÍF fór í skjót mótálop.
Seinna partin av fyrra umfarinum vóru tvær tílíkar støður, og tað var í seinna førinum, at ÍF fekk sigursmálið. Í fyrra førinum var um reppið, at Óli Johannesen úr stuttari fjarstøðu og eftir TB horna fekk bóltin framvið Allani Joensen, sum bjargaði. Skjótt ÍF mótálop bar við sær, at Gunnar Nielsen gjørdist leysur, men TB málverjin bjargaði.
Í seinna førinum varð TB fríspark lagt í ÍF brotsteigin. TB verjuspælararnir vóru frammi, ÍF kontra bar vandamikla støðu og horna í høgru við sær, og so var tað, at Rúni Elttør legði til við fína heilfluktaranum, og harvið hevði ÍF tryggjað sær hálvleiksleiðsluna og týdningarmikla sinniliga yvirtakið í steðginum.

Spenningurin helt sær
Beinanvegin eftir steðgin vóru ábendingar um, at tvørámenn ætlaðu at sleppa eitt vet í verjuni fyri at fáa størri tyngd í hinum endanum. Fuglfirðingar fingu harvið møguleikar í snarálopum, og bæði Sylla og Gunnar Nielsen høvdu møguleikar, uttan at teir bóru mál við sær. Serliga tá ið Gunnar Nielsen eftir innlegg úr høgru smekkaði til, vardi TB málverjin framúr væl við nærra stólpan.
Seinna partin av 2. hálvleiki broytti TB til 4-3-3. Zivkovic, Larbi og Hallur Christiansen vóru á toppinum, miðvallararnir vóru meiri framrættaðir, og síðstu fimm minuttirnar fór eisini Óli Johannesen fram í fremstu røð, men tað eydnaðist ikki TB at spæla seg til stórar møguleikar. Úti á vøllinum bæði dugdu og tordu teir at spæla, og teir fingu frið til tað, men á fremsta triðinginum av vøllinum vóru broddurin og tyngdin lítil og eingin.
Intensiteturin var einki serligur, men nervin var alla tíðina til staðar, tí tað ikki eydnaðist heimaliðnum at fáa mál burturúr onkrum møguleika og harvið at taka spenningin burtur.