Minningarorð um Jan Jespersen yvirlækna við Suðuroyar Sjúkrahús

Tíðin gongur skjótt, og 21. mai er longu 1 ár síðani, at Jan Jespersen andaðist og fór um ytstu sýn.
So ymisk okur eru sum menniskju, so hava eini óvæntaði deyðsboð næstan altíð sama árin á okum øll. Okur gerast hugtung og minnast aftur á farnar løtur. Saknurin og tómrúmið eftir Jan, hava fingið okum at taka til pennin og skriva nøkur orð niður fyri at minnast okra góða lækna og starvsfelaga, sum so brádliga bleiv tikin frá okum fyri 1 ári síðani.
Jan Jespersen var føddur 14. juli 1943 í Trongisvági og var elstur av 5 systkjum. Hann var, eins og faðir og brøðir, føddur dugnaligur hondverkari, og hann fór sum blaðungur til Danmarkar at læra seg læknakynstrið. Til Suðuroyar Sjúkrahús kom hann fyrstu ferð at arbeiða í 1988-92. Og síðani aldarskiftið og til sín doyggjandi dag, arbeiddi hann sum fastur yvirlækni á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Jan var ein framúr dugnaligur lækni og eitt serstakt menniskja. Man føldi seg tryggan, tá hann hevði vakt, og sjúklingarnir vóru í tryggum hondum. Han var stillførur og róligur. Hann gjørdi ongan háva av sær sjálvum, men hann arbeiddi heilhjartaður og áhaldandi. Hann møtti sjúklinginum í ta støðu, hann var í, og hansara hjálpandi læknahendur hava fingið mangan sjúklingin uppaftur á føtur. Hansara róliga medferð og dugnaliga arbeiðsmegi høvdu jaliga ávirkan bæði á sjúklingar og starvsfólk. Hann var væl dámdur og avhildin av øllum. Var støðan álvarslig hjá einum sjúklingi, fór hann ikki av deildini, men svav inni á kontórinum hjá sær. Tað var trygt at vita. Tá var ongin forvakt, og yvirlæknin var aloftast einsamallur um allar læknauppgávurnar. Sjálvt um hann hevði vakt um náttina yvir einum sjúklingi, so møtti hann aftur næsta morgun til nýggjan arbeiðsdag. Altíð tann sami; fryntligur, positivur og hjálpsamur.
Okur á deildini hava havt mangar hugnaligar løtur saman við Jan. Hann gav sær altíð tíð til eitt prát við okum. Hann segði ofta ”hvat siga tykur gentur?” tá hann kom inn á kontórið. Hann hevði ein serstakan humor, og dámdi væl at fortelja skemtisøgur. Eitt tað besta hann fekk, var at standa í køkinum við einum kaffikoppi í hondini og njóta tað vakra útsýnið vestureftir; Oyrnafjall, Gluggarnar, Trongisvág og vesturskinið. Hansara umsorgan fevndi eisini um okum, og høvdu okur ein trupulleika ella ivamál av onkrum slag, so var altíð hjálp at heinta hjá honum. Hann hevði virðing fyri øllum starvsfólkunum!
Jan var sera góður við síni børn og stoltur av teimum, og hann fortaldi ofta um tey við gleði. Hann ferðaðist nógv um Suðuroyarfjørð og búði heima hjá sínum gomlu foreldrum, tá hann var her suðuri. Og honum unntist at hava tey longi, tí tað eru ikki nógv ár síðani, tey eru farin.
Tað var tí ein stórur skelkur fyri okum øll, ja allar suðuroyingar, tá Jan brádliga og uttan ávarðing gjørdist sjúkur og doyði eftir bert 2 døgum. Sjálvt um hann heila sítt vaksna lív hevði virkað fyri at hjálpa øðrum og hevði bjargað mongum mannalívið, so stóð hansara lív ikki til at bjarga. Okur máttu ásanna at: ”Best sum sólin fagrast skínur, deyðin inn um dyrnar trínur”
At Jan var vældámdur, prógvaði jarðarferðin, og Ebenezer var fullsett av fólkið, sum vildu fylgja honum til hansara sísta hvíldarstað her á foldum.
Okur vilja við hesum fáu orðum minnast Jan og vísa okra samkenslu til hansara avvarðandi, sum hava mist ein góðan mann, pápa, og bróður. Tómrúmið er ómetiliga stórt og saknurin somuleiðis.

Hvíl í friði og takk fyri alt!

Syrgið stendur Oyrnafjall, klætt í vetrarskrúð,
mong tey eru, sum syrgja og sakna nú,
kona, børn, systrar, bróðir, ætt og vinir nær og fjar,
minnast Jan, sum trúgvur og góður øllum var.

Kvirt er nú um Oyrnafjall, kavaflikrur detta niður,
Jan er farin hagar, bert gleði er og friður.
Hendur hans nú hvíla, tagnað røddin káta.
Vónir brostnar og sjúklingarnir gráta.

----

Heilsan
starvsfólkið á songardeildini á Suðuroyar Sjúkrahúsi