undrast yvir, at pappírið, hann setti litir á, ikki rukkaðist. - Men tað gjørdi tað ikki. Hilmar ivast ikki í, at tað hevði sín týdning fyri hann sum listamann, at pápin á sinni mælti honum til at seta litir [...] heilsuna. Hilmar ásannar tó, at oljumálingin kann hava sínar fyrimunir við tað, at hon tornar seinni, og tí ber til at arbeiða longri við henni. Heystið og várið - Mær dámar best at mála heystið og várið, tá [...] náttúruni, at Hilmar fær íblástur til listarligu avrik síni. Hilmar hevur verið sjómaður. Hann sigldi hjá Vaktar-og Bjargingartænastuni í 13 ár, men gavst at sigla í ár 2000, tá ið hann fór at arbeiða við
tykist hann ikki at vera sinnaður at setast aftur í víðgongda stríðnum. Á síni heimasíðu hevur Nessa inniliga heitt á fólk um at koma við nøvnum og upplýsingum, soleiðis at hann kann at skráseta allar læknar [...] og átøk í stríðnum móti fosturtøku. Um hetta er eitt tekin um, at Pro Vita eisini ætlar sær at herða sítt stríð móti fosturtøku, er ilt at siga, men farandi formaðurin í felagnum, Ólavur Miðtún, sigur seg [...] læknar og onnur starvsfólk, sum eru við til at fremja fosturtøkur. Skrásetingin skal brúkast til at ávara fólk móti læknum, sum hava gjørt tað til sítt livibreyð at drepa børnini hjá øðrum, sigur Nessa. Á
tað er ein stór uppgáva at taka á seg. Aftaná prís-handanina fari vit á eina sokallaða privata reseptión, har pinnamatur og okkurt at drekka er at fáa. Tað er her, at vit fáa høvi at práta við tey ymisku [...] tíðindastøðini CNN, har greitt verður frá, at stórt hátíðarhald verður fyri ymsum politikarum í Boston, og at toppurin í USA verður til staðar. Vit hugsa við okkum sjálvum, at hetta mundi vera størri, enn vit av [...] eftirlitsskipan fyri at tryggja, at vit ikki hava vápn á okkum. Langt um leingi koma vit so inn í sjálvt bókasavnið, har fólkini samlast í einum stórum sali við einum palli. Nógv fólk eru at síggja, og amerikanarin
bríksli royndu gestirnir nevnliga at leggja stórt trýst á mótstøðuna, og eitt skifti tóktist eisini, sum um fór heimaliðið ikki at hóra undan hesum. Heldur enn at royna at spæla seg burtur úr trýstinum, varð [...] bendir á, at liðið framhaldandi fer at toyggja seg upp eftir á stigatalvuni. Komandi dystirnir eru ímóti ávíkavist KÍ og FS Vágum, og uttan at seta niður á nakran, so kann helst staðfestast, at hetta eru [...] oddalið koma norður at vitja, skulu tey ikki rokna við at fáa so nógv sær heimaftur. Sunnudagin var tað B36, sum vitjaði, og í øllum førum fyrstu løtuna tóktust teir hava sett sær fyri, at teir ikki skuldu
Øll vita, at tað er mark fyri, hvussu nógvir fiskimenn rúmast umborð á føroyska fiskiflotanum. Tí ræður um at gera tað møguligt at fáa so nógvum føroyskum fiskimonnum sum gjørligt møguleika at kunna fiska [...] um dagin. T.v.s. at frádrátturin er bert helvtin av tí, sum provianturin reelt kostar. Annars kann sigast, at tá almenn tænastufólk fara uttanlands at ferðast, fáa tey einar kr. 500 at eta fyri um dagin [...] vísir í ársfrágreiðing síni á, at grundgevingin hjá Fíggjarmálastýrinum fyri lækkingini av ferðafrádráttinum er at fáa handverkarar at flyta heim aftur, nú so nógv er at gera í Føroyum. - Men hendan g
