Frádráttur
Beinta Anthoniussen,
starvsnæmingur
Í blaðnum týsdagin høvdu vit samrøðu við kollfirðingin, Jógvan Fagraklett, sum siglir og umboðar føroyskar fiskimenn í Danmark.
Í samrøðuni fanst hann at skerda frádráttinum hjá fiskimonnum og vísti á tað skeiva við, at fiskimenn og handverkarar uttanlands eru undir somu skipan við sama frádrátti.
FF átalar
Í seinastu ársfrágreiðing Fiskimannafelagsins sigur felagið, at Fíggjarmálastýrið undirgrevur arbeiðspláss hjá fiskimonnum uttanlands.
- Tað er eingin ivi um, at føroyska samfelagið hevur áhuga fyri so nógvum arbeiðsplássum uttanfyri Føroyar sum gjørligt. Hetta er eisini gjaldandi fyri fiskimenn. Øll vita, at tað er mark fyri, hvussu nógvir fiskimenn rúmast umborð á føroyska fiskiflotanum. Tí ræður um at gera tað møguligt at fáa so nógvum føroyskum fiskimonnum sum gjørligt møguleika at kunna fiska við útlenskum fiskiskipum, samstundis sum teir kunna vera búgvandi í Føroyum, sigur Fiskimannafelagið og vísir á, at eitt av endamálunum við fiskimannaskattinum var júst at gera hetta møguligt.
- Men tað tykist, sum kunngerðini um frádrátt fyri arbeiði og sigling uttanlands mótarbeiðir hesi ætlan. Kunngerðin ásetir, at tann frádráttur, sum var gjaldandi fram til 1. januar í ár og sum var kr. 300 ella kr. 400 um samdøgrið - alt eftir um arbeitt varð í norðurlondum ella ikki - er lækkaður til kr. 100. Av hesum eru kr. 50 fyri kost, kr. 20 fyri húsleigu, kr. 25 fyri ferðakostnað og kr. 5 fyri tryggingar. Skipanin er soleiðis, at verður ein postur av hesum útreiðslum goldin av øðrum, so minkar frádrátturin samsvarandi.
Fiskimannafelagið vísir til tey einstøku liðini í nevndu kunngerð:
Vistarhald, húsaleiga
og ferðaútreiðslur
Skattalógin sigur greitt í §29, stk. 11, at "til skattskylduga inntøku teljast ikki virði av vistarhald hjá sjófólki umborð."
Við føroyskum skipum hevur ongantíð verið ivi um, hvussu henda regla skal skiljast. Proviantur (vistarhald) hevur sambært sáttmálan verið goldin av fiskimonnum uppá tríggjar mátar. Teir eru: 1. Fríur proviantur, 2. Proviantur fer av óbýttum ella 3. Manningin rindar sjálv allan proviantin. Í øllum førum hava menn verið skattaðir av tí, sum er útgoldið, eftir at proviantur er trektur frá, uttan mun til hvørja støðu proviantur hevur í sáttmálanum.
- Men her hevur Fíggjarmálarðið sett aðrar reglur fyri fiskimenn við útlendskum skipum. Har fiskimenn gjalda sín egna proviant, verður hesin ikki roknaður sum skattafrí veiting. Hetta meta vit at vera heilt skeivt og í stríð við praksis við føroyskum skipum í eini 40 ár- heilt síðani provinatur gjørdist skattafríur.
Eitt annað er, sigur felagið, at her verða 50% av tí samlaða frádráttinum mótroknað kostfrádráttinum, sum er 100 um dagin. T.v.s. at frádrátturin er bert helvtin av tí, sum provianturin reelt kostar. Annars kann sigast, at tá almenn tænastufólk fara uttanlands at ferðast, fáa tey einar kr. 500 at eta fyri um dagin ?skattafrítt; tað er 10 ferðir so nógv, sum ætlað er einum handverkara ella fiskimanni. So her er mannamur, so tað forslær.
