Marita Petersen er bilsin um, at fíggjarnevndin gevur løgmanni heimlid at umleggja størri upphædd av lánspeningi til eginogn, enn uppskot hansara ljóðaði av fyrstu tíð.
- Tá uppskotið varð lagt fram í tinginum, var tað ikki ein limur, sum tók undir við at geva Edmundi Joensen, løgmanni, loyvi at konvertera meir enn hægst neyðugt, sigur Marita Petersen.
Hon heldur, at boðini til vanliga borgaran tykjast ógvuliga ógreið, nú fíggjarnevndin hevur givið loyvið til at umleggja tað dupultu upphæddina av tí, sum løgmaður bað um.
- Serliga løgið er tað eisini, tá undirskotið hjá Fiskasøluni er fimm mió. krónur størri, enn tá uppskot løgmans varð lagt fram, sigur Marita Petersen í lítlari viðmerking til málið um Framtaksgrunnin.
Vil hava nevndina frá
Eisini Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, er ónøgdur í uppskotið hjá fíggjarnevndini.
Hann hevur sett fram broytingaruppskot til uppskotið hjá fíggjarnevndini, um, at heimildin er treytað av, at viðtøkurnar fyri Framtaksgrunnin frammanundan eru broyttar soleiðis, at verandi nevnd í grunnunum fer frá.
Í sínum viðmerkingum sigur Henrik Old, at hann ikki heldur at nevndin í Framtaksgrunninum eigur at vera sitandi longur enn hægst neyðugt.
Hann heldur, at úrslitið av teimum íløgum, sum Framtaksgrunnurin hevur gjørt í Fiskasøluna og Fiskavirking vísa eitt so út av lagi vánaligt úrslit, at nevndin undir vanligum umstøðum sjálv átti at sagt seg frá.
Harnæst heldur hann, at nevndin í grunninum eigur at hava upplýsingar, sum vísa, at virkir hjá Fiskavirking, ið standa still, kundu betra munandi um støðuna hjá fyritøkuni, um tey vóru í gongd.
Eftir øllum at døma, vil Framtaksgrunnurin fyri ein hvønn prís savna alt fiskaarbeiði í miðjuni í landinum, har nógv virksemi er frammanundan, sigur Henrik Old m.a. í viðmerkingunum.
Hann heldur eisini, at tá ein við almennum peningi hevur sum fremsta mál at jarðleggja arbeiðspláss í útjaðaranum, eigur Løgtingið at steðga hesum sum skjótast, og minnir á støðuna í Vági, og nú seinast í Miðvági.
Einasti møguleiki, ið Løgtingið hevur, er at krevja nevndina frá, um Framtaksgrunnurin skal hava fleiri almennar pengar, sigur Henrik Old í sínum viðmerkingum.
Eftir ætlanini skuldi 2, viðgerð av uppskotinum um Framtaksgrunnin fyri tingið í gjár seinnapartin, men málið var júst útsett, tá Sosialurin fór til prentingar.