Stjørnurnar glitraðu

Eftir ein sera undirhaldandi dyst í KÍ-høllini leygardagin, kundu kvinnurnar hjá Stjørnuni saman við mongu áskoðarunum fegnast um, at nú er so at siga komið á mál í FM-stríðnum

Stjørnan-VB 34-27 (15-18)


Høllin var so at siga stúgvandi full leygardagin, tá Stjørnan, sum alt árið hevur ligið á odda, fekk vitjan av VB.

Vann Stjørnan dystin, kundu tær so at siga kalla seg meistara, og á pappírinum skuldi hetta verið ein uppgáva, sum til bar at loysa. VB hevur nevnliga ikki fingið serliga góða úrtøku burtur úr sínum dystum hetta kappingarárið, og liggja tær í løtuni á einum fimta plássi.

Í fleiri av dystunum, hevur tað kortini verið sera nær við hjá VB, sum kortini hevur drigið styttra stráðið í dystum móti hinum liðunum. Talan hevur í nógvum førum verið um sera góðan hondbólt, og eitt nú var um reppið, at tær megnaðu at basa Kyndli í steypafinaluni.

Klaksvíkingar mundu tískil ikki vænta sær nakran lættan dyst leygardagin, og fingu tær so sanniliga heldur ikki.


Javnur fyrri hálvleikur

Sjørnan byrjaði annars dystin við at senda Andrijanu av stað tvær ferðir, og skjóti vongurin sendi báðar ferðir bóltin í netið, men tær á mótstøðuliðnum góvust tó ikki so. Spakuliga tóku tær seg inn á Stjørnuna, og hóast tað leikaði sera javnt á, so var tað VB, sum átti munin meginpartin av tíðini.

Annars er vert at leggja til merkis, at stjørnukvinnurnar tóktist rættuliga tyngdar av uppgávuni, nú gullið var komið somikið nær, og hetta haldi eg eisini ávirkaði spæl teirra stóran part av dystinum.

Hetta sást kanska best tá mál vórðu skotin, so vóru smíl og látur at síggja á VB liðnum, meðan tað hjá Stjørnuni heldur tóktist sum ein lætti, hvørja ferð onkur av leikarunum megnaðu at skora.

Í slíkum støðum kemur ofta væl við, um nakrir av leikarunum hava nakrar royndir at dúva upp á, og hetta vísti leikandi hjá Stjørnuni, Vesna Tomajek, eisini. Hon var við í tí mesta á vøllinum, og tá skotroyndirnar hjá Simonu ikki vildi fara í málið, so kom sera væl við, at venjarin var somikið væl fyri.

Hjá VB tóktist serliga Arnleyð at vera væl fyri, men eingin av hinum leikarunum eigur at verða gloymd fyri sítt spæl. Allar sum ein stríddust tær í verjupartinum, og bæði skjótu mótálopini og strikuspælið riggaði sera væl.

Somikið væl gekst hjá VB, at tá farið varð til hálvleiks, var ikki nógv, sum bendi á, at Stjørnan skuldi vinna dystin, og sjónligasta tekini um hetta hekk á bróstinum, har máltalvan segði frá, at VB hevði skotið trý mál fleiri enn Stjørnan fyrstu 30 minuttirnar.


Full ferð á Stjørnuna

Nú veit eg ikki, hvat klaksvíksgenturnar høvdu tosað um í hálvleikinum, men tær komu sum ódnarveður móti VB-liðnum, nú seinni hálvleikur fór í gongd.

Hetta gav eisini rættuliga skjótt úrslit, og eftir einum fimm minuttum, høvdu tær aftur fingið samband við VB. Lagið á áskoðarunum var sum vera man sera gott, og ivaleyst hava øll viðhaldsfólkini gjørt sítt til, at tað nú fór at gangast betri.

Í øllum førum lyftist spælið hjæa heimaliðnum enn meira, men kortini megnaðu tær ikki rættuliga at skræða seg leysar frá VB. Suðuroyargenturnar megnaðu enn tá at vinna seg fram um enn einaferð, men hetta nervaði ikki Stjørnuna.

