soleiðis, at verandi nevnd í grunnunum fer frá. Í sínum viðmerkingum sigur Henrik Old, at hann ikki heldur at nevndin í Framtaksgrunninum eigur at vera sitandi longur enn hægst neyðugt. Hann heldur, at úrslitið [...] fíggjarnevndin hevur givið loyvið til at umleggja tað dupultu upphæddina av tí, sum løgmaður bað um. - Serliga løgið er tað eisini, tá undirskotið hjá Fiskasøluni er fimm mió. krónur størri, enn tá uppskot [...] út av lagi vánaligt úrslit, at nevndin undir vanligum umstøðum sjálv átti at sagt seg frá. Harnæst heldur hann, at nevndin í grunninum eigur at hava upplýsingar, sum vísa, at virkir hjá Fiskavirking, ið
umráðandi tað er at broyta hugburð innan skúlan, viðvíkjandi royking. - Eitt nú átti tað ikki at verið loyvt at roykt í skúlunum, út frá tí grundgeving, at tann, sum ikki hevur lært at roykja, heldur ikki [...] kanningini, sum nú fyriliggur, at hon skal motivera landsins myndugleikar at gera nakað við hesar trupulleikar. - Av heilsuligum grundum er tað av týdningi, at vit hyggja at tølunum hjá okkum sjálvi, og [...] Hann undrast á, at hóast hugburðurin til royking er broyttur nógv seinastu árini, so sæst tað ikki aftur millum skúlabørn í Føroyum - Tubbak er størri trupulleiki í Føroyum enn alkohol. Tað er álvarsligt,
við fløguni er, at fagottin verður brúkt sum sololjóðføri á øllum løgunum, og tað er ongantíð áður gjørt á eini føroyskari útgávu. ? Orsøkin til at eg havi gjørt hesa fløguna er, at eg vil gjarna hava [...] ferð hent seg, at fólk eru komin til mín, og hava biðið meg tikið tað upp, sum eg spældi. Nú havi eg gjørt tað, og týsdagin kemur fløgan út, sigur hann. ? Fløgan er friðarliga, og eg havi brúkt tónan hjá [...] Tað er einki nýtt við løgunum, tí tey eru øll gomul og kend løg, men tað verður ivaleyst mátin tey eru spæld uppá, sum fer at hugtaka føroyingar, tá fløgan Making Melody kemur á gøtuna næsta týsdag. Tað
skilur annars, at Oljuráðleggingarnevndin framvegis arbeiðir út frá tí ætlanini, at eitt útbjóðingarumfar skal vera skjótast til ber eftir at oljulóggávan er samtykt. Men tað er greitt, at ein útbjóðingarrunda [...] ikki mætari út enn, at tað er farið í baklás. Tað skal vera sera spennandi at síggja, hvat og um føroyingar fara at koma við nøkrum nýggjum útspæli, sum aftur kann gera, at bretar kanska kunnu lora nakað [...] viðmerking til seinasta fundin. Hann heldur málið er av slíkum slag, at tað eigur ikki at verða viðgjørt í fjølmiðlunum nú. Men hann dylur tó ikki yvir, at bretar gjørdust rættiliga vónsviknir á tí seinasta
eisini ætlað at vera eitt grundstøði undir einum orðaskifti leggur hann aftrat. Tá so lítið hevur verið frammi, so er tað kanska tí, at vit hava verið so gjølligir og at nógv ikki er at siga til hana. Men vónandi [...] Olafsson, at ein kann undra seg yvir, at so lítið hevur verið tosað og skrivað um hana. Frágreiðingin er jú full av upplýsingum og tilráðingum, so har skuldi verið nokk at trivið í. -Frágreiðingin er eisini [...] avgreitt málið og latið tað víðari til tingið. Jógvan I. Olsen, tingformaður segði við Sosialin í vikuni, at fekk hann uppskotið frá landsstýrinum hesa vikuna fór tað helst at verða lagt fram í tinginum
