Herfyri lat Árni Dam saman við øðrum upp skrivstovu Yviri við Strond í Havn, sum hann rópar Faroe Agency. Endamálið við nýggju skrivstovuni er fyrst og fremst at veita tænastur til útlendsk skip, ið koma til Føroya. Árni Dam hevur í nógv ár fingist við slíkt virksemi, og hann sigur, at um føroysku myndugleikarnir taka stig til at seta á stovn eina fríhavn, er møguleiki fyri at útvega eina rúgvu av nýggjum og hart tiltrongdum arbeiðsplássum.
Áhugin er stórur
Árni Dam greiðir frá, at útlendsk reiðaríir hava stóran áhuga fyri Føroyum, og síðani nýggja skrivstovan lat upp, hava teir fingið hópin av uppringingum úr útlandinum.
? Tað gongur skjótt í hesari vinnuni við at fáa tíðindini um eina nýggja skrivstovu av hesum slag runt til røttu viðkomandi, sigur Árni Dam.
Faroe Agency skal fyrst og fremst virka sum port agents fyri fremmand skip. Tað vil siga, at teir taka sær av øllum tí praktiska viðvíkjandi pappírum, loyvum, møguligari útskifting av manning saman við Atlantic Airways, proviant og øðrum í sambandi við, at eitt fremmant skip kemur til Føroya.
Tað er eingin loyna, at Árni Dam í nógv ár hevur havt rættuliga nógv samstarv við russar, og millum annað er hann umboðsmaður hjá teimum mongu russisku skipunum, ið liggja í Nólsoyarfirði.
? Russarnar havi eg fingist við síðani 1978, so teir kenna meg. Teir ringja eisini í heilum og spyrja, um vit kunnu taka okkum av øllum tí praktiska, og tað hevur einki upp á seg, tí hjá okkum er tað rein rutina, sigur royndi shippingmaðurin.
Óneyðugar forðingar
Árni Dam sigur, at um vit ikki høvdu havt so nógvar óneyðugar forðingar, høvdu føroyingar kunna vunnið heilt fitt av peningi burtur úr øllum teimum mongu skipunum, ið eru her á okkara leiðum. Hann vísir á, at varð til dømis ein fríhavn sett á stovn, hevði tað uttan iva merkt eina rúgvu av nýggjum arbeiðsplássum.
? Eg eri óteljandi ferðir blivin spurdur av reiðarum, um vit ikki hava eina fríhavn í Føroyum, tí so høvdu teir sent síni skip inn hagar at avskipa fisk, bunkra olju og annað. Men vit hava øll møgulig avgjøld, ið merkja, at tað ikki loysir seg hjá fremmandu skipunum at koma hagar. Eg veit til dømis, at høvdu vit eina fríhavn, høvdu allarhelst øll tey russisku skipini, ið eru við Føroyar, komið hagar at bunkra olju. Tilsamans brúka hesi skip eitt stað millum 150.000 og 200.000 tons av olju árliga, og tað er eyðsæð, at tað hevði kastað nógv av sær her á landi, sigur Árni Dam.
Eisini fílist Árni Dam á tey sonevndu BIB-gjøldini, ið verða kravd fyri eitt nú triðjalandsfisk, ið verður koyrdur á goymslu í Føroyum, áðrenn hann verður sendur við farmaskipi til eitt annað triðjaland. Hetta BIB-gjaldið inniber, at kemur til dømis ein russiskur bátur við 1.000 tonsum av blokki, ið skal goymast í Føroyum, áðrenn hann verður avskipaður víðari til eitt nú Kina, skal Heilsufrøðiliga Starvsstovan hava okkurt um 15.000 krónur fyri hetta, tí stovnurin hevur eftirlit við tey trý støðini í Føroyum, har slíkur fiskur kann umskipast.
? Talan er ofta um fisk við einum lágum kiloprísi, og tá ið so hetta gjald verður lagt omaná, gerst tað fullkomiliga óhugsandi hjá fremmandu skipunum at avskipa fiskin í Føroyum. Hinvegin hevði onki avgjald verið, høvdu tey avskipað her, og so var nakað av arbeiði til fólk á landi, og harumframt var eisini møguligani eitt sindur av farmi til føroysku farmaskipini. Tað er burturvið, at vit krevja slík avgjøld fyri transitfisk, sigur Árni Dam.
? Eg havi grenjað um eina fríhavn í nógv harrans ár, men tað tykist ikki sum um, at tað er nakar, ið lurtar. Russarnir, ið eg samstarvi við, siga, at teir kundu tonkt sær, at tað vóru okkurt um tríggjar fríhavnir í Føroyum. Tað er einki at ivast í, at vit so høvdu fingið skip úr øllum møguligum londum hagar at avskipa, og tað hevði viðført, at nógv arbeiðspláss komu upp at standa, og so hevði tað sjálvsagt rakt ymiskar hjávinnur, ið eru knýttar at skipum, sigur royndi shippingmaðurin.










