Í døgunum 18. og 19. september verður norðurlenskt ráðstevna um javnstøðu í Føroyum. Tað er norðurlendska ráðharraráðið, sum skipar fyri ráðstevnuni, sum verður almenn.
Tað eru tær báðar, Súsanna Nolsøe og Maria á Dul í Heilsumálastýrinum, ið fyrireika stevnuna.
Tær siga, at tað er komin ein áheitan frá ráðharraráðnum um at ein slík ráðstevna verður í Føroyum, og eru tað tær báðar, sum hava givið ráðstevnuni heitið »Smátjóðir - kyn & visiónir«.
? Vit kunnu vit tað sama sláa fast, at tá tað um javnstøðu ræður, so eru vit langt aftan fyri tey stóru norðurlondini. Kortini eru vit framman fyri bæði Grønland og Áland, men vit hava langt á mál, áðrenn vit kunnu meta okkum at verða á jøvnum føti við størru norðurlondini, siga tær.
Súsanna Nolsøe situr í einum embætisbólki undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, og er hon á tann hátt komin inn í fyrireikingarnar. Maria á Dul er nýliga komin í starv í Heilsumálastýrinum og situr eisini í einum norðurlendskum arbeiðsbólki, sum arbeiðir við at skapa størri fatan millum ungdómin fyri javnstøðu.
? Í hesum arbeiði havi eg verið saman við fólkum úr Grønlandi og Álandi, og har havi eg merkt mær, at tey eru aftan fyri okkum, hóast vit ikki halda okkum vera komin serliga langt á hesum øki, sigur Maria á Dul.
Hon hevur serliga lagt til merkis, at grønlendingar og álendingar framvegis leggja stóran dent á at fáa politikararnar at skilja, at tað er neyðugt við javnstøðulóg og skipanum, sum skapa betri javnvág millum kynini.
Ráðharraráðið stuðlar tiltakin um við 180.000
Maria á Dul og Súsanna Nolsøe leggja stóran dent á, at ráðstevnan er almenn og at øll eru vælkomin - bæði kvinnur og menn.
Stevnan er kortini ikki bert fyri føroyingar, tí eini hálvthundrað fólk úr Grønlandi og Álandi koma eisini á stevnuna.
? Tað er soleiðis, at Ráðharraráðið stuðlar tiltakinum við 180.000 krónum, og er tað fyri at stuðla fólki úr hinum báðum smátjóðunum, Grønlandi og Álandi, eisini skulu kunna vera við, siga tær báðar.
Nógvir fyrilestrahaldarar
Við á ráðstevnuni eru fleiri fyrilestrarhaldarar úr øðrum norðurlondum. Úr Svøríki kemur Mona Danielson, úr Danmark Drude Dallerup. Úr Finlandi kemur Susanne Jungerstam, sum er í ferð við at skriva eina doktararitgerð um javnstøðu í Føroyum, Álandi og Grønlandi.
Ú Grønlandi kemur Jessie Kleeman, sum fer at tosa um mentanarliga broytingar og hvussu tær ávirka javnstøðu millum kynini.
Okkara Kirsten Brix fer at tosa um kynið og málið og Hans Pauli Strøm fer at tosa um tað siðbundna samfelagið í broyting.
Birgitta Åseskog úr Svøríki fer at tosa um javnstøðustrategiir og hætti og umboð úr øllum norðurlondum fara at greiða frá hvat hendir í teirra tjóðum á hesum øki.
Stevnan verður í Norðurlandahúsinum, luttøkuprísurin er 400 krónur og meldast skal til hjá Mariu á Dul, postboks 2234, 165 Argir.
Um fólk vilja hava meira at vita um tiltakið, kunnu tey venda sær til Mariu á Dul, 316027-281 ella Súsonnu Nolsøe, tlf 311080.