heysin. ? Nú vil eg fyrst síggja, hvørja loysn partarnir koma til. Og er tað ikki nóg mikið, er støðan ein onnur, og má takast upp til ta tíð, sigur løgtingsmaðurin úr Vágum. Beint fyri valið vart tú við til [...] tryggja djúpvatnstrolarunum eina framtíð? ?Nú vil eg fegin síggja, hvussu loysnin sær út. Og tað, sum eg havi sagt er, at eg vil ikki vera við til at avhøvdað handan flotan, tí hann fiskar fisk, sum ongin annars
eru øgiligar broytingar farnar fram, serliga síðstu árini. Tá ein er so gamal, sum eg, sær ein alt í perspektiv. Tá sær ein, hvussu nógv ein sjálvur er broyttur, samstundis, sum broytingin seinastu árini [...] fundarpengar, heldur hinvegin, skemtar Fanny eitt sindur sorgblið. ? Um ein ikki er politiskur, so kann ein koma langt, bert ein hevur vitan, sigur Fanny Petersen. Fanny heldur, at ikki er neyðugt at fara [...] broyta menningina, ein má broytast sjálvur, sigur Fanny Petersen. Men tygum hava eisini sjálv sett spor, gjørt broytingar. ? Uppá ein máta, ja, men bert innan kvinnuheimin. Men skal ein seta spor, um tað
tal. Føroyska samfelagið munandi ment ? Hvussu ber tað til, at støðan fullkomiliga broytist eftir 10 árum? ? Tað er ein náttúrlig frágreiðing til tað. Eftir 10 árum var føroyska samfelagið nógv ment og [...] ikki hava verið sera gávumildir í hesum máli, váttar Poul Schlüther, at hetta var ein stórfingin gáva, men at Føroyar eins og onnur lond í hesum tíðarskeiði, vóru eitt samfelag í menning. Í einum og hvørjum [...] at vit stovnaðu føroyabólkin. ? Seinni hevur verið ført fram, at hetta var ein ætlan fyri at fáa Føroyar á húsagang? ? Tað havi eg ongantíð hoyrt, heldur hinvegin. Í mínari stjórnleiðarartíð var stovnanin
eitur seg at verða ein fronsk rættarskipan, men tá franska rættarskipanin ikki røkkur, so tykir mær, at teir fara yvir til »junglelógina« og tá kann eingin gera nakað sum helst. Ein tann størsti trupulleikin [...] veit ikki hvat eg skal vanta, sigur Sigmundur. ? Málið skal fyri í einum kærurætti og eftir tí eg havi skilt, so er mítt mál bert eitt av nógvum kærumálum, sum skulu fyri týsdagin, og tað kann merkja at
donsku bløðunum varð smurt tjúkt uppá í gjár. Tað er ikki á hvørjum degi, at tú kanst siga søguna um ein málverja, sum bæði skorar upp á brotsspark og bjargar einum brotssparki, og tá søgan endiliga er har [...] skuldi skjóta brotsspark? ? Nei, men Ole Mørch spyr undan hvørjum dysti, hvør er klárur at skjóta. Eg havi bjóðað meg fram hvørja ferð, men vit fáa sjáldan brotsspark, og higartil høvdu boð ikki verið eftir
sum rock og grunge koma mær í huga, og ein blanding av bólkum sum Pearl Jam, REM og Soundgarden. Flestu sangirnir hava eina rættiliga seina rútmu og eru rættiliga eins. Røddin hjá Petur er ikki nóg sterk [...] fløguni er eisini ein sangur afturat, sum ikki er nevndur á fløguni. Hann kemur uml. 5 minuttir eftir at sangur nr. 11 er liðugt spældur. Kanska eitur hann ?I swalloved flies?? Fyri mær ein frískligur máti [...] peningur í fløguframleiðslu í Føroyum, í mun til t.d. fiskaframleiðslu. Hetta, hóast tað at tónleikur er ein tann størsti ídnaðurin í heiminum, og kann vera sera inntøkuríkur fyri eitt samfelag. Tað sigst, at
Føroyum. Sjálv stýrisskipanin er bert ein partur av hesum virksemi. Ein demokratisk grundlóg skal fyrst og fremst tryggja borga-runum demokratisku rættindi. Harumframt skal ein grundlóg áseta avmarkingar fyri [...] mist sín autoritet, og hetta ber í sær, at hon í frægasta lagi verður sædd sum ein vegleiðing hjá lóggevara, men ikki sum ein avmarkandi karmur um dagliga lóggávuarbeiði. Grundlógin - eitt býtisbarn Í triðja [...] skal standa í eini føroyskari grundlóg. Eg síggi ein ovurstóran vanda í teirri sannroynd, at so gott sum eingi sjónarmið hava verið at frammi um, hvat ein føroysk grundlóg skal innihalda. Enn eina danska
Skipagøta er ein íðin fleygingarmaður. Hóast hann nú býr og arbeiðir í Havn, er vanligt, at hann leitar sær suður til Skúvoyar hesa árstíðina at taka lut í bygdarlívinum har. Og hesa tíðina snýr ein fittur partur [...] So er loyvt at fleyga til klokkan seks á kvøldið, men tá skal so stongin leggjast inn. ? Hetta er ein sjálvboðin stovnsrøkt, sum vit eru fegnir fyri og sum allir taka undir við tað er ongin, sum tosar [...] sera illa fyri. ? Tað var nógv ryta í vár, men allar pisurnar doyði í hungri. Eg haldi ikki, at eg havi sæð meiri ann tríggjar rytupisur í ár. Sama skilið var í fjør. Øll rætt at fleyga Í Skúvoy hava øll
sum eisini er úttikin til landsdystin í Bosnia, hevur bert mist ein dyst av týdningi, síðani hann kom til norska felagið, og tað var ein steypadystur, sum Kongsvinger spældi, meðan Julian var í Estlandi [...] dylur fyri, at dreymurin er at koma enn longur fram sum fótbóltsspælari. ? Men eg havi tað fínt her í Kongsvinger, og eg havi framvegis nógv eftir at læra her, sigur hann. Í Onglandi fylgja agentar og onnur [...] herfyri seldi Rosenborg ein spælara ? Vegard Heggem ? til Liverpool fyri meir enn 50 milliónir krónur. Tað eru í løtuni 21 mans í hópinum hjá Kongsvinger, og á bonkinum situr ein maður, sum Kongsvinger
Maria á Dul í Heilsumálastýrinum, ið fyrireika stevnuna. Tær siga, at tað er komin ein áheitan frá ráðharraráðnum um at ein slík ráðstevna verður í Føroyum, og eru tað tær báðar, sum hava givið ráðstevnuni [...] skapa størri fatan millum ungdómin fyri javnstøðu. ? Í hesum arbeiði havi eg verið saman við fólkum úr Grønlandi og Álandi, og har havi eg merkt mær, at tey eru aftan fyri okkum, hóast vit ikki halda okkum