Húsaleigan er sett til kr. 20 um dagin ella 600 um mánaðin.
- Vit kunnu bert út frá leiguprísunum í Havn meta um, hvussu nógvar dagar í einum mánaði tað ber til at leiga t.d. eitt kamar fyri hesa upphædd. Í besta føri røkkur hettar til helvtina av mánaðinum. Men hendan reglan rakar nærum ikki fiskimenn, tá teir búgva umborð, vísir Fiskimannafelagið á.
Ferðaútreiðslur eru settar til kr. 25 um dagin, ella kr. 750 um mánaðin
- Um roknað verður við, at tað er hóskandi at sleppa heim eftir tveimum mánaðum, so verður samlaði frádrátturin kr. 1.500. Hetta er minni enn ein ferðaseðil kostar bert annan vegin og bert í Danmark. Úr øðrum londum røkkur henda upphædd munandi minni. Helst ber tað als ikki til hjá fiskimonnum, búsettir í Føroyum, at sigla t.d. við kanadiskum skipum.
Einki samsvar
Felagið sigur, at fiskimenn í Danmark, sum FF hevur tosað við, meta seg at brúka kr. 18.000 í ferðing árliga. Við 180 døgum kann teirra frádráttur gerast kr. 4.500, sum er umleið 25% av kostnaðinum.
- Verða kostur og ferðing løgd saman, missa fiskimenn kr. 18.000 í frádrátti í mun til veruligu útreiðslurnar, og hava teir harvið fingið eina skattahækking uppá kr. 9.000 ella meira enn tað.
FF heldur tað vera heilt burturvið, at als einki samsvar er millum frádrátt í mun til veruligu útreiðslurnar.
- Tað kundi t.d. verið eitt sindur av logikki at havt eina "sjálvrisiko" eins samsvarandi tann ferðastudning, ið er galdandi fyri fólk, sum í Føroyum búgva einastaðni og arbeiða aðrastaðni. Hesin var eftir gomlu lógini kr. 3.000 árliga, sum man svara nøkulunda til galdandi reglur, meðan tað hjá løntakarum uttanlands er talan um heilt aðrar upphæddir. Her verður eisini gjørdur mannamunur til skaða fyri útlendsk arbeiðspláss.
Munurin millum hand-
verkarar og fiskimenn
FF vísir í ársfrágreiðing síni á, at grundgevingin hjá Fíggjarmálastýrinum fyri lækkingini av ferðafrádráttinum er at fáa handverkarar at flyta heim aftur, nú so nógv er at gera í Føroyum.
- Men hendan grundgevingin kann als ikki nýtast mótvegis fiskimonnum, tí teir hava so eingi skip at koma heim til. Mótvegis fiskimonnum uttanlands, vísir hendan kunngerðin eina sera lítla virðing fyri teirra starvi og tann týdning, sum teir hava fyri føroyska samfelagið. Avleiðingin kann tí væl verða, at hesir fiskimenn aftur stinga í sekkin, og tá hava vit sagt farvæl til hesar borgarar og teirra arbeiðspláss fyri well.
Uppskot
- Er alt hetta gjørt við vilja, so er sjálvsagt einki at gera. So kunnu vit bert síggja, at meðan ein partur av landsstýrinum roynir at økja okkara arbeiðsmarknað við arbeiðsplássum uttanlands, roynir annar partur av landsstýrinum at forpurra hetta.
Felagið heldur, at er hetta hinvegin eitt mistak, eigur ein loysn at vera, at fiskimenn uttanlands verða skattaðir á sama hátt sum við føroyskum skipum av provianti, t.v.s. sleppa undan skatti.
- Tær kr.100 kunnu so óskerdar verða frádráttur sum endurgjald fyri ferðing. Hesar vilja svara nøkulunda til kostnaðin. Men tá má í hvussu er takast hædd fyri teimum fiskimonnum, sum hava størri útreiðslur, enn her er talan um.