starvssetanum í miðøkinum farin fram, uttan at eitt tað einasta alment starv hevur verið sett uttan fyri miðøkið. Fyri at eingin ivi skal verða um, hvat tað er fyri politikkur sum skal fremjast við sjál [...] so er egoisman og sjálvsøknið so inngrógvið at teir ongantíð kunnu semjast um ein politikk, sum fjøldin kann njóta gott av. Teir kalla seg liberalar, so tað skuldi verið so líka til ikki bara at privatisera [...] fyri, vísir okkum enn einaferð, at borgarligu flokkarnir ikki bara her á landi, men í øllum norðanlondum eru eitt sera gott dømi um, at reinur borgarligur politikkur bert er ein hvørvisjón. Tí óansæð um teir
páskaregg til børnini hjá Marin og Andras. Eg hugsaði nógv um, um tað mundi loysa seg at keypa eitt til John eisini, men helt at tað skuldi roynast kortini. Eg gloymi ongantíð andlitið á John, tá hann sá [...] so var tað ein stórur hvøkkur, tá eg kom heim mikudagin 10. sept. Yngra dóttirin stóð fyri mær og segði: Babba, veitst tú hvat? John er deyður. John hevði snýtt deyðan so mangan í evstu løtu, at eg mest [...] stendur fast í minni fyrstu ferð, eg hevði samband við John. Eg hevði møtt honum nakrar ferðir áður, men satt at siga ræddist eg eitt sindur, so brekaður hann var. Eg var júst aftur komin úr Aberdeen og
samdir um, at hesin stuðul skal burtur, men tað má saman við øðrum tiltøkum henda so líðandi, tí er neyðugt at avtrappa íløgustuðulin yvir 2 til 3 ár. Tað er eingin ivi um, at vit noyðast at fara undir [...] ndin metir, er íløgutørvurin í nýggj skip. Trupulleikin í fiskivinnuni er fyri mær tvídeildur. Annar er at fáa fortan og vinnuna sum heild, og hin - sum er minst líka umráðandi - er at fáa lønsemi í vinnuna [...] flotanum er ómøgulig, uttan lønsemi. Fortreytirnar Í álitinum sigur Endurskoðaranevndin, at fyri at fáa lønsemi í vinnuna eru fortreytirnar, at arbeiðsmarknaðurin lækkar sínar útreiðslur, at vinnan gerst
trøunum. »AT TAKA TARV« Gitið er tað, sum maðurin segði á sinni, at nú var »at taka tarvin við hornunum, sum tað eitur á føroyskum«. Tað er bara tað, at soleiðis hevur tað aldri itið á føroyskum. Hetta er einki [...] sítt. At heinta er at ?fara eftir? einum-hvørjum, upprunaliga heimta, t.e. ?taka heim? el. til. At heinta er eisini at taka fiskiloddið nakað uppfrá, eftir at tað er komá botn. Samsvarandi navnorð er heinti [...] merkti upprunaliga at ?henta?! Nú vil so til, at heinta eitur hente á donskum. Hetta hevur vilt mangan til at hald, at henta er ikki nóg gott føroyskt orð,m en at tað heldur eigur at vera »heinta«. Í barnasøgum
arbeiði er, og tað er gott í sjálvum sær. Men orsøkin er eisini, at Havnin aftur er farin at veksa í stórum. Hesi seinastu tvey árini er Havnin vaksin heili 492 fólk. 31/12. 1995 búðu 13.781 fólk í Havn og [...] Tórshavnar Kommuna at byggja nýggjan barnagarð inni á Gøtu. Og gongur sum ætlað, verður arbeitt so skjótt, at hann eisini skal verða klárur at taka í brúk longu komandi ár. Tað er eitt ár síðani, at eigarafelagið [...] býráðið um at byggja býlingshús har inni, og síðani hevur býrðaðið arbeitt við málinum. Og nú var tað komið so langt, at tað kundi leggjast fyri býráðsfund hóskvøldið, og har varð tað samtykt at fara undir