góðar løtur fyri meg, og eg fari ongantíð at gloyma tað. Eg var eisini mangan á gáttini úti hjá Sosialinum, tá fyritøkan húsaðist á Argjum, hvar ið Hjørleif arbeiddi. Hann var altíð so blíður, og glaður um [...] Fyri meg, í barnastødd, var hendan prentimaskinan ið Hjørleif brúkti í frítíðini, ógvuliga stórsligin á at líta, og eg var sera stolt av at Hjørleif var giftur við júst mínari fastur. Onkuntíð slapp eg at [...] ikki, so at eg ikki skuldi gerast svørt av papírinum. Onkuntíð snýtti eg og royndi at goyma fingarnar á veg útaftur, tá plagdi hann at smíla eitt sindur skeivt, og bað meg skunda mær at vaska fingarnar væl
Hendur hans nú hvíla, tagnað røddin káta. Vónir brostnar og sjúklingarnir gráta. ---- Heilsan starvsfólkið á songardeildini á Suðuroyar Sjúkrahúsi [...] okur eru sum menniskju, so hava eini óvæntaði deyðsboð næstan altíð sama árin á okum øll. Okur gerast hugtung og minnast aftur á farnar løtur. Saknurin og tómrúmið eftir Jan, hava fingið okum at taka til [...] hjálpandi læknahendur hava fingið mangan sjúklingin uppaftur á føtur. Hansara róliga medferð og dugnaliga arbeiðsmegi høvdu jaliga ávirkan bæði á sjúklingar og starvsfólk. Hann var væl dámdur og avhildin
hjá henni at fara upp á pallin, tí hon hevði viðfødda gongulagið til endamálið. Hetta dámdi henni lítið at hoyra. Eftir eina skurðviðgerð í fjør vildi Inga so fegin koma aftur á 1. liðið í vetur. Hon fekk [...] bera einum vini, einum hondbóltsvini, sum tú hevur havt nært tilknýti til í mong ár, eina seinastu heilsan. Tá ið gomul fólk fara, hava vit oftast natúrliga vant okkum við tankan. Vit hava avgreitt flestu [...] ongantíð at síggja Ingu aftur, ongantíð at síggja hetta bersøgna, positiva og glaða menniskja aftur á hesari fold. Kom at kenna Ingu - henda sjáldsama ágrýtna hondbóltsspælara - gjøgnum ítróttin. Sum smágenta
Omma, bert ein lítil seinasta heilsan frá mær, nú omma er farin frá okkum her á fold. Siti niðri í Keypmannahavn og hyggi at myndini í vindeygakarminum, har omma og abbi eru á B4 og vitja sítt fyrsta langommubarn [...] so sum á góðasta, eg elski teg og ja vælsignaða. Kom man oman til Gjógvará at vitja tykkum, og tit sótu í køkinum, ja, so kom tað meira enn so fyri, at abbi sat á stólinum og omma sat so fitt á lærinum [...] bíða til omma kom fyri seg aftur eftir hesa stóru skurðviðgerð. Eg og mamma fóru so inn á stovuna at heilsa upp á teg, áðrenn eg skuldi aftur til arbeiðis. Omma, ikki fekst tú sagt tað stóra tá, men nikkaði
vitjaði hann, antin tað var í Danmark ella í Føroyum. »Verðins besti pápi«, segði Hjalgrím á síni seinastu heilsan til Igga - og hetta vóru vælvald orð. At síggja og hoyra um, hvussu systkin hansara Una, [...] javngamlir, og hava spælt saman, siðan vit dugdu at ganga ? og eisini í vaksnamannaárum sæst av og á. Deyðsboðini um hann vóru tí tung at taka. Vit búðu eitt skifti saman í Lucas Debesargøtu, hjá Katrinu [...] var at fáa elektromagnetirnar at loysa rættstundis. - Frá hesum døgum og til hansara seinasta dag á lívi, galt um at arbeiða, finna loysnir, uppfinna. Hugflog og dugnaskapur hansara førdu hann sum tíðin
kemur, sólins skar við hár títt nemur, vónin skolar spakuliga upp á okkar strond«. Takk øll tit sum stuðlaðu og troystaðu tá ið á stóð. Heilsan Mammubeiggin Fróði [...] tónleikur og ting sum kundu skapa tónleik. Ein vanlig borgarlig karriera og pengar lógu sera aftarlagi á hansara ynskilista. Hávardur vildi fram um alt liva út sínar dreymar, sum fyrst og fremst vóru at skapa [...] foreldrunum at keypa góðgæti fyri, men ofta legði hann heldur peningin í eina innsavningar bússu í stóð á diskinum og fór tí útaftur úr handlinum við ongum góðgæti, tí hann vildi heldur gleða tey fátæku. Tað
enskt og kundi fortelja krønikur og søgur á enskum. Aftaná at Herluf andaðist hevur hann fingið ein hóp av heilsanum á heimasíðuni hjá Heepvention08 og eisini á Youtube. Herluf keypti sær í juni, ella 3 [...] Vit høvdu vant eitt programm í fleiri mánaðir, sum vit skuldu framføra saman við John Lawton á Jóansøku á Tvøroyri. Herluf gleddi seg sera nógv til hesa konsertina og livdi við lív og sál inn í trummuspæli [...] og spældi við í eini tvey ár. M.a. var hann við til at spæla inn lagið ”Tillukku” á Amnesty Tónum. Seinni fór hann niður á tónlistaháskúla og spældi við fleiri donskum tónleikabólkum. Herluf var ein sera
25 rík ár, har Henning var ein av okkara bestu og hollaðstu stuðlum. Fyri nøkrum árum síðan fór heilsan at bila, men Henning tók hetta sinniliga og vantaði og vónaði, at hann fór at vinna heilsuna aftur [...] eitt ættarbregði. Frásøgukynstrið dugdi hann sum fáur, og mangan hava vit sitið sum í lestri og lýtt á Henning, tá hann hevur greitt frá onkrum áhugaverdum. Ella tá vit hava sitið í skellilátri, meðan hann
húsini. Tjøldur høvdu reiður undir vindeygunum og vóru so spøk, at tey ótu úr hondunum á teimum. Helge velti eplir á hvørjun ári, uttan nú í seinastuni, og væl fekk hann tey at vaksa. Í hesum døgum leita [...] stóru hvíld-ina. Helgi var ein av okkara bestu og hollastu stuðlum. Fyri nakað av tíð síðan fór heilsan at bila, men Helge tók hetta sinniliga og væntaði og vónaði, at hann fór at vinna heilsuna aftur [...] vælkomnan okkara millum. Helge og konan Marin búðu í einari perlu av Havnini. Nevniliga ovast uppi á Sundsvegnum, har tey at kalla høvdu eina oasu kring húsini. Helge gleddist yvir ymisleikan í náttúruni
eg sá Hans Petur, var í Eysturgrønlandi. Vit vóru á hvør sínum báti og sigldu tætt fram við hvørjum øðrum. Hans Petur stóð á dekkinum og dró nót um borð á »Strømnes«. Hann veittraði til mín og smíltist [...] og systkin hansara, má Harrin styrkja tykkum í tykkara stóru sorg og sakni. Hans Petur fór til skips á ungum árum. Fyrsta túrin var hann við »Morgunstjørnuni« og síðani fór hann við »Strømnes«, har hann [...] ? ikki vardi tað okkum, at hetta var seinastu ferð, at vit sóust, og at hetta var seinasta heilsan okkara millum. Eg eri sera takksamur fyri, at tað eydnaðist mær at koma heim til jarðarferðina og siga