Triðja jóladag fingu vit deysboðini av góða starvsfelaga okkara gjøgnum 25 rík ár, har Henning var ein av okkara bestu og hollaðstu stuðlum. Fyri nøkrum árum síðan fór heilsan at bila, men Henning tók hetta sinniliga og vantaði og vónaði, at hann fór at vinna heilsuna aftur. Tað sá eisini út til at ganga tann rætta vegin, og Henning hevði gott mót, men so fór aftur at ganga skeiva vegin, og nú varð so fjørður hansara rógvin eftir drúgva og svára sjúkralegu.
Vit, ið høvdu tað gleði at virka saman við Henningi, minnast hann sum ein trúgvan og álítandi mann og altíð við tí góða orðinum, men tó ikki uttan sínar egnu meiningar um eitt og annað, ið var uppi í samfelagnum ella okkara millum í felagsskapinum Kiwanis.
Hóast Henning hevði nógv um at vera í sínum egna privata starvi, so setti hann altíð tíð av til fundirnar hjá okkum og sama var tá ymisk arbeiði skuldi avrikast. Henningsa partur lá ongantíð eftir. Hetta mundi vera eitt ættarbregði.
Frásøgukynstrið dugdi hann sum fáur, og mangan hava vit sitið sum í lestri og lýtt á Henning, tá hann hevur greitt frá onkrum áhugaverdum. Ella tá vit hava sitið í skellilátri, meðan hann hevur sagt frá onkrum skemtiligum.
Slík fólk eru gull verd.
Í hesum døgum leita tankar okkara til ætt vinir, børn við makum, abbabørn og til tín góða Martha.
Vit felagar hansara í Kiwanis Tórshavn lýsa frið yvir minnið um Henning Eysturoy.
Kiwanis Tórshavn