Í nógvar mátar hevur árið í ár verið nakað øðrvísi hjá EB/Streymi, enn tað plagar at vera. Í øllum førum soleiðis, at liðið longu um hálvt kappingarárið hevði sloppið sær av við alt, sum líktist einum niðurflytingarvanda.
Á einum øki er støðan tó óbroytt. Tá oddalið koma norður at vitja, skulu tey ikki rokna við at fáa so nógv sær heimaftur.
Sunnudagin var tað B36, sum vitjaði, og í øllum førum fyrstu løtuna tóktust teir hava sett sær fyri, at teir ikki skuldu detta í somu grøv sum ávíkavist GÍ og HB hava gjørt, tá tey seinastu bæði árini hava vitjað á Eiði.
Frá fyrsta bríksli royndu gestirnir nevnliga at leggja stórt trýst á mótstøðuna, og eitt skifti tóktist eisini, sum um fór heimaliðið ikki at hóra undan hesum. Heldur enn at royna at spæla seg burtur úr trýstinum, varð í nógvum førum bara valt at sparka burtur, og tí var aloftast lag á manni hjá gestunum at seta nýtt álop ígongd.
EB/Streymur hevði millum lítið og einki havt at bjóða frameftir vøllinum, tá teir við eitt fingu lagt seg á odda. Tróndur Vatnhamar skuldi byrja nýtt álop, tá hann kastaði bóltin til ein heldur kroystan Allan Mørkøre. Hesin royndi seg við sending inn á vøllin, men Ronnie Samuelsen hevði lisið hann av, og eftir at vera komin ímillum sendi hann inn um verjuna, har Sorin Anghel gjørdi skjótt av, og legði heimamenninar framum.
Hóast skelkin, so var tað tó skjótt, at árstalsfelagið svaraði aftur. Eitt av fleiri álopum endaði við innleggi til Jens Kristian Hansen, sum hegnisliga legði niður til John Petersen, og hesin smekkaði alt fyri eitt bóltin inn, uttan nakran møguleika hjá Gunnari á Steig at verja fyri.
Dýrur brotssparksdómur
Ivaleyst hevði B36 eftir hetta ætlað at sett seg fullkomuliga á dystin. Tað vóru eisini framhaldandi teir, sum høvdu yvirtakið í spælinum, men heimaliðið var nú eisini betri við, og talan var ikki longur um sama dominans, sum tað hevði verið undan hesum.
Tó var tað framvegis so, at tað var oddaliðið, sum royndi at trýsta, men stutt fyri steðgin tók dysturin tó eina avgerandi vend.
Sorin Anghel royndi at sleppa leysur í brotsteiginum, men ein nakað sein takling sendi hann um. Eiler Rasmussen ivaðist ikki, men floytaði fyri brotssparki, og hetta hóvaði B36 alt annað enn væl. Orðadrátturin mótvegis dómaranum gjørdist óvanliga harður, og fyri B36 mundi tað kennast sum steinur oman á byrðu, tá dómarin gav Allani Mørkøre ostaskorpuna, tá hesin á nakað ófantaligan hátt hevði sagt sína hugsan um dómin.
Men líka mikið, hvussu B36 mutaði ímóti, so stóð dómarin við sítt, og langt um leingi slapp Egil á Bø framat ellivu metra blettinum, og uttan stórvegis himpr sendi hann bóltin í kassan til nýggja leiðslu.
Eftir steðgin royndi B36 ? hóast í undirtali ? at seta nýtt trýst á heimaliðið. Teir hjá EB/Streymi høvdu ivaleyst ikki roknað við, at teir skuldu verða trýstir somikið nógv av tíggju monnum, og fleiri ferðir var um reppið, at tað gjørdist heilt vandamikið, tá innlegg vórðu send í brotsteigin hjá heimaliðnum.
B36 royndi at leggja alt meira fyri, og ivaleyst vóru tað fleiri kring vøllin, sum roknaðu við einum nýggjum brotssparksdómi, tá John Petersen varð feldur inni í brotsteiginum, men ta ferðina tagdi floytan hjá dómaranum. Nakað sum eftir dystin var viðvirkandi til, at gestirnir høvdu bestan hugin at geva dómaranum skuldina fyri stigini, sum teir ikki fingu.
Og so var tað, at Sorin Anghel kundi punktera dystin. Eitt langt málspark endaði hjá vandamikla rumenska álopsmanninum. Hann sneiddi Pól Thorsteinsson av sær, áðrenn hann av brotsteigarmarkinum sendi eitt gott skot móti B36 málinum, og tá bólturin spílaði meskarnar, mundu teir flestu av teimum hvítu og svørtu ásanna, at dysturin var taptur.
Somikið meinur var smeiturin, at gestirnir ongan tíð fingu nakað veruligt trýst aftur, og heldur kundi tað verið hinvegin, at heimaliðið økti um leiðsluna. Millum annað tá Sorin Anghel úr púra leysari støðu sendi uppum, tá Tróndur Vatnhamar bert fekk hálvbjargað einum skoti frá Jákupi Martin Joensen.
Tungur endaspurtur
Við sigrinum syrgdi EB/Streymur fyri, at teir enn halda fast í góðu rútmuni, sum hevur eyðkent liðið hetta kappingarárið, og sum higartil hevur viðvirkað til, at liðið liggur fyri miðskeiðis á stigatalvuni, heldur enn at vera partur av niðurflytingarstríðnum. Og í løtuni er nógv, sum bendir á, at liðið framhaldandi fer at toyggja seg upp eftir á stigatalvuni. Komandi dystirnir eru ímóti ávíkavist KÍ og FS Vágum, og uttan at seta niður á nakran, so kann helst staðfestast, at hetta eru dystir, har EB/Streymur hevur møguleikan fyri stigum, og megna teir hetta, so fer støðan at gerast meira enn hugalig hjá teimum.
Hjá B36 var talan hinvegin um ein av teimum heilt ringu døgunum. Eftir sjey sigrar á rað í landskappingini ? umframt sigur í steypakappingini ? kom liðið í øllum førum so ruddiliga niður aftur á jørðina, og spurningurin tykist nú vera, hvørt liðið fer at vera ført fyri at liva upp til favoritt-heitið, sum teir fingu frá flestum síðum undan kappingini.
Komandi tveir dystirnar skal liðið spæla á heimavølli ímóti ávíkavist B68 og Skála, og skal nøkur vón vera um eina topp-plasering, skal talan helst verða um seks stig her, áðrenn farið verður undir tunga endaspurtin. Tungur, tí B36 í seinastu fimm dystunum millum annað skal ferðast til Klaksvíkar, Runavíkar og Gøtu, umframt at annar at teimum báðum seinastu heimadystunum er ímóti HB.
Dysturin í tølum
EB/Streymur-B36 3-1 (2-1)
1-0: Sorin Anghel
1-1: John Petersen
2-1: Egil á Bø (br.)
3-1: Sorin Anghel
Dómari: Eiler Rasmussen
EB/Streymur: Gunnar á Steig ? Hallur Jacobsen, Egil á Bø, Andrzej Pacek, Bárður Olsen ? Jákup Martin Joensen, Marek Wierzbicki, Ronnie Samuelsen, Magni á Lakjuni ? Hans Pauli Samuelsen, Sorin Anghel
B36: Tróndur Vatnhamar ? Allan Mørkøre, Pól Thorsteinsson, Rúni Elttør, Kenneth Jacobsen ? Bárður Mortansson, Klæmint Matras, Jens Kristian Hansen, Heðin á Lakjuni ? Jákup á Borg, John Petersen