heldur, at tað hevur eydnast at byggja upp eitt professionelt tøkniligt umhvørvi, sum kann taka sær av føroysku áhugamálunum. Tað hevur so eisini verið ein fyrimunur, at tað hevur borið til at byggja upp [...] føroysku stovnarnar. Hann skal m.a. tryggja, at alt fer rætt fram, og at avtalurnar, sum verða gjørdar við myndugleikarnar, verða hildnar og eru í lagi. Man kann siga, at hann er føroyski vakthundurin yvirfyri [...] hansara er at kunna seta skilagóðar, konstruktivar og krittiskar spurningar. -Tað er ikki meiningin, at vit skulu gera júst tað sama arbeiði sum oljufeløgini, men vit skulu tryggja okkum, at tey halda
ikki at taka sær tign av hesum, men royndu í hvør sínum lag at avgera dystin. Nógv varð lagt fyri í bæði verju og álopi, og spurningurin tóktist bara vera, hvørt tað fór at eydnast øðrum partinum at geva [...] spennandi, so tóktist dysturin teimum lættur at døma. Ikki minst, tí spælararnir á báðum liðum heldur royndu at nýta orkuna til at spæla hondbólt, heldur enn at sýna misnøgd mótvegis dómarunum. [...] avrikið hjá liðfeløgunum úti á vøllinum. Eftir at hava gjørt nýtslu av sínum time-out, eydnaðist tó vestmenningum at toga seg inn aftur á Kyndil, soleiðis at teir høvdu togað seg upp á javnt, tá farið varð
til, at tað nú fór at gangast betri. Í øllum førum lyftist spælið hjæa heimaliðnum enn meira, men kortini megnaðu tær ikki rættuliga at skræða seg leysar frá VB. Suðuroyargenturnar megnaðu enn tá at vinna [...] kanska ikki orku til at spæla ein heilan dyst, men leygardagin lá hennara partur so sanniliga ikki eftir. Ja, breiddin á liðnum er somikið stór, at tað ikki man vera langt av leið at siga, at klaksvíksgenturnar [...] ár, men fleiri ungar gentur eru á veg inn í hópin, so megna tær at halda fast við fólkið, er einki at ivast í, at tær komandi ár megna at vinna sær eina betri endastøðu enn núverandi fimta plássið. Fleiri
urnar noyðast nú at ásanna, at teirra leiklutur í FM-stríðnum er útspældur, men tær hava tó framvegis silvurmerkini at stríðast fyri Áskoðararnir At enda kann eg ikki bara mær fyri at koma við eini lítlari [...] rættuliga ótarnað at skjóta fleiri ferðir, har verjan átti at verið skjótari úti, og tá Simona fær somikið góðar sømdir, er ikki nógv at gera hjá málverjanum. Esini kom fleiri ferðir fyri, at stjørnan við sera [...] fingu skotini at sita, har tær vanliga royna at seta tey. Ikki tí, onkuntíð vóru flottar detaljur at síggja, m.a. einar tvær fríspælingar til Jensiu, men hetta var alt ov sjáldan til at gerast verulig
á so mangan hátt. Tá Eyðun var biðin um at koma heim til Føroya at arbeiða hjá Leikpalli Føroya og Grímu við tí endamálið at vísa, at tað bar til at seta ein føroyskan Tjóðpall á stovn, var eg [...] ferð hiðani. - Longu sum smádrongur hevði Eyðun evnini at eygleiða og síðani sjálvur at siga søgur út frá tí, hann hevði sæð, og á henda hátt at ogna sær søguna og frásøgnina. Eyðun segði javnan frá [...] og snævurskygni ið neit, so var brennandi málið ongantíð slept; at menna føroyska leiklist til ein vinnuveg, so at onnur eisini fóru at nema sær útbúgvingar innan sjónleikarayrkið. - Eyðun nam sær