Málteigurin

Úr Orðafari



VÆLKOMNIR FRÆNDUR!

Fyska mánevndin fagnar umboðum fyri málnevndirnar í hinum Norðurlondum og býður teimum hjartaliga vælkomnum til fundar í Føroyum við vón um fródligar fyrilestrar og umrøður um evnini mál og miðlar og mál og kyn. Tað er søguligt, at fyrsti ársfundur hjá hinum nýstovnaða Málráð Norðurlanda, ið reist er á toftum Málstovu Norðurlanda, verður hildin he rum somu leið. Málsamstarvið í Norðurlondum hevur staðið sína roynd í mong árini, men neyvan man tørvurin á tí nakrantíð hava verið størri enn júst nú, ið »altjóðan« og »heimskringing« eru hugtøk, ið troka javnt og samt á. Nú kann tann tykja lítil, ið fyrr var málsligt stórveldi her um vegir. Nú ræður um seming og áralag.


HEINTA - HENTA

Hetta eru tvey fullgóð føroysk orð, men tey merkja hvørt sítt. At heinta er at ?fara eftir? einum-hvørjum, upprunaliga heimta, t.e. ?taka heim? el. til. At heinta er eisini at taka fiskiloddið nakað uppfrá, eftir at tað er komá botn. Samsvarandi navnorð er heinti, t.d. kenna í heinta, t.d. ?kenna í somu løtu, sum heintað verður?. Annað er at henta, t.e. ?taka upp við hondini ella upp í hondina?, avleitt av orðinum hond. Vit henta ber, lesull o.a. Stuttligt er, at lesullarlagdur eitur hentilaged á hetlendskum - lesa merkti upprunaliga at ?henta?! Nú vil so til, at heinta eitur hente á donskum. Hetta hevur vilt mangan til at hald, at henta er ikki nóg gott føroyskt orð,m en at tað heldur eigur at vera »heinta«. Í barnasøgum hoyrist iki so sjáldna, at tey »heinta« ber, og fyri stuttum ljóðaði, at menn høvdu »heintað« mandarinir suður í londum. Av frásøgnini skiltist, at teir høvdu ikki »verið eftir« mandarinum, men teir høvdu hjálpt til at henta henda leskiliga ávøkst, t.e. taka hann niður úr trøunum.


»AT TAKA TARV«

Gitið er tað, sum maðurin segði á sinni, at nú var »at taka tarvin við hornunum, sum tað eitur á føroyskum«. Tað er bara tað, at soleiðis hevur tað aldri itið á føroyskum. Hetta er einki uttan hitt danska orðafellið »at tage tyren ved hornene«, ið hermt er eftir orð fyri orð. Var rætt hermt, hevði tað verið tað, tað var. Men ved samsvarar her als ikki við føroyskt við. Tú kanst taka fisk við høvdi og gørnum, men hví nevna tað, tá ið tú fyrst fert í holt við at taka ein tarv, at nú tekur tú hann við hornunum. Annað hevði verið løgið! Skuldu vit roynt at týtt orðafellið, var ein møguleikin kanska: At taka um hornini á tarvinum, men tað tykir heldur lofnað. Í fornum máli varð tikið til, at maður var »harður í horn at taka «, og er tann myndin helst komin av tøkum við tarv.


ANNAR

Talað varð um tveir lutir. Í staðin fyri at siga annar, sum rætt er, segði maðurin »tann eini«! Deydligt.


FISKAVIRKING ER HON!

»Fiskavirking er deyðadømt«, stóð einaferð at lesa við stórum støvum framman á einum av bløðunum, og í greinini inni í blaðnum, sum víst varð til, stendur, at »Fiskavirking er sloppið at standa sína roynd«, og har standa eisini endurtikin orðini á framsíðuni: »Fiskavirking er deyðadømt«. Hvat er tað, sum ger, at kvennkynsnavnorð kallar á lýsingarorð og -hátt í hvørkikyni? Er føroyskt um at far aí partalag við mál, har sum tað er í samljóði við mállæruna at siga eitt nú: »Sild er godt« og »Mælk er dejligt«?


HALDA Í

Tað hoyrist meir enn so sagt t.d.: »Halt í hondini á mær«, »halt í bandinum«, ikki bara av børnum, men eisini tilkomnum fólki. Hetta er so skeivt, sum tað fær verið. Tað rætta er: »Halt í hondina á mær«, »halt í bandið«. Hvønn fall og ikki hvørjumfall!


»HER Í SUMMAR«

Hetta er óføroyskt tiltikið, tó at orðini hvørt sær eru føroysk. Heldur átti at verið sagt: »Nú í summar« ella bara »í summar«.


HH

Styttingarnar tróta ikki nú á døgum. Henda her omanfyri skal vist merkja ?hægri handilsprógv?. Tykir neyðugt at bera fram styttingina og ikki hitt fulla heitið, áttu fjølmiðlar at eirt fólki fyri at latið hana ljóða »hå, hå«. Tíðin átti so sanniliga at verið farin frá slíkum málsligum eftirstøðum! Skal verða stytt í hesum føri, sigið so »há, há«!