Minningarorð um Helge Nielsen - f. 16 juni 1935 d. 12 mai 2014

Nú foldin vaknar og vísir seg frá síni mildu síðu, har alt spírar og grør, komu boð um at okkara góði starvsfelagi gjøg­num nærum 25 ár H.N. var farin inn í ta stóru hvíld-ina.
Helgi var ein av okkara bestu og hollastu stuðlum. Fyri nakað av tíð síðan fór heilsan at bila, men Helge tók hetta sinniliga og væntaði og vónaði, at hann fór at vinna heilsuna aftur. Tað sá eisini út til at fara at ganga tann rætta vegin, men nú var so fjørð­ur hansara rógvin.
Vit, ið høvdu ta gleði at virka saman við Helge, minn­ast hann sum ein trúgvan og álítandi mann, ið altíð var við tí góða orðinum, men tó ikki uttan sínar egnu meiningar um eitt og annað, ið var uppi í samfelagnum ella okkara millum í Kiwanis felagsskapinum.
Helge møtti stundisliga til fundirnar og átók í Kiwanis felagnum væl fyrireikaður, og tók mangt tørnið fyri að­rar, ið høvdu forfall.
Helge var ættaður úr Dan­mørkini, men hann fall sera væl til í Føroyum og føldi seg allar vegir at vera vælkomnan okkara mill­um. Helge og konan Marin búðu í einari perlu av Havn­ini. Nevni­liga ovast uppi á Sunds­vegnum, har tey at kalla høvdu eina oasu kring húsini. Helge gleddist yvir ymis­leikan í náttúruni. Ymsir fuglar áttu í runnum kring húsini. Tjøldur høvdu reiður undir vindeygunum og vóru so spøk, at tey ótu úr hondunum á teimum. Helge velti eplir á hvørjun ári, uttan nú í seinastuni, og væl fekk hann tey at vaksa.
Í hesum døgum leita tank­ar okkara til ætt, vinir, børn, abbabørn og til tín góða Marin.
Vit felagar hansara í Kiwanis Tórshavn lýsa frið yvir minnið um holla vin okkara Helge Nielsen.


KIWANIS Tórshavn