Minningarorð um Jarleiv Hilduberg

Eg minnist væl tá eg sum smágenta plagdi at fara niðan í Brøttulíð á vitjan hjá Maluni fastur og Hjørleif (soleiðis kallaði eg hann).

Mær dámdi sera væl at fara niður í kjallarin, inn til Hjørleif at hyggja at meðan hann prentaði ymiskt. Fyri meg, í barnastødd, var hendan prentimaskinan ið Hjørleif brúkti í frítíðini, ógvuliga stórsligin á at líta, og eg var sera stolt av at Hjørleif var giftur við júst mínari fastur.


Onkuntíð slapp eg at hjálpa til við at leggja alt pent í bunkar, men minnist væl at Hjørleif plagdi fyrst at kanna eftir um eg var í fínum klæðum ella ikki, so at eg ikki skuldi gerast svørt av papírinum. Onkuntíð snýtti eg og royndi at goyma fingarnar á veg útaftur, tá plagdi hann at smíla eitt sindur skeivt, og bað meg skunda mær at vaska fingarnar væl.


Hjørleifi dámdi væl at fortelja mær ymiskar søgur frá sínum lívi, og eg minnist væl at eg helt tað vera so deiligt at ein vaksin maður vildi seta tíð av til mín, eina smágentu.


Av og á slapp eg at yvirnátta í Brøttulíð, og lá í millum hjá fastur og Hjørleif. Um morgnarnar sótu vit so og hugnaðu okkum í køkinum við spølum. Tað vóru góðar løtur fyri meg, og eg fari ongantíð at gloyma tað.


Eg var eisini mangan á gáttini úti hjá Sosialinum, tá fyritøkan húsaðist á Argjum, hvar ið Hjørleif arbeiddi. Hann var altíð so blíður, og glaður um vitjanina, og gav sær altíð tíð til at vísa mær eitt hvørt, ella bara práta við meg eina løtu.


Tá eg, saman við foreldrunum, av og á hava tosað um okkurt sum vit eisini kundu seta í samband við Hjørleif, er tað so stuttligt at síggja, at tað altíð er við einum smíli, at vit minnast hann. Hann segði so nógv stuttligt, og kundi faa nógvar góðar løtur enn betur.


Seinastu árini hava verið merkt av sjúku, og er tað nakað sum eg og míni kenna til, so er tað júst sjúka. Eg veit at tað hevur verið ógvuliga tungt, men eg haldi at tú fastur, og tit míni sysknabørn, hava verið so røsk hesi seinastu árini. Og teir møguleikar vit hava havt at vera saman við tykkum á Lágargarði saman við Hjørleifi, sást avgjørt at tykkara kærleiki og umsorgan hevur verið honum til góða hjálp.


Eg vildi ynskt at vit kundu havt verið har, saman við tykkum, at fylgja honum til hansara seinasta hvíldarstað. Hoyrdi frá babba at veðrið var so gott, og ja nú rísur æviga sólin yvir Hjørleif. Og góða fastur, Øssur, Rúna og Thea við famljum, vit hugsa um tykkum øll.

Eg vil enda her við Sálma 121, v. 5.7.8. og lýsa frið yvir minnini um Hjørleif.


“Harrin er Tann, ið varðar teg,

Harrin er skuggi tín undir høgru lið tíni;

Harrin varðar teg fyri øllum illum,

Harrin varðar sál tína,

Harrin skal varða útgang og inngang tín,

Frá nú og til ævigar tíðir”


Heilsan úr KBH

Frá Rutt Leo Skarðenni v/fam.