Fosturtøkur elva til muslimskan yvirgang

Fosturtøkur eru hópdráp. Hópdráp skapa fólkatørv, og tí standa dyrnar í vesturheiminum nú uppá víðan vegg fyri muslimum og teirra yvirgangsatsøknum. Hetta staðfesti frákoyrdi norski presturin Ludvig Nessa í Christianskirkjuni sunnukvøldið. Sami prestur er eisini kendur fyri at siga, at tað er ikki verri at skjóta læknar enn at taka fostur úr móðurlívi

Tey umleið 300 fólkini, ið høvdu leitað sær á felagsmøti í Christianskirkjuni sunnukvøldið, upplivdu eina ikki sørt øðrvísi gudstænastu. Frákoyrdi Peter O.K.Olofsen bjóðaði vælkomin og gav síðani einum øðrum frákoyrdum presti, norska Ludvig Nessa, orðið.
Tað var felagsskapurin Pro Vita, ið hevði fingið Nessa til Føroyar. Men í staðin fyri at tosa um fosturtøkur út frá einum kristiligum sjónarmiði, sum tey flestu ivaleyst høvdu væntað, nýtti Nessa høvið og prædikustólin til at fordøma Islam.
Fosturtøkur og muslimskur yvirgangur
? Muslimurin Naser Khader hevur fyri stuttum skýrt ávísar føroyingar at vera av ringastu fundamentalistum. Sjálvur havi eg upplivað tað sama, og hetta er ikki fyrstu ferð í søguni, muslimar hava gjørt tað til sítt kall at fordøma og beina fyri teimum kristnu. Og sjálvmorðsbumburnar, sum nú herja heimin, eru beinleiðis tilstuðlaðar í Koranini.
Soleiðis innleiddi Nessa sína prædiku. Síðani fylgdi eitt søguligt yvirlit yvir muslimska fólkatýning kring heimin, sum fyribils hevur nátt sítt hæddarpunkt við yvirgangatsøknunum hjá Al Quada. Men bert fyribils. Meir og verri er í væntu, og vit hava so at siga sjálvi skyldina. Við at týna heili ættarlið við fosturtøkum, hevur vesturheimurin skapað ein fólkatørv, sum letur dyrnar upp fyri muslimskum óflýggjakroppum. Hesir fáa sostatt eitt frálíkt høvi at lúra okkara siðir og mentan av, fyri síðani at leypa á okkum, tá vit minst vænta tað, segið Nessa.
Steðga vit hingvegin øllum fosturtøkum í stundini, kunnu vit aftur skapa eina javnvág í íbúgvaratalið. Tá hava vit ikki longur brúk fyri útlendskari, serliga muslimskari arbeiðsmegi, og soleiðis kunnu við steðga muslimskum yvirgangsatsøknum í vesturheiminum, var boðskapurin hjá Nessa.
Dukkur í ketsjupp
Í Noreg er Nessa mest kendur fyri sínar óvanliga víðgongdu útsøgnir og átøk í stríðnum móti fosturtøku. Um hetta er eitt tekin um, at Pro Vita eisini ætlar sær at herða sítt stríð móti fosturtøku, er ilt at siga, men farandi formaðurin í felagnum, Ólavur Miðtún, sigur seg taka fult undir við øllum tí, Ludvig Nessa stendur fyri.
Longu í 1991 var Nessa koyrdur frá sum prestur orskað av sínum tiltøkum í fosturtøkustríðnum. Hann var millum annað við til at senda brævbjálvar við smáum, uppkutaðum dukkum, ið vóru innsmurdar í ketsjupp, til norskar politikarar. Eisini gjørdi hann seg javnan inn á kvinnusjúkudeildir, har hann kravdi at fáa tey tiknu fostrini útflýggjaði. Tá hann ikki fekk tey, skipaði hann sjálvur fyri jarðarferðum við plastikkfostrum í evarska smáum kistum. Men hóast Nessa tvær ferðir hevur sitið í fongsli fyri síni tiltøk, tykist hann ikki at vera sinnaður at setast aftur í víðgongda stríðnum.
Á síni heimasíðu hevur Nessa inniliga heitt á fólk um at koma við nøvnum og upplýsingum, soleiðis at hann kann at skráseta allar læknar og onnur starvsfólk, sum eru við til at fremja fosturtøkur. Skrásetingin skal brúkast til at ávara fólk móti læknum, sum hava gjørt tað til sítt livibreyð at drepa børnini hjá øðrum, sigur Nessa.
