Fótbóltur
Klaksvíkingar fóru sunnukvøldið fyri seinastu ferð um Leirvíksfjørð eftir fótbóltsferð hjá besta liðnum. Um smáar tvær vikur fara teir undir fjørðin, eftir at teir hava verið á Svangaskarði!
Sunnukvøldið var hýrurin góður umborð á Dúgvuni. KÍ hevði fingið fulla úrtøku í Fuglafirði, og tað var týdningarmikið. At leikliga avrikið ikki var nakað at reypa av verður skjótt gloymt. Tað eru stigini, sum telja.
Fuglfirðíngar eru framvegis stigaleysir. Um teir høvdu havt verið hepnir, so kundi tað havt endað við javnleiki móti KÍ. ÍF hevði ikki nógv at bjóða uppá. At Símun Eliasen ikki er førur fyri at vera við og stýra verjuni er katastrofalt, og móti KÍ var tað steinur omaná byrðu, at Alexander Jovevic og Eyðun Ryggshamar ikki vóru førir fyri at spæla á miðvøllinum.
ÍF hópurin er ikki óendaliga stórur. Tað kundi kanska roknast við, at við fýra klaksvíkingum á ÍF liðnum fór stríðsviljin at vera eyka stórur hjá fuglfirðingum. Men fyritreytirnar hjá ÍF vóru ikki nóg góðar. Tað vóru ov nógvir ov lítið royndir spælarar á vøllinum, og tað sást aftur.
Tað var ov sjáldan, at teir reyðu tordu at bjóða seg til, temja bóltin, spæla víðari til næsta mann og finna nýggja støðu. Mest upplagda loysnin var ov ofta at sparka, og tá ið tað ofta var langt og ikki so neyvt, so sigur tað seg sjálvt, at ÍF møguleikarnir vóru fáir.
Bartal Eliasen tamdi bóltin í sítt egna mál, og so var 1-0 til KÍ, eftir at Iulian Florescu hevði sent fríspark innfyri úr vinstru, og Atli Danielsen frá handara stólpanum hevðí stútað upp á tvørs aftur. Hesa løtuna vóru teir bláu sera ágangandi. Flytingarmynstrið tóktist hampuliga umhugsað. Við skjótleika og kropsligari tyngd settu teir ÍF undir trýst, og tað var fleiri ferðir tætt við, at Paul Clapson, Heðin á Lakjuni og 16 ára gamli Steffan Kalsø fingu mál.
So var tað, at ÍF mest sum burtur úr ongum opinberaði, at verjuparturin hjá KÍ ikki var so ógvuliga sannførandi. Eftir innlegg úr høgru frá Tóruri Lervig var Atli Petersen púra leysur í brotsteiginum. Hann smekkaði bóltin í málið. Tað sveið hjá KÍ, og heimamenninir vórðu upplyftir.
KÍ var tó omaná, og teir høvdu bóltin í netinum tvær ferðir og eisini á stólpunum. Linjuverjin kolldømdi, tá ið Harley Bertholdsen hevði sett bóltin í tóma málið, eftir at Karstin Joensen hevði hálvbjargað skotroynd frá Heðini á Lakjuni. Tað var ivamál, men KÍ fekk undan hvíldini nýtt leiðslumál. Einmansavrikið hjá Hjalgrími Elttør í vinstru og mitt innfyri og skot úr 19 metrum, sum tók tvørtræið, áðrenn bólturin fór í málið, var fínt. Men støðan kendist ikki serliga sannførandi fyri ÍF verjupartin.
Eftir steðgin var leingi lítið skil á. KÍ misti pippið, og tað kom fyri, at Atli Peteresen, Arnhold Joensen og Hanus Eliasen vístu, at KÍ verjan var at tosa við. Útjavnandi málið var bæði klossut og perla. Klossinum stóð KÍ málverjin fyri, tá ið hann óneyðugt gav ÍF hornaspark í vinstru. Perluna átti ein av teimum minst royndu. Bólturin varð beindur út frá eitt sindur í mótsatta borðinum. Frank Poulsen, sum royndi at vera nærlagdur á høgra vongverja og seinni á miðvøllinum, heilfluktaði úr 20 metrum, og bólturin fór dygst inn við nærra stólpanum, áðrenn hann sang í netinum. Framúr mál!
Klaksvíkingar vóru skelkaðir, og eina løtu gjørdist tað uppaftur verri, enn tað hevði verið fyrstu løtuna eftir steðgin. Verjukendi miðvallarin, Høgni Madsen, fekk annað gula kortið, og so tóktist mótbrekkan móti trimum stigum at vera sera tung hjá KÍ.
Gestaáskoðararnir undraðust á, hví tað gekk so long tíð, áðrenn onkrir av góðu bóltspælarunum á beinkinum vórðu settir inn. Síðstu løtuna batnaði KÍ spælið eitt vet aftur. Álopsspælararnir megnaðu ikki at raka málið, men tað gjørdi ein av innskiftu monnunum, Símun Joensen, eftir at Harley Bertholdsen, sum aftur var millum teir mest eyðsýndu á KÍ liðnum, hevði sent fríspark mitt innfyri málið, har Símun, sum misti góðan møguleika at gera sigursmálið í Gundadali móti B36, tamdi og sendi dygst inn við stólpanum.
Trý stig og frøði á KÍ, hóast spælið avgjørt ikki var at rópa hurrá fyri. Einki stig til ÍF, sum skal arbeiða nógv fyri at sleppa burtur úr nulllíminum.