Sum listamanni sigur summarið mær næstan einki

Fríggjadagin, 16. apríl, letur Hilmar J. Højgaard í Saltnesi listaframsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík. Framsýningin verður opin fram tll 21. apríl. Sosialurin hevur verið inni á gólvinum hjá Hilmari og tosað við hann um hansara bakgrund og arbeiði sum listamaður

Samrøða

Hetta verður fyrstu ferð, Hilmar sýnir fram síni listaverk í Smiðjuni Lítluvík, men kortini er hann ikki ókendur á Skálafjørðinum og í Eysturoynni. Hann hevur verið við á flestu ella øllum páskaframsýningunum hjá Lions C Eysturoy í Runavík, og hann var eisini við á Lions-framsýningini á ólavsøku í fjør. Umframt hesar luttøkur, hevði Hilmar sýnt fram í Piddasahandli í Runavík og í hølunum hjá arbeiðarafelagnum, Hæddini, í Saltangará.
Við sær á framsýningini í Smiðjuni hevur Hilmar eini 25 listaverk, sum øll eru málaði við acryl-máling.

Á sambýli

Sosialurin hitti 45 ára gamla listamannin seinnapartin leygardagin í Saltnesi, har hann hevur bygt eitt snotuligt atelier ella eina verkstovu niðan úr húsunum. Atelierið er stívliga 30 fermetrar vítt, og høgt er uppí ovasta enda. Veggirnir eru ljósir, og ljósskipanin inni er lagað til endamálið.
Dagliga arbeiði hjá Hilmari er at vera um tríggjar menn við autismu, sum búgva á sambýlinum á Líknagøtu í Saltangará.
Ein liður í hesum arbeiði er at ganga túrar við búfólkunum, og tað er ikki minst á hesum ferðum eftir vegnum og úti í náttúruni, at Hilmar fær íblástur til listarligu avrik síni.
Hilmar hevur verið sjómaður. Hann sigldi hjá Vaktar-og Bjargingartænastuni í 13 ár, men gavst at sigla í ár 2000, tá ið hann fór at arbeiða við fólki við autismu. Síðan hann gavst at sigla, hevur hann gjørt meira við listina, og serliga seinastu árini hava verið gróðrarrík í so máta.

Altíð teknað

- Mær hevur altíð dámað væl at teknað, og sum smádrongur sat eg nógv inni og teknaði. Sum 13 ára gamal tók tekningin næstan yvirhond. Eg kundi sita og tekna út á næturnar, soleiðis at eg illa orkaði uppaftur í skúla.
Tá ið Hilmar var 17 ára gamalur í 1975, hevði hann teknað eina stóra tekning av Gjógv á eitt pappír.
- Pápi mín, Kjartan Højgaard, helt, at eg skuldi seta litir á hesa tekning. Tá var ikki so lætt at fáa fatur á litum, tí her á leiðini fekst hvørki lørift ella máling til slíkt.
Hilmar sigur, at henda fyrsta tekningin, sum hann setti litir á, er til enn.
- Litirnir, eg keypti, vóru lætlaðir til máling av modell-flogførum.
Enn kann Hilmar undrast yvir, at pappírið, hann setti litir á, ikki rukkaðist.
- Men tað gjørdi tað ikki.
Hilmar ivast ikki í, at tað hevði sín týdning fyri hann sum listamann, at pápin á sinni mælti honum til at seta litir á tekningina av Gjógv.
- Jú, eg vil siga, at hetta var byrjanin. Eftir hetta teknaði eg minni og minni og fór í staðin at fáast við motivir og litir. Eg byrjaði soleiðis at mála við litum í 1975.
Pápi Hilmar, Kjartan, doyði árið eftir av krabbameini, bert 54 ára gamalur. Mamman, Hildigerð, livir enn og hevur tað gott. Hon býr framvegis í Rytuvík og fyllir 80 á ólavsøku.