Á somu heimasíðu, sum ikki er virkin longur, samanbar Nessa norskar læknar við nazistiskar bøðlar. Men sambært Nessa eru læknarnir verri, tí teir kunnu sjálvir velja. Ein av seinastu heilsanunum frá Nessa ljóðaði soleiðis: "Læknar eru ikki meir verdir enn eiit barn. Tað er tað ikki verri at skjóta ein lækna, enn at taka eitt barn úr móðurlívi."
Tá Nessa var koyrdur úr prestaembætinum, misti hann eisini rættin til "kraga og kjóla" og hevur tí ikki loyvi at prædika í norskum kirkjum. Tí stovnaði hann saman við øðrum frákoyrdum prestum meinigheitina Prestar í eksil. Meinigheitin er framvegis virkin, hóast norski kirkjumálaráðharrin hevur boðað frá, at hon er brot á kirkjulógina.
Fosturtøka sum fyribyrging
Vit hava spurt Ólavur Miðtún í Pro Vita, hví felagið hevur valt at biðið Nessa koma til Føroyar.
Tað hava vit, tí vit meta, at hann er ein ógvuliga sakligur og seriøsur maður. Nessa varð koyrdur frá, tí hann meinar, at tað er skeivt at drepa børn. Og tað kunnu vit bara taka fult undir við.
Men kann Pro Vita eisini taka undir við hansara harðrenda framferðarhátti?
Eg haldi ikki framferðarhátturin er so harðrendur. Hetta hava verið symbolskar gerðir, sum vóru neyðugar, tí teir ikki sluppu framat í norsku fjølmiðlunum annars.
Tú heldur tað ikki vera at tvassa í ólukkuligu støðuni hjá eini neyðars ungari gentu ? ?
Hetta eru ikki neyðars ungar gentur. Hetta eru sum oftast vaksnar konur, sum hava pengar, hús, mann og góðar umstøður annars at fáa børn.
Og sum velja fosturtøku sum eina lætta loysn?
Ja, sum var tað eitt slag av fyribyrgingarevni.
Hvussu veist tú tað?
Tí eg kenni kvinnur, sum hava fortalt mær tað.
Men er tað ikki í so ógvusligt at kalla fólk, ið taka lut í fosturtøkum, fyri drápsmenn?
Nei, tað haldi eg ikki, tí eitt menniskjalív er eitt menniskjalív. Eg kann bara svara uppá handan spurningin við at spyrja, hvat annað vit skulu kalla ein, sum drepir eitt annað menniskja.
Er framferðarhátturin hjá Nessa nakað, Pro Vita ætlar at taka upp?
So leingi, vit hava atgongd til fjølmiðlarnar, er tað ikki neyðugt. So tað fara tit og tíðin at vísa ?
Sóknarpresturin ábyrgdina
Tað var Niels Pauli Danielsen, sóknarprestur, sum stóð fyri og hevði ábyrgdina av gudstænastuni í Christianskirkjuni sunnu-kvøldið.
Spurdur, hví Christians-kirkjan letur dyrnar upp fyri einum frákoyrdum og so víðgongdum presti, sigur Niels Pauli:
? Eg kann sjálvandi ikki taka ábyrgdina fyri øllum tí, sum Nessa annars er kendur fyri at gera og siga. So leingi tað, sum hann sigur her, heldur seg innan fyri tey mørk, kirkjan kann góðtaka, kann eg eisini taka mær ábyrgdina fyri tí.
? At Nessa er koyrdur frá í Noreg sigur kanska meir um valdsharrarnar, enn tað sigur um Nessa. Grundtvig fekk jú eisini forboð fyri at prædika, Kierkegaard fekk ongantíð nakað prestastarv, og sálmabólkin hjá Kingo bleiv í síni tíð bannað i kirkjuni. Slíkt hava vit jú ilt við at skilja í dag, sigur Niels Pauli Danielsen, sum eisini vísir á, at tríggjar tær størstu leikrørslurnar í Klaksvík, Emmaus, KFUM /K og Solo Deo Gloria, vóru við til at skipa fyri gudstænastuni sunnukvøldið.