Klaksvíksgenturnar, sum nú rættuliga høvdu fingið ferðilin av gullmerkjunum, settu enn meira ferð á, og móti endanum av dystinum skramblaði so alt saman hjá VB.

Stjørnan slapp rættuliga ótarnað at skjóta fimm mál teir báðar seinastu minuttirnar, og rómurin í høllini var øgiligur tá Vesna móti endanum av dystinum kundi leypa frá veinginum og skorað, eftir at bólturin varð lyftur inn í málteigin.


Viljin var á muni

Vágsgenturnar taptu sum kunnugt dystin við ikki færri enn sjey málum, men verður sæð burtur frá teimum báðum seinstu minuttunum, so megnaðu tær so sanniliga at geva komandi føroyameistarunum dygga mótstøðu.

Munurin var tó helst, at viljin og sigurshungurin hjá heimaliðnum var nakað størri enn hjá gestunum.

Annað var, at breiddin í stjørnuhópinum er væl størri enn hjá VB, og tískil kundu tær lata stuðulsleikararnar hvíla seg nakrar minuttir, uttan at hetta darvaði spælinum serliga nógv.

Eisini gevur breiði hópurin nógv størri valmøguleikar hjá venjaranum, og í øllum førum er tað ein sannroynd, at spælið hjá Stjørnuni fór at ganga munandi betri, tá Sólva Eystberg kom á vøllin í seinna hálvleiki.

Veteranurin, sum hevur verið skadd stóran part av árinum, hevur kanska ikki orku til at spæla ein heilan dyst, men leygardagin lá hennara partur so sanniliga ikki eftir.

Ja, breiddin á liðnum er somikið stór, at tað ikki man vera langt av leið at siga, at klaksvíksgenturnar høvdu megnað at vunnið meistaraheitið, hóast tær báðar útlendsku ikki høvdu verið á liðnum. Við núverandi manning er í øllum førum eingin ivi. Klaksvíkingar eiga so nógv tað besta kvinnuliðið í landinum, tá um hondbólt ræður.

Gaman í, so restar teimum enn eitt stig, áðrenn tær eru 100% vísar í FM heitinum, men tað krevur so eitt undur av teimum heilt stóru, um hetta ikki skal eydnast teimum.


Kann gerast heilt gott

VB liðið hevur tó eisini góðar møguleikar at gera seg galdandi komandi árini. Á liðnum eru fleiri heilt góðir leikarar, sum eisini hava aldurin við sær, soleiðis at tær kunnu vera við á liðnum í fleiri ár frameftir.

Kanska er hópurin í so tunnur í ár, men fleiri ungar gentur eru á veg inn í hópin, so megna tær at halda fast við fólkið, er einki at ivast í, at tær komandi ár megna at vinna sær eina betri endastøðu enn núverandi fimta plássið.

Fleiri dystir hetta árið hava tær tapt sera tepurt, og verður sæð burtur frá teimum báðum seinastu minuttunum leygardagin, var eisini her talan um ein sera javnan dyst. Ein dyst, sum helst man teljast millum bestu dystirnar, sum hava verið í ár, og sum kunnugt skulu tvey lið til fyri at skapa ein góðan dyst.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

Stjørnan: Vesna Tomajek 12 (4), Andrijana Milodanovic 8, Annika Ljósstein 4, Jastrid Gullaksen 3, Anna K. Samson 3, Simona Hansen 3, Joan M. Joensen 1

VB: Arnleyð Krosslá 6, Christina Holm 6, Gurið Mortensen 4, Regina Rádó 4 (2), Sólrun Krosslá 4, Rannvá Augustinussen 2, Eyðbritt Krosslá 1

Brotskøst:

Stjørnan 4, VB 3

Útvísingar:

Stjørnan 3, VB 2

Dómarar úr Kyndli:

Hanus Kúrberg og Hans Thomassen