Skeiðvirksemi

Sum so mangur annar, ið seinni gjørdist kendur listamaður, hevur Hilmar í sínari tíð eisini gingið á kvøldskúla hjá Jóannesi S. Hansen í máling og list.
- Nú í vetur var Jóannes so saman við næmingum sínum úr Fuglafirði og av Strondum her úti í Saltnesi og vitjaði meg í mínum listarliga umhvørvi, sigur listamaðurin.
Á sumri ár 2000 og 2003 var Hilmar á skeiði á listaháskúlanum í Holdbæk í máling og list.
- Hetta er eitt ógvuliga læruríkt skeið, sum varar í 14 dagar. Tað er eitt sindur torført at sleppa á hesi summarskeiðini, tí tey eru so nógv eftirspurd. Eg havi søkt um at sleppa niður aftur í summar, men standi á bíðilista.
Hilmar hevur eisini søkt um at sleppa á skeiðið onnur ár, men er ikki sloppin framat.
- Á skeiðnum lærir tú ymiskt, sum tú hevur brúk fyri í arbeiðinum sum listamaður.
Spurdur, um hann á hesum skeiðum, hevur málað
donsk motivir og danska náttúru, sigur Hilmar:
- Jú, eg havi roynt at málað donsk motivir, men hesum fái eg lítið burtur úr og tími tað heldur ikki. Á skeiðunum havi eg í størri mun hildið meg til okkara egna umhvørvi. Í aðrar mátar fáa vit eisini ymiskar bundnar uppgávur á einum slíkum skeiði.
Hilmar sigur, at tá ið tú ert í Danmark og skal mála donsk motivir, ásannar tú, hvussu vakurt, okkara egna land er.

Svarti báturin

Listamálarin í Saltnesi málar náttúruna, bæði uppi og niðri, eitt nú landsløg, bygdaløg, neyst, bátar, grindadráp og fólk.
- Í løtuni dámar mær ógvuliga væl at mála opnar bátar og menn, sum standa á lendingini. Aftanfyri er landslagið og havið. Svartir bátar hugtaka meg. Teir hava eina søgu at siga okkum, sum vit ofta ikki kenna.
Hann sigur, at bygdirnar, Nes, Æðuvík og Rytuvík, hava givið honum stóran íblástur til slíkar málningar.
Hilmar sigur, at honum dámar ógvuliga væl at mála bygdirnar, Gjógv og Elduvík og landslagið norðanfyri við Kallinum.
- Hesar bygdir eru motiv til nógvar málningar hjá mær, sigur hann.
Hilmari dámar best at mála naturalistiskt.
- Tað haldi eg meg duga best. Eg havi roynt meg við at málað abstrakt, men mær dámar hetta einki serligt. At mála abstrakt, sigur mær ov lítið sum er, sigur hann.
Listamálarin í Saltnesi málar bara við acryl. Hann hevur áður málað við oljumáling, men gavst við hesum fyri einum seks árum síðan.
- Eg haldi, at acryl-málingin vindur meira og meira uppá seg millum listafólk. Hon tornar skjótari og er reinari at arbeiða við, tí neyðugt er ikki at brúka terpentin, sum neyvan er serliga gott fyri heilsuna.
Hilmar ásannar tó, at oljumálingin kann hava sínar fyrimunir við tað, at hon tornar seinni, og tí ber til at arbeiða longri við henni.

Heystið og várið

- Mær dámar best at mála heystið og várið, tá ið ljósið og litirnir eru so skiftandi alla tíðina. Tað er so fantastiskt at ganga úti í náttúruni hesa tíðina av árinum. Summarið sigur mær næstan einki sum listamanni, tí tá er ljóst alla tíðina, og litirnir skifta ikki í sama mun sum um heystið og várið. Annars er summarið ein deilig tíð, og tað ber saktans til at mála heyst-og vármyndir um summarið eisini, sigur Hilmar Højgaard at enda.